Tíðindaleiðarin søgd úr starvi

Tíðindaleiðarin søgd úr starvi

2017-12-21 16:40 Author image
Innsent av Johnny í Grótinum

Kringvarpsstjórin hevur í dag gjørt av at loysa tíðindaleiðaran úr starvi hennara. Orsøkin er illoyali atburður hennara mótvegis stjóra og stovni við at skriva ósannindi um stjóran til stýrisformannin og lata hesi ósannindi leka út, soleiðis at tað m.a. stóð at lesa í VikuskiftisSosialinum tann 24. november 2017. Stjórin metir, at tíðindaleiðaran við hesum illoyala atburði móti stovninum hevur skatt umdømið hjá stovninum og álitið á leiðsluna á ein slíkan hátt, at avgerð er tikin um at loysa hana úr starvi.

Samsvarandi almenna starvsfólkapolitikkinum og sáttmálanum við avvarðandi fakfelag fekk tíðindaleiðarin tann 30. november 2017 skriv um ætlanina at loysa hana úr starvi við eini hoyringsfreist á fjúrtan dagar. Viðmerkingarnar í hoyringssvarinum hava ikki broytt upp á ætlanina, sum soleiðis er framd í dag. Tíðindaleiðarin er sostatt loyst úr starvi sínum við virknaði frá 1. januar 2018 við eini uppsagnartíð samsvarandi setanarbrævinum, og er hon fríttstillað í uppsagnartíðarskeiðnum.

Í næstum verður starvið sum tíðindaleiðari í Kringvarpi Føroya lýst leyst at søkja.

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Author image Kartin L. Hansen
At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen

Meira langlesnaður