Tí skalt tú ikki drekka og koyra bil

Tí skalt tú ikki drekka og koyra bil

Les um, hvussu rúsdrekka ávirkar førleikan at koyra bil

(Mynd: Egå Sejlklub)

2018-11-22 15:44 Author image
Turið Justinussen

Ráðið fyri Ferðslutrygd og Trygd ávara ímóti rúsdrekkakoyring, nú tey mongu jólaborðhaldini við familju, vinum og starvsfeløgum standa fyri gátt. Men hvat er tað júst, ið ger samansetingina av rúsdrekka og tað, at koyra bil so hættisliga?

[object Object]

Ráðið fyri Ferðslutrygd og Trygd minna komandi dagarnar føroyingar á at steðga rúsdrekkakoyring. Brynhild Høgnadóttir, stjóri í Ráðnum fyri Ferðslutrygd, sigur soleiðis:

[object Object]

- Sært tú eitt vinfólk ella ein familjulim, sum rótar eftir billyklunum, er umráðandi at tú tekur støðu. Tað kann vera nóg mikið bara at spyrja:”Ert tú vís/ur í, at tú skalt koyra?” Hetta kann vera tað, sum fær hann ella hana at hugsa seg um og lata bilin standa.

Hugburðarkaningar vísa greitt, at rúsdrekkakoyring er ikki góðtikin millum føroyingar, og at tey flestu siga seg vilja forða øðrum at koyra ávirkað. Hetta sæst aftur í talinum á ferðsluvanlukkum við rúsdrekka:

[object Object]

Talið av fólkum, ið eru tikin fyri rúsdrekkakoyring í Føroyum er sambært hagtalsyvirliti hjá løgregluni, minkað nógv seinastu árini. Í 2008 var talið 151 og í 2017 var tað 19. Stjóri í Trygd, Brian Smedemark, sigur tó, at: 

Hóast talið á rúsdrekkavanlukkum er minkandi, er tað framvegis eitt kent vandamál

- Hóast talið á rúsdrekkavanlukkum er minkandi, er tað framvegis eitt kent vandamál. Tí er umráðandi at varpa ljós á vandan fyri at hindra høpisleysum skaðum og brotnum mannalagnum.

Soleiðis ávirkar rúsdrekka førleikan at koyra bil
Tað er bæði ólógligt og lívshættisligt at koyra bil ávirkaður, men hvat er tað júst, sum ger samansetingina av rúsdrekka og at koyra bil so hættisliga?

Rúsdrekka ger, at ein sær verri, eins og tað økir um reaktiónstíðina og elvir til trupulleikar við at fata ymiskar støður.  

[object Object]Í samrøðu við dr.dk, greiðir Morten Grønbæk, ið er professari og granskari í rúsdrekka frá, at við eini promillu á 0,2 verður ein ávirkaður soleiðis:

- Sjónin verður í minni mun ávirkað. Tað gerst truplari hjá eygunum at skifta millum myrkar og ljósar kringumstøður.

[object Object]

Tá promillan liggur um 0,5 økist tín reaktiónstíð, og tá er trupult at fyrihalda seg til nógv ting í ferðsluni í senn. 

- Tað gerst eitt nú torførari at varnast reytt ljós og hyggja út gjøgnum síðuspeglini, sigur hann.

- Tú kanst eisini gerast óvandin og taka fleiri kjansir í ferðsluni, sigur Morten Grønbæk, ið hóast alt, heldur 0,5 vera eitt sømiligt promillumark í Danmark. 

[object Object]Í ferðsluni skal ein hava eyguni eftir mótkoyrandi, ferðsluskeltum, fótgangarum og ferðsluljósum, men er promillan á 1-2 gerst ein dølskur og móður. Tað gerst torførari at hugsavna seg, og javnvágin verður ávirkað. Reaktiónstíðin verður munandi økt, og hóast øll ikki merkja ávirkanina av rúsdrekkanum eins væl, sigur Morten Grønbæk:

- Fólk, ið ofta drekka rúsdrekka, uppføra seg kanska ikki serliga full. Og tey føla kanska eisini, at tey kunnu stýra tí. Men tað snýtir: Í eini álvarsamari støðu í ferðsluni fara tey ikki at hava lætt við at stýra tí. Og tað kann vera vandamikið, um man ikki veit betri. Fólk, ið ikki eru von at drekka, eru ofta meira tilvitaði um hvussu [object Object]full tey eru.

Sambært eini bretskari kanning á Transport Research Laboratory í 2008, økist reaktiónstíðin við 12 prosentum, tá promillan er 0,8, ið er promillumarkið í Stóra Bretlandi. Koyrir ein eitt nú 80 kilometrar um tíman, kann økta reaktiónstíðin muna við meira enn tíggju metrum. 

[object Object]Við eini promillu á 2-3, kann ein uppliva minnismiss og at svíma:

- Tú hevur fullkomiliga mist tamarhaldið á tínum rørslum, sigur Morten Grønbæk.

[object Object]Í hesu støðu, kann tað fyri mong tykjast torført bara at seta seg inn í bilin, og liggur promillan langt yvir trý, kunnu kyknurnar í heilanum, ið syrgja fyri, at ein andar, doyvast:

- Tá promillan er yvir fýra, ert tú helst uttan vit, og tú kanst vera í lívsvanda, sigur Morten Grønbæk.

Kvinnur og eldri fólk gerast skjótari full 
Promilla merkir ”fyri hvørt túsund”, og tað vil siga, at ein promilla svarar til ein túsundapart av vætuni í kroppinum. 

Sambært Patient Håndbogen, tærir og spjaðir rúsdrekka seg lætt í vatnhavnan vevnað í kroppinum sum blóð og vøddamassa, og orsøkin til at menn tola meira enn kvinnur, er millum annað, at 

  • Menn hava meira vætu í kroppinum, tí teir hava ein størri vøddamassa. Tískil gongur longri tíð, áðrenn teir verða fullir. Rúsdrekka býtir seg í 60-80 prosent av kropsvektini hjá monnum og 50-70 prosent hjá kvinnum.

  • Í maganum eru ensym, ið niðurbróta rúsdrekka. Mongdin av ensymum er skiftandi frá persóni til persón, men vanliga hava menn størri ensymvirkni enn kvinnur.  Tá ein drekkur nógv, ella tá ein er svangur, hevur niðurbrótingin lítlan týdning. Men hevur ein etið nógv, verður áleið 30 prosent av rúsdrekkanum niðurbrotið í maganum.

- Kvinnur hava lutfalsliga meira feitt á kroppinum, og ert tú ein lítil kvinna, fært tú skjótari eina høga promillu samanborið við ein stóran mann, sigur Morten Grønbæk við dr.dk.

Sambært Sundhedsstyrelsen minkar vætumongdin í kroppinum við aldrinum, og eldri fólk fáa tískil skjótari eina hægri promillu. Sum ein eldist, tolir kroppurin verri og verri rúsdrekka. Rúsdrekka kann eitt nú økja um hjáárin av heilivági, ein tekur og minka um ta ynsktu ávirkanina.

Hvat er ein alkoeind?
Sambært Fólkaheilsuráðinum, er ein alkoeind er 12 gramm (1,5 cl) av reinum [object Object]rúsdrekka. Hetta svara umleið til tað, sum finst í einum pilsnara, einum glasi av víni ella einum sjussi við 3-4 cl. Ein fløska av víni svarar til umleið 6 alkoeindir.

Við at falda mongdina av sentilitrum við rúsdrekkaprosentini og dividera tað við 100 falda við 1,5 fært tú svar uppá, hvusus nógvar alkoeindir, talan er um. 

Nær eri eg koyrifør(ur)?
Sambært Patient Hondbogen, er ein frymil, ið kann nýtast at rokna út, hvussu høg promillan hjá einum er:

  • Fyri kvinnur:
    • Rúsdrekka í grammum / (kropsvekt í kilo x 60 %) - (0,15 x tímar frá tí, tú byrjaði at drekka) = promillan
  • Fyri menn:
    • Rúsdrekka í grammum / (kropsvekt í kilo x 70 %) - (0,15 x tímar frá tí, tú byrjaði at drekka) = promillan

Eitt yvirlit er yvir, hvussu nógv gramm er í teimum ymisku sløgunum av rúsdrekka. 

Frymilin er tó ikki heilt eftirfarandi, tí tað eru ymisk onnur viðurskifti, ein eisini skal taka atlit til.

Sambært Trygd og Ráðnum fyri Ferðslutrygd, gerst hetta skjótt eitt trupult roknistykki. Drekkur ein seg til promillumarkið og roynir at rokna út, hvussu nógvar alkoeindur ein brennir, og síðani sannførir teg um, at tú ert koyriførur, men ikki ert tað, kann tað fáa vanlukkuligar avleiðingar bæði menniskjaliga, heilsuliga og fíggjarliga. Tískil mæla Trygd og Ráðið fyri Ferðslutrygd til, at um tú ivast, lat tá bilin standa.

[object Object]

 

Meira langlesnaður