Heimatíðindi

Klumma: Shopping in the promised land

2016-09-24 13:00 Author image
Dimma

Leingi, ja so leingi eg kann minnast, har Carrie og Mr. Big áttu mína tíð frammanfyri sjónvarpinum, havi eg droymt um at shoppa í Bloomingdales – og so hendi tað, dagurin var komin og Bloomingdales skuldi upplivast. Eg fann mína innaru Carrie fram, og kuffertið bleiv endavent, stílurin skuldi jú pussast av, skuldi tað verða tær reyðu ella tær svørtu stilettirnar?? Aftaná eg hevði gingið catwalk frammanfyri manninum um, hvørjar tað skuldu vera, mátti eg staðfesta, at hitin og føturnar kravdu sítt, so stilettirnar blivu sendar aftur í kuffertið og Nike feel free (halló, eitt sindur yvirdrivið ha? feel free??) blivu hálaðar fram og settar á føturnar, so nemt og bekvemt bleiv tað til ístaðin – má siga, at tað var ikki gamalt, tá var tað, at man mátti “lide for skønheden.”

Hurðarnar til Bloomingdales fóru upp, og so var man har – in the promised land – tað glitraði og luktaði og allir sansir vóru tiknir í brúk, men tað gekk ikki leingi, so byrjaði eg at fáa kensluna av, at eg var við solkysten í Spania, so áloypandi vóru sølufólkini – munurin var tó, at við solkysten kostar tað mesta kr. 123,50 og her kr. 3023,50 og uppeftir. Aftaná 23 ymiskir luktir av parfumu vóru pístaðir á meg, og maðurin hevði keypt eina schweiziska húðseriu frá einari aggressivari ukrainskari seljarakonu, sum segði, at hann hevði very dry skin og ikki kundi liva hetta fyriuttan, stóðu vit við rullitrappuna – haldi, eg hevði mist eitt sindur mótið, men tá helt maðurin fyri – nei túw, nú hava vit travaljað gøtu upp og niður fyri at koma her, nú er ikki at geva upp – so næsta etaga bleiv inntikin, heldur frægari við aggressivu seljarunum, og fyri hvørja etagu, vit komu upp (tað bleiv dýrari og dyrari) fall meiri friður yvir. Tá vit stóðu á topfloor, har alt andaði frið og lekkurheit, skilti eg hatta við the promised land, tí har kundi man gott flutt inn. Ímillum Armani, Gucci og Prada stóðu vit og hugdu í eyguni á hvørjum øðrum og byrjaðu at flenna eftir tí komiska við, at eg stóð har við einum 15.000 kr. Armanikjóla í hondini og eingin spurdi eftir American Express, men á groundfloor bleiv man nærmast álopin fyri at selja eina parfumu fyri ein tjúgundapart – kanska var tað, tí tey beinanvegin spottaðu, at vit nokk ikki vóru seriøsir keyparar, men eg hugsi, at um eg bleiv spurd "how would you like to pay?" so hevði eg møguliga verið í tí øtiligu støðu at staðið á 3rd Avenue við einum brennandi innihaldi í ikoniska Bloomingdales posanum og einum reyðgløðandi visakortið. So glað var eg tá eg stóð á gøtuni aftur uttan famøsa kjólan og visakortinum inntakt… og tó kanska næstu ferð so verður tað...

  

  

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Meira langlesnaður