Heimatíðindi

Tann óhøgliga samrøðan

Mary C. Namagambe

Mary C. Namagambe

2020-07-23 19:16 Author image
Katrin Johannessen

Óhøgliga samrøðan
Mary Consolata Namagambe lesur jura og hevur stovnað fyritøkuna She for She. Hon hevur eisini stovnað felagsskapir so sum UVU og N-word Hurts í stríðnum móti rasismu. Sunnudagin 26. juli talar hon til tiltalkið Tann óhøgliga samrøðan í samband við Faroe Islands International Minority Film Festival. Men hvat er tann óhøgliga samrøðan?

-Tann óhøgliga samrøðan, er tann har tú noyðist at tosa við tína familju og vinir og greiða teimum frá, at tað tey hava gjørt ella sagt er rasistiskt og særandi. Tíverri fokusera fólk ofta meir á tað, at tey verða kallað rasistisk og leggja minni í at hyggja inneftir og hugsa um, hvussu teirra orð og gerðir ávirka onnur, sigur Mary C. Namagambe. 

Hon heldur tað vera keðiligt, at tað ofta eru tey svørtu sjálvi, sum noyðast at taka tær samrøðurnar. Tað hevði verið betri, um onnur fólk høvdu gjørt meir við at tala at í støðum, har svørt eru fyri mismuni ella rasistiskum viðmerkingum. Hetta hevur hon fleiri ferð upplivað sjálv. 

Á einum fyrilestri á universitetinum, segði ein lærari um einhvønn ‘vit vita jú at hann er bara ein nekari’. Ongin av hennara hvítu lestrarfelagum, søgdu nakað, men vendu sær bert við og hugdu at henni. Sum um tey bíðaðu eftir, at hon sjálv skuldi siga okkurt. Hon hevði eisini eina keðiliga uppliving á einari ferð í Spania við tveimum vinkonum. Einari hvítari og einari asiatiskari.

-Vit stóðu í kø í einum handli, tá ein familja stillaði seg framman fyri okkum. Eg gjørdi blídliga vart við, at vit stóðu í kø og tey áttu at stilla seg aftan fyri okkum. Tey svaraðu ikki, men tosaðu sína millum á sponskum. Eg skilti ikki, hvat tey søgdu, tí eg skilji ikki spanskt. Tó skilti eg apuljóðini tey byrjaðu at gera. Bæði tey vaksnu og børnini gjørdu apuljóð og gálvaðu sum apur. Vinkonurnar søgdu onki, og skiltu ikki heilt, hví eg var so kedd, tá vit komu út úr handlinum, sigur hon. 

Sleppa ikki inn í dansistøð
Men tað er ikki bert uttanlands, hon hevur havt rasistiskar upplivingar. 

- Við smáum viðmerkingum og skemti verða vit mint á, at vit eru longri niðri í hierarkinum. Tað kemur so eisini til sjóndar millum annað við, at vit verða nokta atgongd til dansistøð, fremmand fólk vilja ikki sita viðsíðunar av okkum og fólk kalla okkum nekarar og biðja okkum fara aftur haðani vit eru komin.

-Eg kenni tað ofta sum, at eg kann aldrin verða nóg donsk. Eg tosi flótandi danskt og lesi jura í Keypmannahavn. Men eg kenni tað enn, sum um fólk ikki síggja meg sum danska. Tey tosa altíð enskt við meg, sigur hon.

Eisini tá hon var yngri, var hon varug við at hon var øðrvísi enn flestu vinkonurnar og hon kendi tað, sum hon ikki hevði líka stóran týdning sum tær. 

-Eg fann ikki sminku í mínari húðfarvu, frisørir dugdu ikki at fáast við mítt hár og bløð sum eg las, sum Vi Unge, høvdu aldrin myndir av svørtum gentum. Idealið var eitt annað og eg kundi aldrin liva upp til tað. Eg kendi meg øðrvísi og sum eingin hugsaði um, at eg yvirhøvur var til. Eg kendi meg ikki týdningarmikla. Eg var enn einaferð lægri í hierarkinum. 

Einsamøll í smærri støðum
Hon greiðir tó frá, at sjálvt um hon hevur upplivað rasismu og at rasisma eisini finst í størri býum so sum Keypmannahavn, so er hon glað, at tað var har, hon vaks upp og ikki útjaðarinum. 

-Sjálvandi finst rasisma eisini í Keypmannahavn, men tá eg tosi við svørt fólk, sum eru vaksin upp uttan fyri størri býirnir, so hava tey verið meir einsamøll við teirra upplivingum av rasismu, enn vit, sum hava búð í størri býum, har fleiri svørt fólk eru. 

-Tey hava kanska ikki havt onnur svørt at spegla sær í ella tosa við um teirra upplivingar, sigur Mary C. Namagambe.

Brúka humor
Hon sigur frá, at hon hevur einaferð tosað við ein svartan, sum er uppvaksin í Jútland. Hann varð kallaður Nekara-Thomas av teimum, har hann búði. Hann plagdi bara at flenna við og kalla seg sjálvan so og sjálvur siga slíkar skemtisøgur hóast tað var særandi.

-Summi svørt fólk spæla bara við uppá slíkar vittigheitir. Ikki tí tey halda tað vera stuttligt. Men tí tað er so torført einsamallur at tala at. Ein orkar ikki at taka ta óhøgligu samrøðuna, sigur Mary C. Namagambe. 

 

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður