Kjak

Tíðargrein: Vit skulu virða avrik og offur hjá føroyskum krígsveteranum

Síðsta leygardag var veterandagur, og føroyskir veteranar savnaðust eisini. Tað var kortini ikki sum aðrastaðni, har myndugleikar bera fyrrverandi soldatum heilsan og takka fyri teirra avreksverk og offur. Tað vilja føroyskir myndugleikar ikki. Tí var tað eitt privat tiltak - heima hjá einum teirra. (Greinskrivarin er við á myndini, tí hann var boðin at siga nøkur orð)

Síðsta leygardag var veterandagur, og føroyskir veteranar savnaðust eisini. Tað var kortini ikki sum aðrastaðni, har myndugleikar bera fyrrverandi soldatum heilsan og takka fyri teirra avreksverk og offur. Tað vilja føroyskir myndugleikar ikki. Tí var tað eitt privat tiltak - heima hjá einum teirra. (Greinskrivarin er við á myndini, tí hann var boðin at siga nøkur orð)

2020-09-10 18:00 Author image
Sjúrður Skaale

Tað eru nógv ár síðani. Útvarpið var frá í køkinum í teimum smáu húsunum, har eg sum smádrongur vitjaði eina eldri konu. Tíðindini vóru, sum so ofta, um ófrið ymsastaðni í heiminum.

”Á verðin, verðin”, segði tann gamla konan, meðan hon hugdi at teirri friðsælu bygdini og tí stilla fjørðinum uttan fyri vindeygað. ”Ja, verðin er ónd”.

Hon helt ikki, at tann vakra sjónin, sum hon sá gjøgnum køksvindeygað, var partur av teirri óndu verðini, sum hon hoyrdi um í útvarpinum.

Tann ónda verðin var langt burturi. Og henni vóru Føroyar tíbetur ikki partur av.

At nógvir føroyingar hugsa soleiðis, er ikki so løgið. Vit eru eitt lítið land, og vit hava leingi verið isolerað og langt frá øðrum. Tað minna vit eisini okkum sjálv á í nógvum av teimum sangum, sum skapa okkara medvit:

"Langt burt frá øðrum londum – og báran gongur brøtt –
ein oyggjaflokkur samlaður man finnast;
(...)
ei annað eygað skoðar, er tað enn bjart og gløgt,
enn hav og himmal – landið tað er Føroyar."

Ella:

"Her mitt í sjónum
Her mitt í øllum vøtnum
Tað syngur allastaðni vit eru her”

Skeivar niðurstøður
Vit eru mitt í sjónum. Vit eru langt burturi frá øðrum.

Men tað merkir ikki, at vit eru leys av øðrum. Vit eru fullkomiliga og totalt tengd at øðrum, bæði handilsliga, politiskt og hernaðarliga.

Tað merkir heldur ikki, at heimsins óndskapur ikki kann raka okkum. Tað gjørdi hann undir øðrum veraldarbardaga, og tað kann henda aftur.

At vit vit eru langt frá øðrum merkir heldur ikki, at vit onga ábyrgd hava, tá tað snýr seg um verju. Men nógv tykjast halda, at einki hervald av nøkrum slag skal vera í Føroyum, og at eingin føroyingur nakrantíð skal draga ein hermannabúna upp á kroppin.

Hetta merkir tíbetur ikki, at føroyingar eru líkaglaðir. Hóast neyð- og menningarhjálpin, sum almennu Føroyar lata, er lítil, so eru nógvir føroyingar virknir innan privatar, vælgerandi felagsskapir. Tá tað verður savnað inn neyðstødd, so gloppa fólk mappuna.

Men tá tað snýr seg um hernaðarliga verju er hugburðurin, at vit líkasum eru uttan fyri ta "óndu verðina" og tí onga ábyrgd hava.

Tað er orsøkin til, at nógvir føroyskir krígsveteranar hoyra fólk - ofta við háðan í røddini – spyrja: ”Hví ólukkan fórt tú í kríggj?”. ”Hvat hava føroyingar at gera har?”

Hesin hugburðurin seyrar niður gjøgnum samfelagið heilt av ovastu rók.

Ein ógvuliga framstandandi føroyskur politikari hevur fleiri ferðir sagt, at vit ikki skulu býta heimin upp í ónd og góð lond, og ikki skulu taka støðu fyri hesum ella hasum. Europa, Kina, Russland, USA – tað kann alt koyrast í sama pott.

NATO
Tað passar, at eingi fólkasløg eru betri enn onnur.

Men tað eru ringar og minni ringar skipanir. Og okkara – vesturheimsins skipan – er nógv tann minst ringa.

Vit hugsa ikki um tað dagliga, men tað er ein stórur framíhjárættur at liva í londum, har fólk kunnu siga sína meining. Stovna fyritøkur. Skipa seg í fakfeløg. Velja sínar egnu leiðarar. Halda seg til ta religión, sum tey vilja. Eru líka fyri lógini. Har fólk er fræls, stutt sagt.

Hetta mugu vit standa saman um. Og vit mugu verja tað. Eisini við hermegi.

Tað gera vit fyrst og fremst gjøgnum NATO.

Og her koma vit til enn eina orsøk til, at nógvir føroyingar eru skeptiskir viðvíkjandi verju. Tí vit koma ikki uttan um, at reelli leiðarin í NATO er USA. Og USA er ikki feilfrítt.

Sum javnaðarsinnaður haldi eg, at stórkapitalurin hevur ov nógv politiskt vald í USA. Eg haldi ikki nógv um tann amerikanska skatta- og sosialpolitikkin. Tað er nógv í USA, sum eg haldi lítið um. Eisini uttanríkispolitiskt.

Men ein og hvør amerikanari hevur loyvi til at vera samdur við mær. Og eru nóg nógv samd, so kunnu tey broyta tað.

Í USA er skipanin størri enn Trump. Í Kina er Xi Jinping størri enn skipanin. Eins og Putin er í Russlandi.

Í USA eru fólk fræls, og kunnu seta Trump frá. Í Kina eru tey ófræls, og kunnu einki annað enn akta.

Øll fólkaræði eru ófullkomin – men tey eru betri enn heimsins mongu, totaliteru diktatur. Tað er altíð stríð millum lond, og tað eigur yvirhøvur ikki at vera nakar ivi um, hvørja síðu vit velja.

(Her skal sigast, at USA í løtuni hevur ein vandamiklan mann í Hvítu Húsunum. Ein mann, sum áhaldandi hevur lagt eftir teimum avgerandi súlunum undir fólkaræðinum – rættarskipanini, pressuni, valskipanini. Um Trump vinnur aftur í november – ella, meira sannlíkt, noktar at viðurkenna eitt tap – kann nógv broytast).

Eitt ómissandi amboð
Ein onnur orsøk til ivan hjá nógvum føroyingum er, at tað eru kríggj, sum ikki hava endað væl, og har mann av røttum kann spyrja, um tað var rætt at leggja uppí.

Men tað verður ofta gjørt øgiliga svart og hvítt.

Nakrir føroyskir veteranar hava verið í Miðeystri á missiónum, sum so ella so hava havt við Irak-kríggið at gera.

At álopið á Irak var skeivt, staðfesta tey flestu í dag sum eina sjálvfylgju, tí stabilitetur kom ongantíð.

Men í 1980 byrjaði Saddam Hussein eitt vitleyst kríggj við Iran, sum kostaði ótald mannalív.

Í 1990 tók hann Kuweit.

Hann gassaði sítt egna fólk – serliga kurdar – í hundraðtúsundatali.

Hann setti alt Miðeystur – og harvið allan heimin – í vanda. Og hann royndi at fáa fatur á hópoyðingarvápnum.

Tað var ikki uttan orsøk, at USA í 2003, saman við nøkrum sameindum, segði stopp.

Tað verður ofta sett upp soleiðis, at tey, sum vóru ímóti Irak-krígnum, vóru fyri friði. Tað er snøgt sagt skeivt. Har var eingin friður, og har bleiv eingin friður, so leingi psykopaturin sat har. Hevði tað, sæð í baksýni, verið betri at latið Saddam blivið sitandi? Kanska. Men vit skulu vera greið um, at tað eisini hevði givið okkum blóð á hendurnar. Tann, sum hyggur at, meðan fólkadráp verða framd, er ikki ósekur.

Í øðrum kríggjum er minni ivi.

Nakrir føroyskir veteranar hava verið í gamla Jugoslavia. Har bleiv fólkadráp eisini framt. Etnisk útreinsing, inni í Europa. Tað bleiv steðgað og har bleiv friður. Var tað rætt at leggja uppí? Ja! Tað kann tað eingin ivi verða um.

Var tað rætt av nøkrum føroyingum at fara niður har, og seta seg sjálvar í vanda við dømis at hjálpa við at rudda landminur burtur?

Svarið kann bara vera ja.

Soleiðis er tað.  Viðhvørt er eingin ivi, men viðhvørt kann mann aftaná seta spurnartekn við tað, sum verður gjørt. Men tá eru tað altso politikarar, sum hava ábyrgdina. Tað eru aldrin soldatar, sum taka yvirskipaðar, verjupolitiskar avgerðir.

Men soldatar eru ein fullkomiliga avgerandi forlongdur armur hjá demokratiskum stjórnum. Eitt ómissandi amboð hjá fólkaræðisligum londum. 

Einki kríggj er danskt
Ein onnur orsøk til, at veteranar ikki verða virdir í Føroyum er, at tað ikki eru føroyskir myndugleikar, sum taka avgerðirnar í verjumálum.

Men soleiðis er nú einaferð tann skipanin, sum ein demokratiskur meiriluti av føroyingum tekur undir við. So fá sum vit eru, hvørki kunnu ella skulu vit hava egnan her ella egna hertænastu. Tað gevur ikki meining. Men vit mugu ikki gloyma, at tað er ein framíhjárættur bæði at sleppa undan at rinda og taka lut í verjuni.

Nakrir føroyingar velja at gera tað kortini uttan, at nakar hevur kravt tað av teimum. Tað kunnu teir í verandi skipan bara gera gjøgnum danska herin. Men tað ger ikki teirra avreksverk minni. Tað ger ikki teirra offur minni.

At tað er gjørt við Dannebrog á arminum hevur als ongan týdning. Danmark førir einki kríggj einsamalt. Donsku verjuútreiðslurnar og donsku íkastini geva onga meining, isolerað sæð. Danmark kann heldur ikki verja Føroyar, um illa vil til. Danmark kann ikki ein gang verja Danmark.

Hetta snýr seg als ikki um Danmark. Tað snýr seg um, at demokratisk lond standa saman um at verja okkum og okkara virði. Okkara einasta trygd liggur í samstarvinum við USA og samstarvinum í teirri samgongu, sum vit eru partur av: NATO. At tað finnast føroyingar, sum sjálvbodnir velja at taka eitt tak fyri hesa verjuna – og í fleiri førum rinda ein høgan prís fyri tað - er allan heiður vert.

Eingin viðurkenning
Okkara myndugleikar áttu at viðurkent hetta. Men tað gera teir ikki.

Fyri einari viku síðan var "flaggdagur" – tað er dagurin, har veteranar, sum hava verið sendir út fyri Danmark, verða heiðraðir.

Eftir mínum tykki átti Landsstýrið henda dagin á onkran hátt at givið okkara veteranum viðurkenning, eins og stjórnir í øllum demokratiskum londum sýna teimum virðing, sum seta seg sjálv í vanda fyri at verja onnur.

Aðrastaðni eru stór hátíðarhald fyri veteranum, har stjórnarleiðarar halda hábærsligar talur. Tað nýttist ikki at verið so stórt í Føroyum. Ein stillislig máltíð hevði verið nokk. Bara tað bleiv markerað.

Men tá føroysku veteranarnir savnaðust leygardagin, var tað í einum privatum húsum. Uttan nakra viðurkenning frá almennari, føroyskari síðu yvirhøvur. Nakrir myndugleikar fingu enntá skriv frammanundan, har teir blivu spurdir, um teir vildu vísa veteranunum ans. Men har var eingin áhugi. Og tað hevur tað aldrin verið.

Tað er sum um, at okkara myndugleikar seta veteranunum sama spurning, sum so nógv privatfólk: "Hví ólukkan fórt tú í kríggj?"

Ikki tí myndugleikarnir halda, at tað til dømis er skeivt at verja ósek ella at rudda landminur burtur, men tí hugsanin er, at tað skal onkur annar gera.

Vandin nærkast
Ein onnur, yvirskipað orsøk til illviljan móti verju er hugsanin um, at óndskapurin ikki kann raka okkum beinleiðis.

Men tað kann hann. Vandin er har, og hann kemur tættari og tættari.

Bæði Svøríki, Noreg og Danmark hava farnu tíðina støðugt oftari boðað frá, at russisk hernaðarflogfør koma inn í teirra luftrúm.

26. august boðaði svenska verjan sínum borgarum frá, at Svøríki var í veruligum vanda. Hervognar og soldatar í óhoyrt stórum tali blivu sendir til Gotlands, og flogfør fyrireikaðu seg til at verja oynna.

Orsøkin var, at russiska hervaldið var ógvuliga virkið og sjónligt bert fáar kilometrar frá Gotlandi.

Tað er ikki Sýria. Tað er ikki Ukraina. Tað er ikki Hvítarussland. Tað er Skandinavia.

Og tá Russland kundi taka Krim - hví so ikki Gotland? Tað er ógvuliga naivt at halda, at vit skulu sleppa undan øllum aggressiónum.

Vit hava tørv á verju. Vit hava tørv á soldatum, sum vilja standa fremst. Tað vilja nakrir føroyingar, og teirra avreksverk og offur hava uppiborið almenna viðurkenning.

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður