Heimatíðindi

Teitur á G!

Teitur á G!
2018-02-21 17:39 Author image
Innsent

Undan G! gevur slóðbrótandi, føroyski listamaðurin út fyrstu soloútgávu sína í fimm ár. Henda útgáva er tikin upp í New York. Thomas Bartlett, eisini kendur sum Doverman, hevur framleitt. Doverman er millum annað kendur fyri sítt arbeiði við Sufjan Stevens, Marthu Wainwright og Glen Hansard í navnframa Resevoir Studios, har millum onnur David Bowie og Lou Reed hava tikið upp. Hetta stjørnuliðið er fullgjørt í og við, at Grammy vinnandi teknikarin, Patrick Dillett, sum er kendur fyri sítt arbeidi fyri David Byrne og Nile Rodgers, hevur ljóðblandað útgávuna.

KT Tunstall skrivar um Teit: ’Teitur er ljóðið av bráðnandi ísi, skógum, har tað spøkir, og vøkrum reinlyndi.’

’Slíkur tónleikur er flogfarsbrennievni á eldin í einum brotnum hjarta’, eru orðini frá John Mayer.

’…aldri annað enn fantastiskur, skrivar The Guardian.

Á G! 2017 framførdi Teitur fyrstu útgávu sína, Poetry and Aeroplanes, í fullari longd á Gøtusandi. Hesir fyrstu og einføldu, men erligu sangir, vóru serstakliga væl umtóktir av ummælarum. Eitt studentaskúlaútvarp og Triple A Radio høvdu løgini sum fastan tátt, og hetta slóðaði fyri einum litríkum og drúgvum tónleikaligum verki.

Nú gleða vit okkum til komandi nýggju útgávuna, hvørs fyrsta staklag verður almannkunngjørt 2. mars. Meðan vit bíða eftir næsta kapittlinum frá hesum ótrúliga gávuríka føroyska tónleikara, fyrireika vit Gøtusand til enn eina minnisríka G!framførslu frá Teiti.

https://www.youtube.com/watch?v=OQOrD3XXRAw&feature=youtu.be

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður