Kjak

Tíðargrein: Altjóða sálarheilsudagur – javnvirði millum sjúkur

Sirið Stenberg, løgtingskvinna

Sirið Stenberg, løgtingskvinna

2019-10-11 12:50 Author image
Sirið Stenberg

Sálarsjúka hevur søguliga ikki verið tikið í nóg stórum álvara. Hóast sálarsjúka altíð hevur verið millum stóru sjúkubólkarnar, so hevur arbeiði við at skapa batar fyri hesi menniskju, ikki havt somu virðing og rúmd sum arbeiði við likamligu sjúkunum. Men tað er í stórari broyting. Tíbetur.

Fólk við sálarsjúku hava upplivað – og upplivað helst enn – at verða stigmatiserað og kanska eisini útihýst. Hetta kemur týðiliga til sjóndar, tá ið sálarsjúk siga sína søgu. Og tíbetur eru tað fleiri og fleiri fólk við sálarsjúku, sum siga sína søgu. Tað kunnu og skulu vit læra av. Við opinleika og kunning kunnu vit øll blíva klókari, og læra okkum at handfara støðuna soleiðis, at vit megna at rúma hesum søgum, og hesum menniskjum. Harvið kunnu hesar søgur gerast søga. Tí hvat kann vera verri enn stigmatisering og isolatión omaná tað at hava sálarligar trupulleikar.

Í stóran mun hava sálarsjúk livað undir vána korum, annaðhvørt í útlegd ella meira ella minni goymd burtur her hjá okkum. Og ofta bæði goymd og gloymd. Men tíbetur er siðaskifti í gongd og psykiatriin er í menning.


Psykiatriin nýggj í Føroyum

Í søguligum høpi er psykiatriin nýggj í Føroyum. Men fólk við sálarsjúku hava verið allar dagar. Tey hava bara ikki fingið ta hjálp tey hava havt fyri neyðini. Tað var ikki fyrr enn í 1968 at psykiatriin sá dagsins ljós í Føroyum. Tá bleiv fyrsti psykiatari settur, Árni Olsen, og straks var farið undir at byggja psykiatriska depilin. Árini frammanundan hevði mann sent nógv fólk av landinum til viðgerð, og mong vóru tey, og tær familjur, sum royndu sum frægast kring landið alt at hjálpa sínum sum best. Sorgarsøgurnar hava verið nógvar, og er hetta ein døkkur blettur í okkara søgu. 

Øll kenna vit dømi, at tá ið fólk eru likamliga sjúk so vekir tað umsorgan í okkum, og vit brýggja okkum um hvussu viðkomandi hevur tað. Vit ringja og spyrja, støkka inn á gólvið o.s.fr og vilja vita hvussu viðkomandi hevur tað. Tað er ikki altíð sama uppliving tí ið sálarsjúka rakar.


Tørvur á hugburðsbroyting

Fokus er nú á, at sálarsjúka ikki nýtist at vera kronisk, og at góðir møguleikar eru bæði at koma seg aftur, og at fáa tað betri. Hetta er vitan, sum gevur vón. Og hetta er nýggj vitan. Eg fekk prógv sum sjúkrarøktarfrøðingur í 1994 og tá var hetta ókent.

At styrkja sálarheilsuna er ikki bert eitt mál fyri heilsuverkið, men eitt mál fyri okkum øll. Tað er tørvur á hugburðsbroyting á sálarheilsuøkinum. Tað er tørvur á at varpa ljós á tær góðu søgurnar. Í almenna rúminum tosa við næstan ikki um, at fólk kunnu blíva frisk. Vit hoyra næstan ikki um, at sálarsjúka kann raka eitt tíðarskeið fyri síðan at ganga yvir, og at tað væl ber til at liva eitt gott og virkið lív við sálarsjúku. Menniskjað heldur enn diagnosan má vera snúningspunktið. Og so mugu vit eisini kunnu hyggja breiðari uppá, hvørja hjálp vit veita. Vit mugu arbeiða miðvíst við at styrkja sálarheilsuna, og leggja dent á hvørjar ressourcir og førleikar fólk hava til at meistra tær avbjoðingar, sum vit øll møta á vegnum.

Harvið ikki sagt, at vit ikki skulu viðgera tað, sum er trupult. Tað skulu vit eisini gera. Og her er sera tydningarmikið at sjúklingafeløg, áhugabólkar og onnur taka lut. 


Eru øll avvarðandi

Sálarsjúka rakar breitt og tykist vera vaksandi. Annar hvør er avvarðandi verður sagt. Sjálv eri eg av tí áskoðan, at vit øll eru avvarðandi, tí vit varða øll av hvør øðrum. Vit hava bæði eina samfelagsliga, menniskjaliga og etiska skyldu at taka hond um hvønn annan.

Seinastu árini eru stórir batar framdir á sálarheilsuøkinum. Økispsykiatriin er útbygd til at fevna um allar borgarar. Seingjadeildin er umvæld og fólk, sum høvdu havt fastan bústað á deplinum í áratíggju hava fingið varandi bústað. Dagtilboð til børn og ung er sett í verk. Fleiri starvsfólk eru sett og Fólkaheilsuráðið arbeiðir miðvíst við sálarheilsu. Vit hava eisini fingið eina nýggja sálarheilsuætlan við eini røð av tilmælum um hvussu vit skulu fara fram komandi árini. Vit í Tjóðveldi fara at arbeiða miðvíst við ætlanini.


Skipa ókeypis sálarfrøðiliga hjálp til børn og ung

Eitt av tilmælunum, sum vit fara at byrja við er at arbeiða fyri at fáa sett í verk eina skipan við ókeypis sálarfrøðiligari hjálp til børn og ung. Og vit fara eisini at arbeiða við tilmælinum um at víðka aldursmarkið hjá Gigni soleiðis, at tænastan kemur at røkka upp til 18 ár. Arbeiði er sett í gongd at skipa ein psykiatriska skaðastovu og vit fara sjálvsagt at fylgja tí arbeiðnum neyvt, so vit tryggja at tað kemur á mál.

Heimsheilsustóvnurin WHO hevur víst á, at um vit ikki arbeiða við einum breiðum heilsuhugtaki og taka sálarheilsuna við, so røkka vit ikki málinum um javnvirði í heilsu, sum er eitt mál í sjálvum sær.

Nú farið er undir útbyggingina á Landssjúkrahúsinum verður psykiatriin partur av vanliga sjúkrahúsinum. Á jøvnum føti við hinar sergreinarnar. Ikki løgd til viks, sum søguliga hevur verið gjørt.  

Øll hava vit sama tilverurætt, og tí mugu vit halda fast í.

Tað má ikki vera sum í yrkingini hjá Hans Andreas Djurhuus í yrkingini “Tey standa og vagga og tráa” har øksini á akrinum ilskast á eitt teirra, ið er øðrvísi.

“Men dáin stendur í iva

Og hann hevur ymsan lit;

“Eg havi væl loyvi at liva

her líka so væl sum tit”

Góðan sálarheilsudag øll somul.

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður