Heimatíðindi

Tekna fyri at stytta sær stundir

2020-03-18 11:09 Author image
Bryndis Hjartardóttir

Tað kann verða ringt at finna uppá hvat man skal gera í hesum døgum. Fleiri eru komin við nógvum góðum hugskotum á ymisku sosialu miðlunum – Koronakrókurin, koronayoga, koronakonsertir er í millum góðu hugskotini. 

Á Tvøroyri er tey farin at tekna saman. Átakið Komið og teknið er fyri næmingar, foreldur og lærarar í Tvøroyrar skúla. Bólkurin er á Facebook og hvønn dag kemur eitt evnið, sum luttakararnir tekna eftir, og síðani leggja út.

Vit valdu at gera hetta fyri at skapa ein felagsskap millum næmingar, foreldur og lærarar nú øll eru heima hjá sær sjálvum. Ein av tonkunum aftanfyri var eisini, at fáa okkum øll at savnas um okkurt jaligt og kreativt, nú korona fyllir nógv í huganum hjá øllum, sigur Mariann Mikkjalsdóttir, sum er stovnarin av tekniavbjóðingini.

Millum evnini, sum hava verið eru djór, blómur og menniskja, og Mariann sigur undirtøkan fyri tekniavbjóðingini er stór, umleið 160 fólk eru við.

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

 

 

 

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður