Kjak

Tíðargrein: Fólkaræðið má fatast og útinnast breitt

Akropolis í Athen er ímyndin av fólkaræði (Mynd: Shutterstock)

Akropolis í Athen er ímyndin av fólkaræði (Mynd: Shutterstock)

2019-10-11 11:40 Author image
Henrik Weihe Joensen

Løgtingsvalið er av og borgarlig samgonga er skipað. Valluttøkan á løgtingsvalinum í ár varð sera stór, nærum 90% av teimum borgarum í Føroyum, sum høvdu atkvøðurætt, greiddu atkvøðu. Nógv fólk fegnast og siga, at ein so stór valluttøka ber brá av, at fólkaræði í Føroyum virkar fullgott. Ja, fólk hava rætt í tí, at tað er gott fyri fólkaræði, at borgarar í stórum tali greiða atkvøðu í sambandi við bæði løgtings- og kommunuval. Tí borgarin hevur eisini eina ábyrgd – saman við politiska valdinum – at tryggja eitt vælvirkandi fólkaræði, har valluttøkan er eitt av eyðkennunum.

Tíðargreinin, sum eg skrivaði í august mánaði í ár, snúði seg um ábyrgdina hjá politiska valdinum at tryggja eitt vælvirkandi fólkaræði, sum tekur atlit til mannarættindi. Henda tíðargrein tekur týdningarmikla táttin viðvíkjandi fólkaræðinum upp aftur, og roynir at geva eitt boð upp á, hví tað er neyðugt ikki at fata fólkaræði avmarkandi til bert ein spurning um, hvørt valluttøkan til løgtings- og kommunuval er stór ella lítil.

Valrættur og valluttøka eru tvey týdningarmikil og samanhangandi eyðkenni fyri eitt fólkaræðisligt samfelag, men ikki tey einastu. Tey eru fyritreytin fyri, at meirlutin av fólkinum fær valdið til at skipað samfelagið í breiðastu merking. Men hóast meirlutin hevur avgerðarrættin, so er ikki víst, at meirlutin altíð tekur røttu avgerðirnar. Er til dømis talan um, at atkvøðugreiðslan er tað týdningarmesta í einum máli, har tað er altavgerandi, at meirluti fæst fyri málinum, hóast málið ikki er mannarættindaliga burðardygt, so byggir samfelagið á meirlutaeinaveldi heldur enn fólkaræði.

Tí er fólkaræði ikki bara ein politisk stýringsskipan, har valrættur og valluttøka eru einastu parametur fyri, hvussu burðardygt fólkaræði er í Føroyum. Fólkaræði er líka so nógv ein spurningur um lívsáskoðan og mannarættindaligar hugsjónir um virðileika, javnrættindi og góða samtilveru – hugsjónir, sum hava røtur langt aftur í tíðina við støði í bæði náttúrurættinum og átrúnaðinum.

Týdniningarmikið er tí, sum greitt verður nærri frá í hesari greining, at fata fólkaræði í breiðastu merking og í tí sambandi, at búgvað landsins borgarar fólkaræðisliga alt lívsskeiðið.


Fólkaræðið hevur ymiskar týdningar – ein allýsing

Fólkaræðið – á útlendskum máli demokrati – er av grikskum uppruna, samansett av orðunum demos, ið merkir fólk, og krátos, ið merkir stýri. Fólkaræðið ella fólkastýrið er sostatt í upprunamerkingini ein politisk skipan, har yvirvaldið er staðsett hjá meirlutanum av fólkinum mótsett einaveldi (autokrati) og fámannaveldi (oligarki). Í Føroyum hava vit umboðsfólkaræði, sum hevur við sær, at borgarar velja nøkur fólk – politikkarar – til at umboða seg og taka avgerðir sína vegna.

Borgarin hevur tí ein dupultan leiklut í fólkaræðinum; bæði sum ein partur av yvirvaldinum, og sum ein undirgivin partur av sama yvirvaldi. Borgarin er tí bundin av teimum avgerðum, ið yvirvaldið hevur tikið. Hesin dupult-leiklutur borgarans verður eisini allýstur sum ein samfelagssáttmáli, ið borgarin hevur við statin. Samfelagssáttmálin er upprunaliga ein partur av náttúrurættinum, sum snýr seg um, at borgarin gevur vald frá sær til valdsharran, sum er kongur ella stjórnin í landinum, og fær afturfyri tryggleika og ein felagsskap. Ástøðið um samfelagssáttmálan varð í 1600-talinum ment víðari serliga av bretsku heimspekingunum Thomas Hobbes og John Locke.

Orðið fólkaræðið verður í dagligdegnum brúkt í ymiskum týdningum. Í fyrsta lagi er fólkaræði eitt stjórnarskipanarlag. Tað vil siga, hvussu er staturin skipaður, og hvussu er henda skipan orðað í einari stýriskipanarlóg (grundlóg). Í stýriskipanarlógini kemur viljin hjá statinum til sjóndar, hvussu almenni myndugleikin skal útinnast í verki við atliti at lóggávu, fyrisiting og rættargangi. Fólkaræðið er tí eisini eitt rættarligt og formligt hugtak.

Í eini nútíðar allýsing hevur fólkaræði eisini ein meira innihaldsligan týdning grundað á fíggjarviðurskifti og lívsáskoðan. Fíggjarligt fólkaræði hevur tætt tilknýti til ætlanarbúskap, t.e. ríkisstýrdur búskapur, har endamálið er, at landsins virðir skulu verða til ágóða hjá so nógvum borgarum sum gjørligt. Í týdninginum lívsáskoðan er fólkaræði ikki ein skipan ella læra, men ein menniskjasligur hugsanarháttur, sum ein fær til vega í privatlívinum, í viðurskiftunum við familju, grannar og samborgarar umframt í viðurskiftunum við onnur lond.

Ymiskar meiningar eru um, hvørjar kjarnu-eginleikar fólkaræði hevur. Er tað politiska stýrisskipanin, stjórnarskipanarlagið, fíggjarligur tryggleiki og javnrættindi fyri øll ella lívsáskoðanin og hugalagið? Danski løgfrøðingurin, Alf Ross, ið var høvuðsarkitektur handan heimastýrislógina frá 1948, hevði ta fatan, at kjarnin í einum fólkaræði, sum byggir á eitt politiskt rættarligt, fíggjarligt og menniskjasligt grundarlag, er tað politiska fólkaræðið.


Fólkaræðið hevur tætt tilknýti til mannarættindi – søguligt baksýni

Mannarættindi hava søguliga sæð havt eitt tætt tilknýti til fólkaræði, ið sum hugtak hevur eina langa menningartilgongd, sum byrjaði í Grikkalandi eini 500 ár áðrenn Kristi føðing. Men tað er ikki fyrrenn í endurburðartíðini og serliga í upplýsingartíðini, at fólkaræði, sum vit kenna tað í dag, mentist. Í upplýsingartíðini byrjaðu borgarar at seta spurnartekn við teir fyrimunir, ið aðalstættin hevði og hvussu valdið í landinum varð skipað við atliti at einaveldinum hjá kongi, sum segði seg hava heimildina beinleiðis frá Gudi. Í upplýsingartíðini byrjaðu borgarar í størri mun enn áður at umrøða samfelagsviðurskifti á einum vitbornum og frælsum grundarlagi. Tað var eisini í upplýsingartíðini, at frælsisrættindini viðvíkjandi talu,- savningar- og felagsfrælsinum vunnu frama í Evropa, har serliga Ongland og Frakland gingu á odda fyri at fáa hesi rættindi til sínar borgarar.

Nevndu frælsisrættindi, sum vóru partur av omanfyri nevnda samfelagssáttmála, ið staturin hevur við sínar borgarar, vóru ein verja hjá borgarum soleiðis at staturin ikki fekk alt ov stórar heimildir til at avmarka teirra frælsi í lóggávu. Í so máta vóru frælsisrættindini ein trygd fyri, at fólkaræði kundi mennast í samfelagnum og at meirlutastýri tók atlit til minnilutabólkar og samfelags-kritikkarar, umframt at borgarar kundu luttaka í almennum kjaki soleiðis at politiskir flokkar kundu stovnast.

Frælsisrættindini vórðu saman við tríbýtta valdsbýtinum, ið franski rithøvundin og samfelagsvísindamaðurin Charles Louis de Secondat de Montesquieu í 1748 var upphavsmaður til við bóka-stórverkinum “De l´Esprit des Loix”, sett inn í fleiri grundlógir í Evropa, eisini í Danmark í 1849. Hesi viðurskifti settu í verk byrjanina til eina fólkaræðisliga stýrisskipan ístaðin fyri kongalógina í Danmark, sum var løgfrøðiliga grundarlagið undir einaveldinum frá 1660.

Grundlógin, sum formliga staðfesti umskifti frá einaveldi til fólkaræði, varð sett í gildi í Føroyum í 1850. Endurreisingin av Føroya løgtingi í 1852 var ein avleiðing av, at fólkaræði varð sett ístaðin fyri einaveldi í danska ríkinum.


Búgvast fólkaræðisliga – borgarar og politiska valdið í felag

Fyri at tryggja eitt burðardygt fólkaræðisligt samfelag í dag og í komandi tíðum her í Føroyum, so er neyðugt, at fólkið í landinum frá ungum árum og alt lívsskeiðið verður búgvið fólkaræðisliga. Ein tílík fólkaræðislig búgving eigur at byrja á dagstovnum og í skúlum, og halda fram á hægri lærustovnum og arbeiðsplássum. Eisini í almenna rúminum og Kringvarpinum eigur fólkaræðisliga búgvingin at ganga fyri seg eitt nú við framløgum, fyrilestrum og kjakuppleggum.

Fólkaræðisliga búgvingin snýr seg um at varðveita og menna góðar siðareglur, at vit sum fólk eru upplýst, sum hevur við sær, at vit sum samborgarar ikki bert eru áhugaði í samfelagsviðurskiftum, tá tað snýr seg um egin áhugamál í smalastu merking.

Ábyrgdina av fólkaræðisligu búgvingini hava borgarar landsins saman við politiska valdinum, havandi í huga, at fólkið hevur givið politikkarum eitt álit og eina serliga ábyrgd at víðarimenna føroyska samfelagið til at verða fólkaræðisliga burðardygt. Men fólkaræði kann sum áður nevnt skjótt í verki vísa seg at verða eitt meirlutaeinaveldi, sum ikki virðir grundleggjandi mannarættindi, um ikki politiska valdið er at sær komið og skipar eitt rættvíst og burðardygt samfelag fyri øll, bæði tey sterku og tey veiku. Verjan av minnilutabólkum – bæði teimum, sum búgva her í Føroyum og teimum, sum vitja okkara land – er eitt týdningarmikið eyðkenni, hvussu vælvirkandi fólkaræði er í Føroyum.

Danski gudfrøðingurin, Hal Koch, skrivaði í bók beint eftir 2. veraldarbardaga, at fólkaræði kann ongantíð tryggjast, júst tí talan er ikki um eina skipan, men um ein lívshátt og eitt hugalag, sum skal veitast nýggjum ættarliðum. Tí er fólksliga upplýsingar- og uppalingararbeiði kjarnin í fólkaræðinum, skrivaði hann.

Verða borgarar landsins frá ungum árum ílætnir fólkaræðisligan hugsanarhátt í breiðastu merking, so eru fortreytirnar til staðar, at vit fáa politikkarar, ið tvørtur um politisk floksmørk virða tríbýtta valdsbýtið millum lóggevandi, útinnandi og dømandi valdið, og sum samstarva um at verja og menna grundleggjandi mannarættindi við atliti at rættinum til lív og tryggleika, frælsis- og javnrættindi, talu,- savningar- og felagsfrælsi og rættartrygd.

 

Henrik Weihe Joensen

Ráðgevi, Cand.jur. og Master í almennari leiðslu

 

Keldur

 

Álit um stýrisskipanarviðurskifti Føroya, skipan grundlógarinnar. Rithøvundar: Sjúrður Rasmussen et al. 1994.

 

Bókin við heitinum Hvad er demokrati? Rithøvundur: Hal Koch. 5. útgáva 1991. Gyldendal.

 

Bókin við heitinum Hvorfor demokrati. Rithøvundur: Alf Ross. 2. útgáva 1999. Nyt Nordisk Forlag Arnold Busck.

 

Bókin við heitinum Juraens 100 bedste historier – rettens kulturhistorie fra middelalderen til i dag. Rithøvundur: Ditlev Tamm, 2016.

 

Grein í føroyskum lógar riti við heitinum Færøernes statsretlige stilling i historisk belysning – mellem selvstyre og selvbestemmelse. Rithøvundur: Hans Andrias Sølvará, 2003.

 

Grein í Kristeligt Dagblad við heitinum Demokrati forudsætter, at den enkelte gør sin pligt. Skrivað av fyrrverandi formanninum í etiska ráðnum í Danmark, Erling Tiedemann, 2015.

 

Grein við heitinum Hvad er menneskerettigheder. Rithøvundur: Gorm Toftegaard Nielsen. Í bókini Menneskerettighedsdomstolen – 50 års samspil med dansk ret og politik. Thomson Reuters, 2009.  

 

Heimasíðan hjá UNESCO: www.unesco.org

 

Ritið Suverænitetsbegrebet under kontinuerlig forandring. Rithøvundar: Struwe, L. B. et al. Center for Militære Studier, 2012.

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður