Heimatíðindi

Paradise Teitur: Hatta er tað einasta eg dugi

(Teitur er helst best umtókti luttakarin á ársins Paradise Hotel. Mynd: TV3)

(Teitur er helst best umtókti luttakarin á ársins Paradise Hotel. Mynd: TV3)

2019-05-29 13:30 Author image
Hergeir Staksberg

Teitur Skoubo hevur markerað seg sum tann festligi, glaði og tann sum altíð er við upp á eitt gott ball. Men Teitur var eisini tann fyrsti, sum var saman við einum konufólki á hotellinum

Tað er ikki nøkur hemmiligheit, at tað er ótrúliga lætt at hava nakað í móti Paradise Hotel luttakarum, men samstundis er tað eisini ótrúliga ringt at hava nakað í móti Teiti, tí hann er so óluksáliga dámligur og líkatil.

Teitur hevur eisini fingið leiklutin sum bøðil á Paradise. Higartil hevur hann sent tríggjar luttakarar heim, men tað er líkamikið, um hann er bøðil, ballast, svimur nakin ella er saman við onkrum. Tað ber ikki ordiliga til ikki at dáma dreingin.

"Jeg ELSKER..." er motto'ið hjá Teiti. Hann ELSKAR so at siga alt, sum gongur fyri seg á Paradise. Og tað er við sama "jeg ELSKER" hugburði, at hann greiðir frá heitu náttini við Anne.

[object Object](Her greiðir Teitur frá heitu náttini við Anne. Mynd: TV3)

Anne minnist onki frá kvøldinum
- Tað sum hendi var, at Anna kom á hotellið, og so skuldu allir dreingirnir mussa hana. Har vann eg so heiðurin fyri besta mussin á Paradise. Og so drukku vit okkum eftir bøkkunum sama kvøldið. Ja, og so endaðu vit við at vera saman fyrsta kvøldið, vit svóvu saman, greiðir Teitur frá

- Men aftaná tað, so blivu vit bara sjúkliga góðir vinir og komu bara tættari og tættari upp á hvønn annan, sigur Teitur við einum stórum bandittasligum smíli.

[object Object](Anne er ikki nakar eingil á Paradise. Hon er for frá taktiskt, og tað er sum oftast hon, sum stingur fólk í ryggin, skapar drama og fær ymiskt at henda. Mynd: TV3)

Tá journalistarnir spyrja, hvussu Anne upplivdi náttina við Teitur, so er tað ikki akkurát tann romantiska søgan um prinsessuna, sum møtti prinsinum á tí hvíta hestinum

- Eg minnist faktiskt ikki, at vit vóru saman. Eg fekk tað at vita tveir dagar seinni, tá framleiðararnir fortaldu mær tað, sigur Anna

... og sum vit kenna Teitur frá Paradise, so er hann skjótur at viðmerkja:

- Ja, eg bleiv totalt álopin av henni, og tað var mega óbehagiligt, svarar Teitur við einum glimti í eyganum og flennir í kíki, áðrenn at gevur Anne ein klemm, so hon ikki skal føla seg illa.

(Hoyr, hvat Teitur hevði at siga um Paradise Hotel, tá hann bara hevði búð á hotellinum í nakrar dagar)

Er altíð á toppinum á hasum økinum
Anne greiðir frá, at hon er líkaglað við, hvat onnur fólk halda um, at hon hevur verið saman við Teitur og øll í kongaríkinum kunnu síggja tað.

- Tað er bara sex. Tað er ikki meir enn tað, sigur Anne.

- Tað hevði hon ikki sagt, um hon mintist tað, tí so hevði hon verið glað!, sigur Teitur og fær øll at flenna.

Nú fær journalisturin blóð upp á tonnina. Hann vil eisini sleppa at verða stuttligur og roynir at prika Teit. Við einum sjálvsikkrum smíli sigur journalisturin, at um Teitur bara hevði leverað, so hevði Anne nokk eisini vita av, at tey vóru saman. Men har er Teitur skjótur á avtrekkjaranum og svarar sjálvsikkur:

- Nei, nei, eg eri sku altíð á toppinum á hasum økinum. Hatta er sku tað einasta eg dugi, svarar Teitur, og so var sjálvsikkra smílið hjá journalistinum knappliga vekk.

(Hoyr Teit og Jonass greiða frá lívinum aftan á Paradise Hotel)

Tá bæði tú og onnur síggja tað í sjónvarpinum
Men hvussu var tað, at síggja seg sjálvan í sjónvarpinum?

-Tað var festligt. Hatta er fyrstu ferð, at eg havi sæð meg sjálvan gjørt tað í sjónvarpinum. Ella um eg skal vera heilt erligur, so var hatta nokk ikki fyrstu ferð, men tað var í øllum førum festligt. Also mær dámar sex, og tað er nakað, sum eg praktiseri nakrar ferðir um vikuna, so tað er bara festligt at síggja seg sjálvan, greiður Teitur frá

Journalisturin roynir enn einaferð at seta Teit í eina kroysta støðu og spyr, hvat tað er, sum er so gott við sex.

- Alt er gott við sex. Tað er mega lekkurt. Ja, alt, svarar Teitur ósmæðin.

Men hvussu hevur Teitur tað við, at foreldrini hjá honum kunnu fylgja við í sjónvarpinum?

- Ja also, míni foreldur vita, hvussu eg eri. Tey vita væl, at eg dámi at hava konufólk við heim, so tað er ikki nakað sjokk fyri tey. Eg havi jú eisini búð heima hjá teimum, so tey kenna meg, svarar Teitur við einum smíli.

Les eisini okkara samrøðu við Teit, har hann deilir skori- og party tips HER

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður