Heimatíðindi

TB-stuðul bleiv tungur burður

2019-03-08 09:04 Author image
Leivur Hansen

Tað gongst striltið hjá Tvøroyrar býráð at avgreiða málið um, hvussu stóran fíggjarligan stuðul, kommunan skal veita TB í ár.

Á býráðsfundi 13. februar fullu øll trý tilmælini í málinum.

Talan var ikki um illvilja ímóti Føroya elsta fótbóltsfelag, men tvørturímóti eina kappbjóðing millum býráðslimirnar um at bjóða hægsta stuðul, sum sendi málið út til horna.

Tá samanum kom var ikki meiriluti fyri nøkrum av tilmælunum, sum lógu úr 300 túsund upp í 500 túsund krónur.

Sostatt fall málið burtur.


Sama úrslit

Á eykabýráðsfundi síðsta fríggjadag varð málið tikið upp aftur, men heldur ikki tá eydnaðist at fáa avgreitt málið – og heldur ikki málið um stuðul til nýtt róðrarneyst hjá Froðbiar Sóknar Róðrarfelag.

Hetta málið varð nevniliga heldur ikki avgreitt á síðsta regluliga býráðsfundi, tí ymisk skjøl frá felagnum vantaðu í fyri at støða kundi takast til málið.

Men onki spurdist heldur burtur úr eykabýráðsfundinum.


Aftur í nevnd

Eitt uppskot frá minnilutanum, Kristin Michelsen, Anitu Vibergsdóttir og Alva Mortensen, um at stuðla TB við 500 túsund krónum, fall.

Tríggjar atkvøður vóru fyri og fýra ímóti.

Meirilutin, Kristina Roest, Súsanna Bertholdsen, Bjarni Hammer og Bogi Johannesen, mælti ístaðin til at beina málið aftur í mentanarnevndina, og hetta varð samtykt við fýra atkvøðum fyri og trimum ímóti.

Minnilutin mælti eisini til at stuðla FSR við 500 túsund krónum til nýtt neyst ella at umvæla gamla neystið fyri, men hesum tók meirilutin heldur ikki undir við.

Samtykt varð ístaðin at beina málið í teknisku nevnd til viðgerðar.

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Á egnum kjøli

Á egnum kjøli

Málið um føroyskt skipafelag varð á fyrsta sinni borið fram á fólkafundi á Doktaragrund í Havn á ólavsøku 1916...

Meira langlesnaður