Heimatíðindi

Tey í sóttarhaldi fáa sjúkradagpening

savnsmynd

savnsmynd

2020-03-19 16:40 Author image
Bryndis Hjartardóttir

Hjálparpakkin, sum tingið samtykti hevur við sær broytingar í Sjúkradagpeningarlógini. Broytingarnar skulu hjálpa bæði løntakarum, ið gerast sjúkir, og fyritøkum, ið noyðast at rinda løn undir sjúku boðar Almannaráðið frá.

Sambært broyttu lógini fáa løntakarar og sjálvstøðug vinnurekandi, sum eru sett í sóttarhald av heilsumyndugleikunum, ella sum heilsumyndugleikarnir hava mælt til at fara í sóttarhald, nú eisini dagpening. Harafturat kunnu sjálvstøðug vinnurekandi og stjórar í egnum feløgum, sum ikki hava teknað trygging sambært dagpengalógini, nú fáa dagpening frá fyrsta degi, tey tekna trygging sambært dagpengalógini.

Ein afturrindanarskipan verður gjørd fyri privatar arbeiðsgevarar, sum gjalda løn undir sjúku. Hesir arbeiðsgevarar fáa afturgoldið lønarútreiðsluna, tó í mesta lagi við eini upphædd, sum svarar til sjúkradagpening. Áður skuldu arbeiðsgevarar altíð rinda fyri 1. og 2. fráverudag í sambandi við sjúku. Nú er hetta broytt, soleiðis at tá talan er um COVID-19, rindar landskassin frá fyrsta fráverudegi.

Vit er øll í einari serstøðu. Farsóttin hevur við sær, at nógv fólk eru, sum ikki sleppa til arbeiðis. Hetta kann ganga serliga hart út yvir tær fyritøkurnar, sum skulu rinda løn undir sjúku, og tí eru hesar broytingar gjørdar í dagpeningalógini, sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna í almannamálum, á heimasíðuni.

 

Hjálparpakkin fær afturvirkandi kraft, og kemur í gildi hósdagin 12. mars. Tá boðaði løgmaður frá herdum tiltøkum fyri at basa nýggju koronasmittun.

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður