Team Rynkeby: Innsavningin gav 1.120.000 krónur

2016-09-10 18:31 Author image
Sigmund Vang

Peningurin, sum Team Rynkeby Føroyar, savnaði inn í sambandi við túrin til París í ár, varð handaður forkvinnuni í Krabbameinsfelagnum, Duritu Tausen, á samkomu á Reinsarínum í dag.

Upphæddin, sum føroyska súkkluliðið fekk inn í 2015/16, varð 1.120.000 krónur.

48 súkklarar og tíggju hjálparfólk gjøgnumførdu í ár túrin úr Klaksvík til París. Samlað varð súkklað 1428 kilometrar.

 

Tað vóru tilsamans 1450 súkklarar, ið súkklaðu úr teirra heimlandi til Paris. Samlaða upphæddin sum øll londini hava savnað inn verður í løtuni samantald og avdúkað 24. september í Ringe í Danmark.

 

- Endamálið er at gera nakað gott fyri onnur og tí fløvar tað almikið, at vit kunnu handa eina so stóra peningaupphædd til børn við krabbameini. Vit hava funnið ein hóskandi leist fyri, at vit kunnu gera mun og kunnu stuðla børnum á hvørjum ári, samstundis sum vit ikki órógva onnur, ið eisini hava tørv á stuðuli, sigur Finn Danberg, landastjórin fyri Team Rynkeby í Føroyum.

 

Team Rynkeby Føroyar sigur at peningurin verður brúktur á tveimum økjum. Ein partur fer til fíggjarligan stuðul til børn, sum fáa krabbamein og familjur teirra, og av hesum peningi verður ein partur latin danska Børnecancerfonden, sum tekur sær av teimum føroysku børnunum sum fara til Danmarkar í viðgerð og ein partur til gransking innan krabbamein hjá børnum.

 

Liðið, sum skal súkkla til París komandi summar, er úttikið. Aftur hesaferð eru 50 súkklarar og 10 hjálparfólk á liðnum. Á samkomuni á Reinsarínum í dag hittist nýggja liðið alment fyri fyrstu ferð. Alfred Hummeland verður aftur í ár liðskipari.

 

- Team Rynkeby vil miriliga takka fyri allan stuðul og styrk sum privatpersónar, feløg, fyritøkur og kommununur á ymsan hátt veita okkum í okkara stramban eftir at gera nakað gott fyri onnur samstundis at vit gera nakað gott fyri okkum sjálvi, siga fyriskipararnir.

 

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Author image Kartin L. Hansen
At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen

Meira langlesnaður