Thor selur gamalt skip til Jordan

2016-06-24 08:30 Author image
Dimma

Herfyri boðaði Thor í Hósvík frá, at trý av teirra frálandaskipum, Thor Server, Thor Guardian og North Starv vórðu sett á sølulista – og í hesi vikuni er eitt teirra, Thor Server, selt úr stóra flotanum av frálandaskipum hjá Thor. Skipið hevur inntil nú ligið í Esbjerg saman við hinum báðum skipunum, sum eru til sølu.

Thor Server er bygdur í 1978 í Singapore, og hevur havt heimstað í miðamerikanska landinum Belize.

Tá Thor fór inn í frálandavinnuna var tað við fleiri gomlum skipum, sum gjørdust rættiliga nógv í tali. Hetta var tó ikki nøkur varandi loysn, og skipafelagið legði seg eftir at endurnýggja flotan so við og við. Fyrst komu Thor Omega og Thor Alpha í 2008, sum bæði vórðu gjørd endaliga klár á skipasmiðjuni á Skála.

Síðan gingu nøkur ár, áðrenn felagið fór undir at byggja fýra nýggj frálandaskip í Besiktas í Turkalandi, Thor Frigg, Thor Freya, Thor Magni og Thor Modi, sum vórðu latin reiðarínum í 2015. Tískil hevði reiðaríið seks nýggjari skip at bjóða fram á marknaðinum.

Tað serliga við teimum fýra nýggjastu skipunum er, at tey hava ein tíggju ára sáttmála við frálandafelagið PGS, sum hevur fleiri seismikkskip. Hetta felagið er eins og so nógv onnur rakt av kreppuni á oljumarknaðinum, og hava havt skip liggjandi við bryggju, tí einki arbeiði hevur verið. Men hetta hevur ikki ávirkað Thor, tí langtíðarsáttmálarnir tryggja inntøkurnar.

Øll tey nýggjastu skipini hjá Thor eru í dag í arbeiði, meðan fýra av teimum gomlu liggja – nú er so eitt av hesum selt burtur av.

  

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Author image Kartin L. Hansen
At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen

Meira langlesnaður