Heimatíðindi

Teldusníkarnir settu ferð á lógararbeiðið

null

null

2018-11-03 11:59 Author image
Georg L. Petersen

Álopið á nic.fo fekk ferð á arbeiðið í Vinnumálaráðnum at skipa økið við lóg, og at endurskoða hvussu FO-umsitingin verður sett saman og virkar – arbeiðið varð annars so smátt byrjað, tá Gjaldstovan gjørdi vart við nakrar trupulleikar

– Longu tá vit vit fingu brævið frá Gjaldstovuni, fóru vit at kanna eftir, um vit skuldu gera eina lóg um økisnøvn. Nú tá álopið kom, settu vit ferð á arbeiðið, hóast tað sum so einki hevur við teldusníkar at gera.

Tað sigur Herálvur Joensen, aðalstjóri í Vinnumálaráðnum. Eisini har vaknaðu tey sum við kaldan dreym, tá tað gjørdist greitt, at teldusníkar høvdu yvirtikið nic.fo, har øll tey føroysku økisnøvnini eru skrásett. Tíbetur vóru øll dáta flutt til London áðrenn hetta, so tað bar til at sløkkja skipanina í Føroyum, og byggja hana uppaftur í London, har dátuni vóru goymd. Vórðu dátuni ikki goymd í London, høvdu teldusníkarnir fingið fult vald á øllum føroyskum økisnøvnum. Varð skipanin tá sløkt, kundi .fo økisnavnið ikki brúkast, og at kalla internetið í Føroyum verið lagt lamið.

Vinnumálaráðið fer eisini at hyggja eftir leistinum FO-ráðið er sett saman. Í dag er tað KT-felagið sum viðmælir allar limirnar.

Lesið meira HER

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður