Kjak

Tíðargrein: Varskógvaralóg kann káma burtur fólkaræðisligar grundreglur

2018-12-10 09:44 Author image
Henrik Weihe Joensen

[object Object]

Henrik Weihe Joensen, ráðgevi í trygdar- og tilbúgvingarmálum. Cand.jur. og Master í almennari leiðslu

Landsstýrið hevur ætlanir um at seta í gildi í Føroyum eina varskógvaralóg, sum inniber, at starvsfólk hjá tí almenna ónavngivin kunnu varskógva um óreglulig- og álvarsom viðurskifti á arbeiðsplássinum. Landsstýriskvinnan í fíggjarmálum legði lógaruppskot um varskógvaraskipan fram í løgtinginum tann 21. august, og 10. september í ár hevði løgtingið 1. viðgerð av lógaruppskotinum, sum í løtuni er til viðgerðar í fíggjarnevndini.

Í almennu viðmerkingunum til lógaruppskotið stendur skrivað, at yvirskipaða málið við einari varskógvaraskipan er at styrkja rættarsamfelagið, opinleika og gjøgnumskygni, tá ið umræður ólógliga fyrisiting og álvarsamt óreglusemi í fyrisitingini, og soleiðis tryggjað, at fyrisitingin er í samsvari við lóggávuna. Í hesum sambandi er endamálið við varskógvaralógini eisini, at verja tað starvsfólkið, sum boðar frá óregluseminum, eins og endamálið er at tryggja, at upplýsingar, sum verða latnar um eina varskógvaraskipan, á konstruktivan hátt verða brúktar til at fyribyrgja og forða fyri lógarbrotum og skeivari fyrisiting (1).


Kann elva til ósunna mentan á arbeiðsplássum

Endamálið við einari varskógvaraskipan er gott við atliti til trinni viðurskifti:

- Fráboðan av ólógligari fyrisiting.

- Fráboðan av álvarsligum óreglusemi.

- Starvsfólk verða vard fyri møguligum starvsrættarligum fylgjum vegna teirra fráboðanir.

Spurningurin er tó, um góða endamálið við uppskotinum til varskógvaralóg við tíðini ikki fer at elva til eina ósunna mentan á almennum arbeiðsplássum í Føroyum í og við, at samskiftið og harvið samstarvið millum leiðslu og starvsfólk, og hesi sínámillum, fer at byggja á misálit heldur enn álit, og verður meira afturlatið enn gjøgnumskygt? Spurningurin er í hesum sambandi, um verjan av almennum starvsfólkum ikki longu er tøk í verandi lóggávu, og at varskógvaralógin tí ikki bara fer at gera frástøðuna í samskiftinum millum starvsfólk og leiðslu størri, tá talan er um umrøðu og avgreiðan av ólógligum og álvarsligum málum á arbeiðsplássinum?

Tí kjarnin í uppskotinum til varskógvaralóg er, at starvsfólk kunnu fráboða óreglusemi í fyrisitingini ónavngivin og uttanum leiðsluna beinleiðis til Landsgrannskoðanina, sum kemur at umsita lógina í verki. Tá Landsgrannskoðanin fær málið í hendi, skal hon gera eina meting av málinum fyri síðani at senda málið til viðkomandi aðalstjóra í einum av ráðunum í miðfyrisitingini til at kanna málið víðari. Tá kanningin er gjørd, skal aðalstjórin koma við einari frágreiðing til Landsgrannskoðanina. Um so er, at fráboðanin um ólógliga fyrisiting ella álvarsligt óreglusemi viðvíkur einum av aðalstjórunum, so skal málið latast løgmansstjóranum til at kanna málið. Viðvíkir fráboðanin løgmansstjóran, so er tað aðalstjórin í Fíggjarmálaráðnum, ið eisini varðar av lógini, sum kannar málið, og kemur við einari niðurstøðu (2).


Uppruna í fíggjarheiminum

Varskógvaraskipanir eru kendar undir enska heitinum “whistleblowing”, og rákið við at seta í verk hesar skipanir byrjaði í USA í 2002 í sambandi við fíggjargøluna, sum fataði um orkufelagið Enron og grannskoðanarfyritøkuna Arthur Andersen. Longu í 1970-unum bleiv hesin háttur hjá starvsfólkum, at taka ábyrgd av álvarsligum málum á arbeiðsplássinum, umrøddur í USA, har “whistleblowing” bleiv knýtt saman við grundleggjandi fólkaræðisligum rættindum hjá menniskjum viðvíkjandi talu- og kunningarfrælsi í mun til at luttaka í almennum kjaki um mál av almennum áhuga. Í hesum sambandi bleiv hugtakið “whistleblowing” fatað sum ein ósemja ella tvídráttur millum organisatiónina (arbeiðsplássið) á aðrari síðuni, samfelagið og almenningin á hinari síðuni (3).

Í dag finnast varskógvaraskipanir innan almenna- og privata geiran eisini í grannalondum okkara eitt nú í Danmark. Hesar varskógvaskipanir eru ikki lógarásettar men eru skipaðar á fyrisitingarligum grundarlagi. Tó so er tað frá 1. januar 2014 lógarásett, at seta í verk varskógvaraskipanir innan fíggjarøkið í Danmark. Hesar skipanir eru tí eisini lógarkrav hjá føroyskum peningastovnum, tí lógin- og eftirlitið á økinum er danskt málsøki við Fíggjareftirlitinum sum avvarðandi myndugleika.


Fyrimunir og vansar við einari varskógvaralóg

Tað eru fyrimunir og vansar við einari varskógvaralóg. Í donskum áliti frá 2015 (4) viðvíkjandi talufrælsi hjá alment settum starvsfólkum, og í hesum sambandi skipanir við “whistleblowing”, har Jens Peter Christensen, hægstarættardómari, var formaður í arbeiðsbólkinum, sum skrivaði álitið, bleiv viðmælt av einum samdum arbeiðsbólki ikki at seta á stovn í Danmark eina lógarásetta whistleblower-skipan í almennu fyrisitingini. Arbeiðsbólkurin mælti ístaðin til, at tann einstaki myndugleikin hvør sær ger eina meting, um tað er hóskiligt, at tað hjá tí einstaka myndugleikanum verður gjørd ein skipan á fyrisitingarligum grundarlagi, har starvsfólk ónavngivið fáa møguleika til at fráboða óreglusemi hjá myndugleikanum.

Í nevnda áliti verður stórur dentur lagdur á talufrælsi hjá alment settum starvsfólkum, ið er tryggjað í grundlógini §77 og í Evropiska Mannarættindasáttmálanum §10, sum eisini eru galdandi í Føroyum. Eitt víðfevnt talufrælsi við virðing fyri tagnarskylduni og trúfesti mótvegis arbeiðsgevaranum. Talufrælsi tryggjar starvsfólkum bæði at luttaka í kjaki í almenna rúminum um viðurskifti viðvíkjandi teirra arbeiði ella arbeiðsplássinum, tá tað samtíðis framgongur, at starvsfólkið úttalar seg egna vegna. Men talufrælsi er eisini galdandi innanveggja á tí einstaka arbeiðsplássinum, har starvsfólk hava bæði rætt og skyldu til at fráboða leiðsluni um óreglulig ella álvarslig viðurskifti, sum ganga fyri seg á arbeiðsplássinum.

Nevnda álit vísir eisini til vegleiðing frá danska løgmálaráðnum (5), sum í dagførdari útgávu frá 2016 um talufrælsi hjá alment settum starvsfólkum greinar rættin og týdningin av, at starvsfólkini luttaka í almennum kjaki um viðurskiftini innan teirra arbeiðsøki. Vegleiðingin vísir í hesum sambandi á tann stóra týdning, ið leiðslan hevur fyri at skapa eina mentan, har tað er bæði lógligt og viðurkent, at starvsfólk vísa áhuga fyri- og kjakast um viðurskiftini á arbeiðsplássinum. Tí er neyðugt, at bæði leiðarar og starvsfólk eru tilvitaði um, at trúfesti mótvegis arbeiðsplássinum ikki bara snýr seg um at virða tær avgerðir, sum eru tiknar, men eisini at virða atfinningarsemi, sum verður borið fram á ein konstruktivan hátt.


Gjøgnumskygni, álit og góðan fyrisitingarsið

Í virðisgrundarlagnum hjá landsfyrisitingini stendur millum annað skrivað, at “vit draga eina línu, og vit seta skynsemi í hásæti”.Landsfyrisitingin ítøkiligger hesi yvirskipaðu virðisorð við at vísa á, hvussu virðisorðini kunnu brúkast positivt á almennum arbeiðsplássum eitt nú á niðanfyri nevnda hátt (6):

- Vit samstarva væl.

- Vit taka felags ábyrgd.

- Vit skapa eitt opið arbeiðsumhvørvi.

- Vit stuðla og stimbra hvønn annan.

- Vit hava álit á og hava virðing hvør fyri øðrum.

- Vit fara væl um pengarnar.

- Vit leggja dent á trivnað og menning.

- Vit arbeiða gjøgnumskygt.

Í starvsfólkapolitikkinum hjá landsfyrisitingini, sum hevur samanhang við og tekur støði í virðisgrundarlagnum, stendur skrivað millum annað soljóðandi viðvíkjandi tí likamliga- og sálarliga arbeiðsumhvørvinum (7):

“Samstarv við leiðslu og starvsfelagar byggir á frítt, uppbyggjandi, javnbjóðis samskifti við lítargóðari sínámillum kunning”.

Í vegleiðing hjá landsfyrisitingini viðvíkjandi uppsøgn av starvsfólkum stendur millum annað skrivað soljóðandi (8):

“Ein uppsøgn skal altíð vera sakliga grundað. Til grund kunnu vera viðurskifti, ið viðvíkja starvsfólkinum ella viðurskifti, ið viðvíkja stovninum. Ein uppsøgn er ein fyrisitingarlig avgerð. Uppsøgnin skal tí verða viðgjørd sambært fyrisitingarlógini, eins og gingið verður eftir fyrisitingarligum meginreglum og góðum fyrisitingarsiði”.

Vegleiðingin útgreinar soljóðandi, hvat góður fyrsitingarsiður er í sambandi við uppsagnarmál:

- Tekur starvsfólkið við í avgerðartilgongdina.

- Kunnar starvsfólkið um, hvussu málið gongur.

- Sær til, at málsviðgerðin ikki er óneyðuga drúgv

- Fremur uppsøgnina á ein virðiligan hátt, t. e. at vísa fyrilit fyri støðuni hjá starvsfólkinum og at ansa eftir, at uppsagnartilgongdin ikki gerst eyðmýkjandi.

Út frá hesum kann staðfestast, at bæði virðisgrundarlag, starvsfólkapolitikkur og vegleiðingin um uppsøgn hjá landsfyrisitingini leggja upp til eitt stuðlandi, opið og álitisvekjandi samskifti á almennum arbeiðsplássum, umframt sakligheit og góðan fyrisitingarsið í málsviðgerðini. Ein varskógvaralóg kann við tíðini máa støðið undan einum tílíkum virðisgrundarlagi, sum byggir á eitt konstruktivt og opið samskifti millum leiðslu og starvsfólk á almennum arbeiðsplássum.


Arbeiðast má við mentanini á arbeiðsplássinum

Men tá ið nú landsfyrisitingin í orðaðum virðisgrundarlagi, starvsfólkapolitikki og vegleiðing viðvíkjandi uppsøgn er ílatin til at handfara óreglusemi og ólógligt virksemi, umframt verja tey starvsfólk, ið fráboða, er tað tá neyðugt og ráðiligt við einari varskógvaralóg, sum leggur upp til ónavngivnar fráboðanir? Vil ein tílíkur meira afturlatin háttur, at avgreiða álvarslig mál uppá ikki við tíðini skapa eina ósunna mentan, har starvsfólk í dagligdegnum, og á regluligum starvsfólka-, deildar- og trygdarfundum, ikki tora koma fram við, og leggja navn til, uppbyggjandi atfinningar um átaluverd viðurskifti á arbeiðsplássinum?

Svarini til hesar báðar spurningar eru nei og ja. Tað er kanska ikki neyðugt við einari varskógvaralóg í almennu skipanini, tí sum henda greining vísir á, so er vandi fyri, at verandi og kanska serliga nýggj starvsfólk fáa eina fatan av, at mentanin og hugburðurin á almennum arbeiðsplássum í Føroyum er tann, at óreglulig og álvarslig viðurskifti í virkseminum skulu ikki umrøðast við leiðslu og starvsfelagar opið og andlits til andlits í dagligdegnum, men heldur handan dulnevndar fráboðanir til uttanhýsis stovn. Tílíkur atburður viðvíkjandi fráboðan og handfaring av óregluligum og álvarsligum málum kann við tíðini skapa eina mentan í samskiftinum millum leiðslu og starvsfólk, sum byggir á mistrúgv og ótta heldur enn sínámillum álit, hugdirvi og virðing.

Tí mentanin á einum arbeiðsplássi verður til millum fólk. Tað eru vanar, siðir, ósagdar reglur, siðvenjur og normar, sum vit stýra eftir í dagligdegnum. Mentanin hevur stóran týdning fyri, hvussu óreglulig- og álvarslig mál – men eisini onnur dagligdags mál í virkisøkinum – verða umrødd og handfarin á arbeiðsplássinum. Verður til dømis handlað av leiðslu- og ábyrgdarpersónum, tá álvarslig mál stinga seg upp, og verða tílík mál eftirmett og fylgd upp saman við starvsfólkunum?

Edgar Henry Schein, professari og granskari í menning av fyritøkum við atliti til mentan, allýsir mentanina á einum arbeiðsplássi á henda hátt (greinaskrivarin hevur umsett frá enskum máli) (9):

”Eitt mynstur av felags grundleggjandi áskoðanum, sum bólkurin hevur lært seg ímeðan bólkurin loysti sínar avbjóðingar við at laga seg eftir uttanhýsis viðurskiftum og við at samansjóða seg innanhýsis, og sum hevur virka nøktandi við atliti til at mett verður, at hesar áskoðanir eru galdandi og tí verða førdar víðari til nýggjar bólkalimir sum tann rætti mátin, at fata, hugsa og kenna á sær í mun til avbjóðingarnar hjá bólkinum”.

Schein sigur í hesum viðfangi, at mentanin á einum arbeiðsplássi er úrslitið av einari torgreiddari læringstilgongd hjá einum bólki av fólki. Leiðslan eru knýtt saman við mentanini, skilt á tann hátt, at tað er ein leiðsluuppgáva at tryggja, at mentanin á arbeiðsplássinum byggir á nøkur sunn virðir og uppbyggjandi áskoðanir. Í hesum sambandi er tað leiðslan, sum má stýra mentanini heldur enn at tað er mentanin á arbeiðsplássinum, sum stýrir leiðsluni.


Álit, samstarv og opinleiki er besta fyribyrgingin

Samanumtikið hevur henda greining víst á, at endamálið við einari varskógvaraskipan er gott. Men at lóggeva um rættin hjá starvsfólkum at fráboða ónavngivið um ólógliga fyrisiting og óreglusemi á arbeiðsplássinum kann yvirskipað elva til, at fólkaræðisligar grundreglur um talufrælsi, rættartrygd og gjøgnumskygni, sum hoyra til ein vælvirkandi arbeiðsmarknað, verða settar til viks.

Ítøkiliga kann ein varskógvaralóg skapa eina ósunna mentan á arbeiðsplássum í og við, at samstarvi millum leiðslu og starvsfólk – og hesi sínámillum – fer at byggja á misálit og ótta heldur enn álit, hugdirvi og virðing.

Heldur enn at seta eina varskógvaralóg í gildi í Føroyum, kann landsstýrið, sum í verki hevur evstu ábyrgdina av landsfyrisitingini, geva íblástur til leiðslur um at arbeiða við mentanini á teimum ymisku arbeiðsplássunum. Í hesum sambandi, at leiðslan saman við sínum starvsfólkum regluliga umrøður evnir so sum talufrælsi, rættartrygd og gjøgnumskygni vísandi til galdandi virðisgrundarlag og starvsfólkapolitikk hjá landsfyrisitingini.

Á henda hátt kunnu leiðslur og starvsfólk birta upp undir eina mentan á arbeiðsplássinum, sum byggir á opinleika, álit og hugdirvi til at tosa um bæði tað, sum gongur væl í virkseminum, men eisini at tosa um tey viðurskifti, sum ganga minni væl við atliti til ólógliga fyrisiting og óreglusemi.

 

Tilvísingar:

(1) Almennar viðmerkingar í løgtingsmáli nr. 4/2018: Uppskot til løgtingslóg um varskógvaraskipan (Varskógvaralógin).

(2) Serligar viðmerkingar í løgtingsmáli nr. 4/2018: Uppskot til løgtingslóg um varskógvaraskipan (Varskógvaralógin).

(3) Grein hjá Erik Mygind Du Plessis, 2014, við heitinum “Whistleblower-ordninger – Offentlighed, kritik og risikohåndtering

(4) Betænkning om offentligt ansattes ytringsfrihed og whistleblowerordninger, februar 2015.

(5) Vejledning om offentligt ansattes ytringsfrihed, oktober 2016.

(6) Felags virðisgrundarlag hjá landsfyrisitingini, sum kann lesast á leinkinum á heimasíðuni www.lms.fo

(7) Starvsfólkapolitikkur hjá landsfyrisitingini, arbeiðsumhvørvispolitikkur, á heimasíðuni www.fmr.fo

(8) Vegleiðing um uppsøgn frá Lønardeildini í Fíggjarmálaráðnum, dagfest 15. januar 2014, á heimasíðuni www.fmr.fo

(9) Schein, E.H. 1994 – Organisationskultur og ledelse.

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður