Heimatíðindi

Tenn av Velbastað birta vón um størri verkætlan

Mynd: Tjóðsavnið

Mynd: Tjóðsavnið

2018-10-31 13:53 Author image
Turið Justinussen

Mannatenn vóru funnar, tá Tjóðsavnið Í 2016 og 2018 stóð fyri fornfrøðiligum útgrevstri niðri á Bakka á Velbastað. Ætlanin var, at útlendskir, fornfrøðiligir serfrøðingar skuldu gera neyvari kanningar av tonnunum. Hetta ber ikki til, tí standurin á tonnunum er ov vánaligur. Tó kunnu tær hava birt eina vón um eina størri verkætlan, har fleiri tenn, sum eru funnar ymstastaðni í Føroym, verða kannaðar

Búseting hevur verið niðri á Bakka síðan landnámstíðina, men í miðøld fluttu fólk longur niðan í lendið, har bygdin er nú. Síðani hevur brimið máað tað mesta av elstu búsetingini burtur, og eftir stendur bert ein vallað kirkja- ella bønhústoft við kirkjugarði rundan um.

Tenn eru meira mótstøðuførar enn bein
Fornfrøðiligi útgrevsturin varð framdur á staðnum, fyri at fáa vátta, at talan veruliga var um ein kirkjugarð við menniskjagrøvum, sum søgur á Velbastað siga frá, og sum fornfrøðingar áður hava tulkað hesar toftir.

Í kirkjugarðinum vórðu smáar spjaddar steinsetingar funnar og undir teimum komu tey niður á gravir. Umhvørvið og sjórok høvdu gjørt, at næstan einki var eftir av beinagrindunum í grøvunum. Bert nakrar tenn.

Tá fyrstu tenninar vórðu tiknar upp úr moldini, var standurin so ringur, at ivamál var um, um talan var um manna- ella djóratenn. Jakku Heinesen, tannlækni staðfesti, at tenninar vóru mannatenn. Talan var tí um gravir í einum fornum kirkjugarði.

Tenn hjá fimm fólkum blivu skrásettar. Tinna Dianudóttir Hentze, ið var ein av teimum fýra fornfrøðilesandi, ið luttóku í útrgrevstrinum á sumri 2017, fekk, útfrá slitinum á tonnunum, staðfest aldurin á teimum deyðu. Í eini grøv lá eitt fólk, ið var millum 20 og 30 ár, tá tað doyði. Í eini aðrari grøv, var tað bara ein jaksil, ið var nóg væl varðveittur til at kunna staðfesta aldurin. Jaksilin vísti seg at vera ein mjólkatonn, og talan var tískil um eitt barn millum tvey og tíggju ár.

Standurin ov vánaligur
Ein silvurmyntur var funnin, ið kundi tíðarfestast til fyrst í 900 talinum, men til tess at tíðarfesta grøvurnar neyvari, var ætlanin at fáa útlendskar serfrøðingar at kanna tenninar nærri. Á verkstovum uttanlands ber nevniliga til millum annað at gera C-14 tíðarfestingar, strontium-, kol- og køvievnikanningar.

Helgi Michelsen, fornfrøðingur á Tjóðsavninum sigur:
- Tað síðsta, vit vistu var, at standurin av tonnunum ivaleyst var so mikið vánaligur, at serfrøðingarnir ikki fingu gjørt neyðugu kanningarnar.

Hesar tríggjar kanningarnar, strontium-kanning, DNA-kanning og C-14-tíðarfesting, kunnu geva neyvar upplýsingar og ábendingar, er tað lívrunnað tilfarið nóg væl varðveitt. Strontium-kanningin kann eitt nú staðfesta hvørjar liviumstøður, fólkini hava havt, um fólkini í grøvunum eru uppvaksin á staðnum, har tey eru grivin, ella um tey koma aðrastaðni frá, til dømis úr Skandinavia ella bretsku oyggjunum. Ein DNA-kanning kann eitt nú staðfesta hvønn eygnalit viðkomandi hevur havt. Verður ein C-14-tíðarfesting gjørd, kann hon, sum orðið sipar til, tíðarfesta eitt fund, og sigi nakað um aldurin á fólkunum. Hetta ber til, tí lívrunnið tilfar, til dømis tenn, innihalda eina ávísa nøgd av radioaktivum evnum, sum niðurbrýtist við tíðini. Útfrá upprunanøgdini og nøgdini av radioaktiva evninum, tenninar hava, ber so statt til at staðfesta aldurin, og nær viðkomandi doyði.

Áhugi fyri størri tannverkætlan
Fornfrøðingurin á Tjóðsavninum, Helgi Michelsen sigur, at trupulleikin í hesum førinum er, at so lítið er eftir av tonnunum:
- Tað er næstan bara emaljan, tað uttasta av tonnunum, ið er eftir. Kanska ein tonn er brúkilig.

Tó sigur hann, at tey á Fornfrøðideildini á Tjóðsavninum eisini hava aðrar tenn. Hesar eru funnar á Sandi og í Tjørnuvik. Helgi Michelsen heldur tí, at tað kundi verið viðkomandi at fari undir eina størri tannverkætlan:
- Tað hevði verið ógvuliga spennandi at gjørt eina størri verkætlan burturúr hesum tonnum og møguliga funni útav, um tær stava frá sama fólkaslagi.

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður