Uttanlands

Theresa May fekk aftur krakk í dag

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2019-03-29 16:10 Author image
Ingi Samuelsen

Heldur ikki triðju ferð eydnaðist tað bretska forsætisráðharranum, Theresa May, at fáa Brexit til at eydnast, sum hon vildi.

Við atkvøðunum 344 ímóti og 286 fyri varð hennara boð um eina fráfaringarvtalu seinnapartin vrakað íbretska undirhúsinum.

Theresa May segði av talarastólinum, eftir at hava tapt atkvøðugreiðsluna við 58 atkvøðum, at best nú nokk er at útseta brexit og luttaka á komandi valinum til ES-tingið.

ES-forsetin, Donald Tusk, hevur gjørt av at kalla inn til kreppufundar 10. apríl, skrivar hann á Twitter.

Avtalan, sum varð vrakað av bretska tjóðartinginum í dag, snúði seg um eina skiftisavtalu, sum Theresa May og hennara fólk høvdu fingið upp á pláss við ES.

Talan var um rættindi hjá ES-borgarum í Bretlandi og um hvørji rættindi bretar skulu hava í øðrum ES-londum, um gjaldið fyri at fara úr felagsskapinum og ikki minst umstrídda ’backstop’ið, sum skuldi tryggja, at tað ikki verður eitt ’hart’ mark millum ES-landið Írland og Norðurírland, sum er partur av Bretlandi.

Sostatt má Theresa May nú kanna aðrar møguleikar fyri at koma víðari fram á leið, skrivar Ritzau.

Ein møguleiki er, at tjóðartingið biður um eina longda brexit-avtalu fyri at bretar fáa tíð til at finna útav, hvat tey sjálvi vilja. Hetta krevur, at allir stjórnarleiðararnir í ES-londunum ganga við til hetta, og tað er als ikki givið.

Hetta merkir, at bretar skulu velja til ES-tingið eins og øll hini londini. Ætla bretar at halda val, skal hetta avgerast innan 12. apríl.

Um ikki, so fer Bretland úr ES uttan nakra avtalu, sokallaða no-deal, henda dagin.

Theresa May hevði undan atkvøðugreiðsluni boðað frá, at hon fór at leggja frá sær sum forsætisráðharri, um avtalan varð samtykt. Men tann gularótin varð sostatt heldur ikki nóg lokkandi til at fáa tey ivasomu at atkvøða fyri, skrivar Ritzau.

 

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður