Kjak

Tíðargrein: Fútabann er úrslit av trygdarpolitiskari dubbing í Arktis og Norðuratlantshavi

Trygdarpolitiskt eru Arktis og Norðuratlantshavið vorðin háspenningsøkir burturav orsakað av hernaðarligum átøkum og vinnuligum virksemi, sum hava verið sett í verk har um leiðir seinastu tíðina.

Trygdarpolitiskt eru Arktis og Norðuratlantshavið vorðin háspenningsøkir burturav orsakað av hernaðarligum átøkum og vinnuligum virksemi, sum hava verið sett í verk har um leiðir seinastu tíðina.

2019-12-06 16:13 Author image
Henrik Weihe Joensen

Kringvarp Føroya bar mánakvøldið 2. desember tíðindini um, at Føroya Landsstýri – løgmaður og varaløgmaður saman við embætisfólkum – var á fundi við umboð fyri kinesisku stjórnina í Føroyum tann 11. november í ár. Kringvarpið hevði fingið innlit í, hvat hendi á hesum fundi; men av tí at Føroya Rættur eftirlíkaði kravinum frá landsstýrinum um at geva Kringvarpinum fútabann, so kundi Kringvarpið ikki greiða Føroya fólki frá, hvat tað var, sum hendi á fundinum.

Sambært Kringvarpinum verður fútabannið roynt í rættinum ein av fyrstkomandi døgum.

Í tíðindasending í útvarpinum fyrrapartin dagin eftir tann 3. desember, nágreinaði tíðindaleiðarin í Kringvarpinum at Kringvarpið hevði fingið noktað alment innlit frá landsstýrinum í skjalatilfar frá nevnda fundi millum umboð fyri kinesisku stjórnina og landsstýri, men at Kringvarpið á annan hátt hevði fingið innlit í innihaldið frá fundinum. Tíðindaleiðarin metti, at upplýsingarnir frá nevnda fundi høvdu stóran almennan áhuga.

Men, hvat er tað, sum gongur fyri seg, tá landsstýrið biður Føroya Rætt geva kringvarpinum fútabann; er talan um so viðkvæmar upplýsingar, at tær kunnu skaða trygd og vælferð fólksins? Ella eru tað geo- og handilspolitisku áhugamálini hjá stórveldinum Kina ella hjá Kongsríki Danmarkar, sum Føroya Landsstýri vil verja við at geva kringvarpinum fútabann?

Í hesari greining vil eg royna at geva lesarunum eitt innlit í stóra trygdarpolitiska týdningin, ið Kongsríki Danmarkar við Grønlandi og Føroyum hevur fingið í Arktis og Norðuratlantshavi; ein trygdarpolitiskur týdningur, sum er samantvinnaður við vinnulig áhugamál, sum stórveldi hava her um leiðir, sum ávirkar samstarvið í ríkisfelagsskapinum, og sum allarhelst liggur til grund fyri tí fútabanni, ið er álagt kringvarpinum.

Danmark er partur av Arktis

Landafrøðiliga er Danmark ikki ein partur av Arktis uttan Grønland og Føroyar. Arktiska Ráðið er samstarvsráðið í arktiskum viðurskiftum, og sambært Ottawa-yvirlýsingini frá 1996 er Kongsríki Danmarkar limur í Ráðnum saman við sjey øðrum londum, sum eru Ísland, Norra, Svøríki, Finnland, Canada, Russland og USA. Seks felagsskapir, ið umboða upprunafólkið í Arktis, hava varandi limaskap í Ráðnum, og 13 lond hava eygleiðarastøðu í Arktiska Ráðnum; har ímillum eru lond sum eitt nú Týskland, Frankaríki, Bretland og Kina.

Trygdarpolitisk dubbing í Arktis

Sum eg áður havi víst á í tíðargrein, so vísa stórveldini Kina, Russland og USA alsamt størri áhuga í Arktis og Norðuratlantshavi, har tað gongur fyri seg ein trygdarpolitisk dubbing bæði hernaðarliga og vinnuliga.

Hóast gransking seinnu árini – frá eitt nú Center for Militære Studier – hevur víst á, at Arktis og Norðuratlantshavið verða øki, har stórveldini fara at dubba seg friðarliga á serliga tí vinnuliga og umhvørvisliga økinum, so hevur hetta víst seg at vera partvíst rætt; tí trygdarpolitiskt eru Arktis og Norðuratlantshavið vorðin háspenningsøkir burturav orsakað av hernaðarligum átøkum og vinnuligum virksemi, sum hava verið sett í verk har um leiðir  seinastu tíðina.

Hernaðarvenjingin norðan fyri Føroyar tann 30. juni í fjør, sum órógvaði føroysk fiskifør, og sum hvørki føroyskir ella danskir myndugleikar søgdu seg vita um, er eitt dømi um hernaðarligu dubbingina, ið gongur fyri seg í hesum tíðum, sí tíðargrein hesum viðvíkjandi á leinkinum her.

Í sambandi við fundin hjá Arktiska Ráðnum í Finnlandi í mai mánaði í ár var amerikanski uttanríkisráðharrin, Mike Pompeo, sera atfinningarsamur mótvegis bæði Kina og Russlandi viðvíkjandi teirra øking í hernaðarligum virksemi nærhendis Arktis. Pompeo ákærdi Kina og Russland fyri at samstarva í hesum sambandi.

Russland hevur eisini latið upp aftur herstøð í arktiska økinum, og víðka um tess virksemi, í einari frástøðu á góðar 1.000 kilometrar frá norðureystur-grønlandi og 250 kilometrar frá norsku oynni Kvitøya.

Í árligu frágreiðingunum hjá hernaðarligu fregnartænastuni í Danmark, nevnd FE (Forsvarets Efterretningstjeneste), fyri 2018 og 2019, vóru nakrar av høvuðsniðurstøðunum viðvíkjandi Arktis soljóðandi:

“Den militære opbygning i Arktis og det stigende militære fokus i tilstødende områder medfører imidlertid en øget risiko for spændinger. Arktis har stor sikkerhedspolitisk og økonomisk betydning for Rusland, som kun vil blive øget med afsmeltningen som følge af den globale opvarmning. Samtidig spiller Arktis også en vigtig rolle for landets nationale indentitet. ...”

“Kinas interesser i Arktis drejer sig om adgang til arktiske ressourcer og søruter samt øget indflydelse på arktiske anliggender. For at opnå dette søger Kina at styrke sin arktiske forskning, opbygge infrastruktur og kapaciteter i Arktis samt at styrke samarbejdsrelationerne med landene i Arktis. ...”

“Rusland udfordrer USA´s dominerende position i international politik, men vil samtidig være nødt til at opretholde dialogen med USA. ...”

“USA ser Kina som sin primære strategiske konkurrent og søger i stigende grad aktivt at modvirke Kinas udvikling. ...”

Fyrrverandi danski forsætismálaráðharrin, Lars Løkke Rasmussen, hevði nøkulunda somu støðu til spentu støðuna í Arktis sum fregnartænastan hevur, tá hann í vár skrivaði sína frágreiðing til fólkatingið um ríkisfelagsskapin. Í einum parti av frágreiðingini samantvinnar Løkke Rasmussen vinnulig áhugamál við alment skilhald og trygdarmál við atliti at áhuganum hjá útlendingum, at gera íløgur í ríkisfelagsskapinum; hann skrivaði millum annað soljóðandi:

“Danmark, Færøerne og Grønland er afhængig af eksport og investeringer og byder derfor udenlandske investeringer velkommen. I særlige tilfælde kan udenlandske investeringer dog rejse spørgsmål i forhold til den offentlige orden eller sikkerhed. Det kan fx være i forhold til kritisk infrastruktur. ...”

Samantvinningin av vinnuligum íløgu-áhuga hjá útlendingum við trygdarpolitisk atlit hjá danska statinum gav at bíta, tá kinesiska byggifelagið China Communications Construction Company (CCCC) bjóðaði seg fram til at byggja higartil størstu infrakervis-verkætlan í Grønlandi, nevnliga teir báðar nýggju altjóða flogvøllirnar í ávíkavist Nuuk og Ilulissat. Trygdarpolitisk atlit hjá danska statinum gjørdu, at kinesiska felagið tók seg úr verkætlanini. Danski staturin gjørdi síðani í fjør avtalu við grønlendska heimastýrið um, at staturin setir 700 mió. kr. í fyritøkuna Kalaallit Airports Holding A/S, sum stendur fyri at byggja og reka teir báðu nevndu flogvøllir. Við nevndu íløgu fekk danski staturin ein ognarlut á umleið 33% í flogvallafyritøkuni.

Ávirkar samstarvið í ríkisfelagsskapinum

Í sambandi við vitjanina hjá Mette Frederiksen, forsætismálaráðharra, í Føroyum í farna mánaði, viðgjørdi danski tíðindablaðið Kristeligt Dagblad føroyska handilssamstarvið við Russland. Snúningspunktið í greinini var stóri áhugin, sum stórveldini í hesum tíðum vísa Føroyum við atliti at vinnuligum samstarvi, og hvussu hesin áhugi kann ávirka samstarvi í ríkisfelagsskapinum eisini trygdarpolitiskt. Greinin viðgjørdi trý handilssamstørv, sum kunnu vera ein avbjóðing fyri ríkisfelagsskapin, nevnliga:

- Ætlanaryvirlýsingin um handilsfrælsi, sum táverandi landsstýri undirritaði í fjør við Evrásiska tollsamveldi, har nøkur av londunum í fyrrverandi sovjettjóðveldinum eru limir.

- Ein møguligur komandi fríhandilssmáttmáli millum Føroyar og Russland.

- Samstarvið, sum Føroya Tele hevur við kinesisku telefyritøkuna Huawei í sambandi við at menna 5G-netmynstrið í Føroyum.

Martin Lidegaard, fyrrverandi danskur uttanríkisráðharri, ávarar í blaðnum um ta óhepna í tí, at Føroyar binda seg til Russland við einari fríhandilsavtalu. Lidegaard grundgevur millum annað soljóðandi fyri sínari ávaring:

“Hvis man gør sig for økonomisk afhængig af Rusland, så kan det misbruges, hvis Kreml ikke mener, man leverer det, de ønsker”.

Í somu grein úttala føroysku samfelagsfrøðingarnir Rógvi Ólavson og Sjúrður Skaale seg eisini um tær broytingar, sum henda í ríkisfelagsskapinum í løtuni. Teir eru báðir á einum máli um, at áhugin hjá stórveldunum fyri Føroyum er vaksin seinastu árini, og at hesin áhugi hevur havt við sær, at valdsjavnvágin millum Danmark og Føroyar hevur flutt seg.

Fútabannið minnir um sensur

Eitt er víst, at áhugamálini frá nevnda fundi millum umboð fyri landsstýri og kinesisku stjórnina, ið skulu verjast við fútabanni, mugu vera serliga viðkvom; tí at áleggja fjølmiðlum ella borgarum yvirhøvur fútabann, sum í hesum førinum minnir um sensur, er eitt serstakliga stórt inntriv í grundlógartryggjaða talu- og skrivifrælsið, hóast talan allarhelst eru um áhugamál, sum hava við trygd landsins og vælferð fólksins at gera.

Tað er komið fyri, at fjølmiðlar hava kunngjørt upplýsingar, hóast fútabann varð sett, grundað á, at fjølmiðilin metti, at upplýsingarnir høvdu stóran almennan og prinsipiellan áhuga og týdning fyri borgarar.

Keldur

Ársfrágreiðingar hjá FE (Forsvarets Efterretningstjeneste) 2018 og 2019 á heimasíðuni www.fe.ddis.dk

Árliga frágreiðingin hjá forsætismálaráðharranum um ríkisfelagsskapin, dagfest 12. apríl 2019, á heimasíðuni hjá fólkatinginum www.ft.dk

Grundlógin við viðmerkingum á heimasíðuni hjá fólkatinginum www.ft.dk

Heimasíðan www.altinget.dk

Heimasíðan www.arctic-council.org

Heimasíðan hjá Center for Militære Studier www.cms.polsci.ku.dk

Heimasíðan www.dimma.fo

Heimasíðan www.kristeligt-dagblad.dk

Heimasíðan www.naalakkersuisut.gl

Heimasíðan www.statsministeriet.dk

Kringvarp Føroya, sjónvarp og útvarp.

Kronik í Jyllands Posten við heitinum: “Der er behov for en ny aftale om sikkerhedspolitik i Arktis”. Rithøvundur: Peter Viggo Jacobsen, lektari.

Skjal við heitinum: Aftale mellem regeringen og Naalakkersuisut om dansk engagement i lufthavnsprojekt i Grønland og styrket erhvervssamarbejde mellem Danmark og Grønland, dagfest 10. september 2018. Heimasíðan hjá forsætismálaráðnum www.statsministeriet.dk

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður