Heimatíðindi

Team Rynkeby gallaveitslan gav 259.000 kr

Team Rynkeby gallaveitslan gav 259.000 kr

Mynd: Team Rynkeby Føroyar

2018-02-10 23:57 Author image
Alda Nielsdóttir

Aftur í ár skipaði Team Rynkeby Føroyar fyri gallaveitslu á Hotel Føroyum, og í ár gav veitslan yvir 250.000 krónur.

Team Rynkeby Føroyar skipar á hvørjum ári fyri gallaveitslu á Hotel Føroyum. Hetta tiltakið er tað einstaka tiltakið, ið gevur flest pengar til innsavningina hjá Team Rynkeby í Føroyum. Hini árini hava tey eisini savnað omanfyri 200.000 krónur, og í ár var tað 259.715 krónur. Afturat tí fekk Team Rynkeby 90.000 krónur frá Colorama og Beckers.

Tiltakið er skipað á tann hátt, at øll arbeiða sjálvboðið, eins og matur og drekka verður latið ókeypis, so at allur peningurin, sum kemur inn frá søluni av atgongumerkjum, fer til hjálpararbeiðið hjá Team Rynkeby Føroyar.

Peningurin, ið verður innsavnaður fer til at hjálpa børnum við krabba og lívshættisligum lunga- og hjartasjúkum og familjum teirra.

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður