Heimatíðindi

Theresa og Emil yvirtaka Hotel Bakkan

Hotel Bakkin í Vági fær nú nýggjar eigarar. Mynd: Google Streetview

Hotel Bakkin í Vági fær nú nýggjar eigarar. Mynd: Google Streetview

2020-05-17 20:44 Author image
Sveinur Tróndarson

- Hetta er í grundini ein dreymur, sum gongur út. Í fleiri ár havi eg spælt mær við tankan um eitt “guesthouse”, og tá møguleikin nú stakk seg upp, valdu vit at taka av.

Tað sigur Theresa Turidardóttir Kreutzmann, sum saman við manninum, Emil L. Jacobsen, fyrrverandi blaðstjóra á Dimmalætting, hevur yvirtikið gistingarhúsið í Vági, Hotel Bakkan.

Frammanundan hava tey kaféina, Glasstovan, á Tvøroyri, og við hesum taka tey enn eitt stig inn í ferðavinnuna í Suðuroy.

Hví taka tit hetta stigið nú?

- Í mínari verð liggja nógvir møguleikar í ferðavinnuni í Suðuroynni. Áhugin fyri oynni veksur og tað koma fleiri og fleiri fólk hendavegin, og tað vilja vit fegin vera partur av, sigur Theresa Thuridardóttir Kreutzmann.

Tað vóru skyldfólk hjá henni, sum áttu gistingarhúsið frammanundan, og onkuntíð hevur verið tosað um, at tey bæði skuldu yvirtaka. Men tá hava umstøðurnar ikki verið til tað, og tí er ikki meira hent.

- Umstøðurnar broyttust nokkso nógv, nú koronasmittan rakti, og tá vit aftur fóru at tosa um tað gjørdu vit av at taka av møguleikanum, sigur hon.

Avtalan hevur við sær, at hjúnini keypa partafelagið, sum eigur gistingarhúsið í Vági, sum hevur tíggju kømur og eina matstovu.

Sum vera man, tá nýggir eigarar koma framat, so skal ymiskt gerast, og soleiðis er eisini í hesum føri. Men Bakkin verður ikki endavendur frá degi til dag, leggur hon dent á.

- Sjálvandi er okkurt, sum skal gerast, og tað fara vit í holt við nú. Men vit taka tað í smáum, so vit fáa dagført hotellið so við og við. Tí verður tað fyrsta gjørt soleiðis, at vit skulu vera liðug til Jóansøku, sum í ár verður í Vági vikuskiftið 20. og 21. juni. Tað kann væl vera, at hon ikki verður sum hon plagar, men tá skulu vit vera klár, sigur Theresa Turidardóttir Kreutzmann.

Prísurin fyri hotellið er ikki almennur.

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður