Kjak

Tann seinasti pokusjúklingurin í Føroyum

2020-04-18 10:42 Author image
Hans Andrias Sølvará

Farsóttir í søguni
Tað er ikki nakað nýtt, at deyðiligar farsóttir hava gjørt um seg. Nakrar av teimum kendastu og herviligastu farsóttunum herjaðu í Athen í 430 f.Kr. og í Konstantinopel í 541-543 e.Kr., men tað var ikki fyrr enn við Svarta Deyða í 1347-1352, tá sambandið millum Asia og Evropa umvegis tær nýggju handilsleiðirnar millum eystur og vestur varð nógv økt, at ymiskar farsóttir eisini fóru at herja við fullari megi í øllum Evropa.

Svarti Deyði, sum eins og korona kom úr Kina, gjørdi í 1347-1352 av við triðingin av fólkinum í Evropa. Í tætt bygdum økjum, serliga í ávísum býum, doyðu upp til 70%. Sóttin herjaði javnan til nakað inn í 1700-talið.

Í 1500-talinum vóru tað evropearar, spaniólar, sum tóku deyðiligar smittur sum pokurnar við sær til tann nýggja heimin, Suður- og Norðuramerika. Metingar siga, at serliga evropeiskar sjúkur, sum evropearar eftir at hava verið útsettir fyri teimum í langa tíð høvdu ment ávíst mótstøðuføri ímóti, gjørdu av við kanska 95% av teimum innføddu, sum einki natúrligt mótstøðuføri høvdu ment móti deyðiligum evropeiskum sjúkum, ið høvdu herjað leingi millum evropeiskar og asiatiskar fólkabólkar. Tílíkar í Evropa endemiskar sjúkur, t.e. sjúkur, sum evropearar áhaldandi blivu smittaðir av, gjørdust tí epidemiskar í Suður- og Norðuramerika.

Deyðiligar farsóttir, serliga pokurnar, sum eisini høvdu herjað eystanfyri áðrenn tær komu til Róm í 164-180 e.Kr. og í miðøldini eins og Svarti Deyði, breiddu seg til alt Evropa, høvdu herjað í Evropa í eini 500 ár, tá upplýsing, reinføri og avgerandi vísindalig frambrot fyrst í 1800-talinum, serliga koppsetingin, gjørdi, at tær deyðiligu fylgjurnar av fleiri kendum barnasjúkum, pokum og farsóttum kundu nærum beinast av vegnum.

Tó so, náttúran finnur aðrar leiðir og nýggjar meira ella minni deyðiligar smittur koma áhaldandi. Spanska sjúkan, ein influensa við endan á fyrra heimsbardaga (1818-1920), fór um allan heimin og kravdi tilsaman 50 milliónir mannalív, 11.357 fólk doyðu av Sponsku sjúku í Danmark og 13 í Føroyum. Til seinna heimsbardaga doyðu fleiri hermenn í kríggi av farsóttum enn í bardaga. Helst eru nýggjar heimsumfatandi farsóttir, t.d. ebola, sars og korona, sum við tí nógv økta og skjóta sambandinum millum stórt sæð øll heimsins lond breiða seg skjótari enn nakrantíð fyrr, nakað, ið vit eisini framyvir eru noydd til at fyrireika okkum uppá.

Svarti Deyði
Í Føroyum vita bert sagnir at siga frá, at Svarti Deyði herjaði, men íslendskar annalir frá samtíðini upplýsa, at Svarti Deyði kom til Føroyar í 1349 við manningini á einum skipi úr Bergen. Í Noregi gjørdi Svarti Deyði av við umleið helvtina av norska fólkinum og hevði stórar mentanarligar og politiskar fylgjur. Tann politiska og mentanarberandi stættin í Noregi varð nærum útruddað og Noreg kom m.a. av hesum saman við Føroyum, Íslandi og Grønlandi undir danskt vald í 1380 og danska mentanarliga ávirkanin gjørdist serstakliga stór.

Fyrisitingin av Noregs ríki varð við tíðini flutt til Keypmannahavnar og danskt gjørdist eins og í Føroyum fyrisitingar- og kirkjumál í Noregi. Í Íslandi, har íslendskt skriftmál yvirlivdi, herjaði Svarti Deyði ikki í 1347-1352, men sóttin kom í 1402, tá hon eisini herjaði aðrastaðni, til Íslands og elvdi eisini har til stóran skaða.

Í Føroyum vita sagnir eisini at siga frá, at nógv fólk doyðu. Í Hundabrævinum, eini løgtingsfyriskipan frá 1350-1400 um, hvussu nógvir hundar kundu vera í hvørjari bygd/býlingi í Føroyum, sæst, at fleiri bygdir, sum eru nevndar í Føroyingasøgu frá uml. 1220, ikki eru nevndar. Heldur ikki eru allar bygdir, sum vit frá fornfrøði vita hava verið búsettar longu í víkingatíðini, nevndar í Hundabrævinum. T.d. er eingin búseting í núverandi Klaksvík at síggja í Hundabrævinum, hóast vit vita frá fornfrøðiligum rannsóknum, at búseting hevur verið har í víkingatíðini. Tað bendir á, at Svarti Deyði helst hevur verið ein stór vanlukka í Føroyum.

Avbyrgd smásamfeløg sum Føroyar, har long tíð kundi ganga ímillum sóttir, kundu eisini, tá sóttir herjaðu har, orsakað av ongum mótstøðuføri verða harðari rakt enn størri samfeløg, har sótt var endemiskur gestir.

Læknavísindin hevði nærum eingi góð ráð at geva, men fólk vistu, at tey skuldu halda seg burtur frá teimum sjúku. Frásagnir aðrastaðnifrá vita at siga, at tey sjúku vóru slept uppá fjall og allar hjálparskipanir sviku.

[object Object]

Pokurnar í Evropa
Til fyrst í 1800-talinum herjaðu deyðuligu pokurnar í Evropa. Pokurnar smittaðu illa í tættbygdum økjum. Tey smittaðu fingu fepur og svullir við vesku á kropp og andlit og umleið 30% av teimum smittaðu í Evropa doyðu. Serliga børn, sum fingu pokur, vórðu hart rakt, deyðiligheitin kundi vera 80%. Pokur vórðu bólkaðar millum barnasjúkurnar og gingu eisini undir navninum barnapokur, men tær vóru sanniliga ikki fyri børn.

Tey, sum vóru so heppin at yvirliva pokurnar máttu liva við, at arr eftir svullirnar sóust á kroppi og andliti restina av lívinum. Nógv mistu eisini sjónina og gjørdust blind fyri lívið. Mett verður, at 30% av teimum blindu í Evropa seinast í 1700-talinum vórðu vorðin blind orsakað av pokum.

Í Íslandi gjørdu pokurnar í 1707 av við 30% av fólkinum.

Pokurnar kostaðu í 1700-talinum umleið 60 milliónir mannalív í Evropa.

Tey hepnu, sum yvirlivdu sjúkuna, blivu hinvegin mótstøðufør móti barnapokum restina av lívinum.

Pokurnar í Føroyum
Í Danmark herjaðu pokurnar tíðliga og javnan, árið 1528 er nevnt í eini týskari keldu, men tær komu tað vit vita ikki til Føroyar fyrr enn í 1651 og herjaðu so aftur í Føroyum við oyðileggjandi megi í 1709 og í 1725.

Sambært Lukasi Debes, sum var prestur í Havn og skrivaði bók um Føroyar í 1673, komu pokurnar í 1651 til Føroyar við einum manni, sum kom til Føroyar við einum handilsskipi úr Keypmannahavn.

Smittan var so hervilig og trupul at verja seg ímóti, og føroyingar so bangnir fyri at gerast sjúkir, at tey sjúku vórðu slept uppá fjall, eingin vildi hjálpa teimum og hjálp fekst ikki til at jarða tey deyðu. Onkuntíð bar heldur ikki til at fáa nakran at gera mat til tey sjúku. Havnin var so hart rakt í 1651, at føroyingar uttanfyri Havnina ikki tordu at fara til Havnar at gera ørindir ella at handla í Kongaliga Einahandlinum.

Pokurnar breiddu seg kortini í 1651 eisini til onnur øki í Føroyum, enntá til Suðuroynna, sum lá meira avskorin frá Havnini enn onnur øki.

Í vártingsbókini frá 1715 fyri Norðoyggjar siga bóndir í Gerðum frá, at forfedrar teirra høvdu fortalt, at ein hervilig sjúka einaferð hevði gjørt av við alt fólkið í Gerðum. Møguliga sipaðu teir til pokurnar í 1651.

Í 1709 varð Havnin eisini serstakliga hart rakt, tá 250 av 333 fólkum doyðu av pokum, uml. 75% av fólkinum í Havn. Av 35 monnum á Skansanum doyðu 26 og av 15 avbyrgdum á Argja Hospitali doyðu 12. Nær við eitt parkeringspláss á Bryggjubakka í Havn er eitt stað, sum verður nevnt pokunarholið. Tað sigst, at tey, sum doyðu av pokunum í 1709, vórðu tveitt í pokunarholið. Pokurnar vóru komnar til Havnar við tí seinasta handilsskipinum hetta árið, men vit frætta einki um, at pokurnar herjaðu aðrastaðni í Føroyum í 1709.

Í 1725 herjaðu pokurnar serliga í Leirvík, Fuglafirði og í Gøtubygdunum. Bygdirnar blivu avbyrgdar, 47 fólk doyðu, harav 34 børn. Fútin vísti á hvussu herviligar pokurnar høvdu verið í Havn í 1709, og at pokurnar “agtes som pest” í Føroyum. Hann upplýsti kortini einki um hvussu sjúkan var komin til Føroyar í 1725.

Í Danmark herjaðu pokurnar eisini í 1801 og í 1808, men tá gjørdi smittan ikki um seg í Føroyum – í 1808 herjaðu Napoleonskríggini og stórt sæð einki samband var við Keypmannahavn. Óttin fyri pokunum, sum høvdu havt so stórar oyðileggingar og deyða við sær, var hinvegin rættiliga nærverandi millum føroyingar.

Hesar deyðiligu fylgjurnar løgdu trýst á læknar at finna lekidóm móti pokunum.

[object Object]

Pokuverja
Bestu ráðini at taka, um onkur vórðu smittað við pokum, vóru at avbyrgja tey smittaðu. Tað kundi gerast við at húski vórðu avbyrgd heima við hús ella við at avbyrgja fólk á Argja Hospital. Á Argja Hospital høvdu spidølsk og onnur við vandamiklum smittuberandi sjúkum verið avbyrgd, men spidalska sjúkan hevði síðan 1740 ikki verið í Føroyum. Onkuntíð vórðu heilar bygdir ella oyggjar avbyrgdar frá restini av Føroyum.

Síðan fyrst í 1700-talinum høvdu ráðini móti pokum verið at flyta koppavág frá sárum á fólki við pokum yvir á eina lítla skeinu í t.d. arminum á frískum fólk. Í Danmark varð ein koppingarstovnur settur á stovn við hesum endamáli í 1769. Hetta var gamalt læknakynstur, sum kom til Evropa úr Asia, har pokurnar høvdu herjað leingi, men tað var ikki heilt vandaleyst. Frísk fólk, sum vórðu koppsett á henda hátt, vóru í ávísum vanda fyri beinleiðis at fáa pokurnar, í ringasta føri kundu tey doyggja. Harumframt kundi hetta hava við sær smittu, sum gjørdu, at pokurnar fóru at ganga av nýggjum. Tað hendi t.d. í Íslandi í 1798. Eisini varð tað sjálvboðið at lata seg ella síni børn koppseta. Hesin kinesiski koppingarhátturin gjørdist tí ongantíð serliga væl umtóktur millum leik og lærd ella serliga útbreiddur í Evropa, hóast hann vardi væl fyri barnapokum.

Tað var kortini nakað tryggari at lata seg koppseta á henda hátt, deyðiligheitin var 2%, enn at fáa pokurnar.

Eitt stórt frambrot hendi í 1798, tá enski læknin Edward Jenner prógvaði, at heldur enn at flyta koppavág frá sjúkum fólki yvir á frísk, so bar til at brúka neytakoppar, sum eisini vardu fólk móti pokum, og harumframt vóru vandaleysar fyri fólk. Edward Jenner prógvaði eisini, at tá fólk vórðu koppsett við neytakoppum, so kundi vágur takast úr koppsettum og flytast yvir á frísk, sum so eisini vórðu koppsett móti barnapokum.

Hesin koppingarhátturin breiddist skjótt til onnur lond, men avbjóðingin var at flyta koppingarevnið millum lond og landslutir, tí ofta varð koppingarevnið, sum varð sent í gløsum, spilt, tá tað kom fram. Harumframt kundi koppingarevnið ikki goymast, tá ið gløsini vórðu opnað, men mátti varðveitast frískt við at koppseta fólk av fólki. Tann 6. juli 1801 eydnaðist tað tó donskum læknum, eftir fleiri miseydnaðar royndir, at flyta koppingarevni frá Edward Jenner í London til Keypmannahavnar, at fáa frískt koppingarevni í gløsum til Keypmannahavnar og at koppseta donsk børn. Fyrstur at koppseta var læknin Frederik Christian Winsløw.

Longu 14. oktober 1801 setti danska stjórnin á stovn eina almenna koppingarnevnd, sum fyrstu árini skuldi virka fyri at fremja nýggju koppsetingina á sjálvbodnum grundarlagi í dansk-norska ríkinum. Árið eftir varð Vaccinations Anstalten, sum hevði til uppgávu at varðveita frískt koppingarevni í Keypmannahavn, settur á stovn í høvuðsstaðnum, og 2. februar 1802 varð almenn sjálvboðin koppseting sett í verk í dansk-norska ríkinum og stovnurin fór undir at senda koppingarevni í gløsum til tey ymisku økini í dansk-norska ríkinum. Í 1811, stutt eftir at pokurnar aftur herjaðu í Danmark í 1808, gjørdist koppsetingin í dansk-norska ríkinum tvungin, soleiðis at eingin longur kundi fermast ella giftast uttan at vísa prestinum eina koppingarváttan.

Sambært donsku koppingarnevndini varð koppingarevni fyrstu ferð sent til Føroyar í gløsum í 1803, men tað eydnaðist ikki at fáa koppsetingina í Føroyum at ferðast fólk av fólki fyrr enn í 1805, tá verulig ferð kom á koppsetingina. Hetta árið kom Nólsoyar Páll til Føroyar við Royndini Fríðu við koppingarevni, sum hann hevði flutt frískt til Føroyar við at koppseta fólk av fólki, t.e. fyrst ein av manningini, so tann næsta og so tann triðja, soleiðis at koppingarevnið varð varðveitt frískt í seinasta koppsetta manninum, tá ið komið var til Føroyar. Soleiðis høvdu hvørki koppingarnevndin ella onnur áður roynt at flyta koppingarevni til Føroyar.

Longu í 1806 upplýsti almenna danska koppingarnevndin, at millum 500 og 600 føroyingar vóru koppsettir.

[object Object]

Tann seinasti pokusjúklingurin í Føroyum
Nýggja koppsetingin gjørdi, at pokurnar skjótt hvurvu sum tann vandamiklasta sjúkan í Evropa. Tað, sum setti ferð á koppsetingina í dansk-norska ríkinum var, at pokurnar herjaðu í 1801, tá 486 fólk doyðu av pokum í Keypmannahavn. Hetta var nógv størsta talið á deyðum í Keypmannahavn orsakað av pokum síðan 1769, tá almenn koppseting við støði í tí gamla kopingarháttinum varð sett í verk í dansk-norska rikinum.

Vandi var fyri, at deyðiliga smittan eisini kundi koma til Føroyar við onkrum smittaðum persóni við skipum hjá Kongaliga Einahandlinum úr Keypmannahavn. Koppingarevni var enn einki í Føroyum, og óttin í Føroyum fyri barnapokunum var, orsakað av ræðandi minnum frá sjúkuni fyrst í 1700-talinum, enn rættiliga stórur.

Í september 1801 fór eitt skip úr Keypmannahavn til Føroyar. Skipið kom á Havnina 4. oktober 1801.

Umborð var m.a. Emilius Løbner, sum skuldi til Føroyar, har hann hevði tikið við sum kommandantur á Skansanum eftir Carl F. Kyhn. Eitt annað ferðafólk var tann 22 ára gamla Elisabeth Mariane Hammershaimb, sum helst var á veg heim til Føroyar fyri at vera við í brúdleypinum hjá systkinabarninum Marianne Sophie Hammershaimb, sum 6. oktober 1801 skuldi giftast við Johan Hendrik Schrøter presti í Suðuroy.

Ferðin skuldi kortini ikki koma at ganga sum vanligt.

Ferðafólk og manning á skipinum fingu einar 14 dagar eftir at farið varð úr Keypmannahavn ein veruligan skelk, tá tað gjørdist greitt, at tann unga Jomfru Hammershaimb sambært frágreiðing hjá Løbner hevði fingið “Børnekopper”. Sambært Løbner kundi hetta havt fingið “betydelige følger” í Føroyum, um ikki rætt varð atborið.

Tá komið varð til Havnar 4. oktober staðfesti vaktin á Skansanum, at Jomfru Hammershaimb var “syg af kopper”. Tað hevði við sær, at øll neyðug fyrilit vórðu tikin í Føroyum, tí sambært Løbner høvdu minnini um “den rædsomme Ødelæggelse denne Sygdom før har viist her i Landet give Indbyggerne en billig Frygt” fyri øllum, sum kundi knýtast at smittuni. Stórt sæð øll, sum vóru við skipinum, vórðu sett í sóttarhald í 14 dagar, uttan møguleika fyri at vera saman við øðrum. Jomfru Hammershaimb varð sett í sóttarhald í 14 dagar á Argja Hospital og slapp tí valla at vera við í brúdleypinum hjá systkinabarninum í Havn 6. oktober.

Tíbetur eydnaðist tað at avbyrgja smittuna. Ein mánað seinni kundi Løbner boða donskum myndugleikum frá, at smittan enn ikki hevði breitt seg í Føroyum, og at vónin var, at føroyingar sluppu undan pokunum.

Pokurnar komu sostatt til Føroyar í 1801, men hesaferð eydnaðist at fyribyrgja at smittan breiddi seg.

Elisabeth Mariane Hammershaimb kom livandi frá pokunum, men óttin í Føroyum fyri sjúkuni var reellur.

Veruligur vandi var á ferð í 1801
Tá Nólsoyar Páll í 1807 fekk persónliga viðurkenning frá donsku koppingarnevndini fyri tað arbeiðið, sum hann og bróðurin Jákup Nolsøe høvdu gjørt fyri at breiða koppsetingina út í Føroyum aftaná 1805, legði nevndin herðslu á, at pokurnar ikki høvdu gingið í Føroyum síðan 1725. Tí kundi ein verulig vanlukka rakt Føroyar, um smittan eins og vanligt var kom við einum smittaðum persóni við skipi úr Keypmannahavn til føroyingar, sum ikki høvdu ment nakað mótstøðuføri og framvegis ikki vóru koppsettir móti pokunum.

Sum dømi kann nevnast, at tá meslingar komu til Føroyar í 1781 vórðu nógv smittað, summi doyðu, meðan onnur gjørdust mótstøðufør, men tá sjúkan kom aftur til Føroyar í 1846 við skipi úr Keypmannahavn, var eitt nýtt ættarlið vaksið upp, uttan meslingar ella nakað mótstøðuføri móti meslingum. Meginparturin av føroyingum blivu tí smittaðir í 1846, 6.000 av 7.800 fólkum, t.e. 77%. Sambært amerikanska professaranum Jared Diamond var orsøkin, at fólkatalið í Føroyum var ov lítið til at varðveita sjúkur endemiskt í fólkinum. Sjúkan doyði út í Føroyum í 1781, tá tey smittaðu antin vóru deyð av sjúkuni ella høvdu ment mótstøðuføri.

Nýggja ættarliðið av føroyingum undir 65 ár hevði tí einki mótstøðuføri í 1846. Í 1846 varð deyðatalið í Føroyum 3-4 ferðir hægri enn miðaltalið árini frammanundan. Meslingar gjørdu í 1846 av við minst 102 fólk í Føroyum, 40% av teimum 255, sum doyðu í Føroyum tað árið. Meslingar vóru kortini ikki so vandamiklir sum pokurnar høvdu verið. Í 1838 vórðu meslingarnir tiknar av listanum í donsku sóttarhaldslógini yvir vandamiklar smittusjúkur, sum pokurnar framvegis stóðu á í 1801. Deyðatalið í Føroyum millum tey, sum fingu meslingar í 1846 var 2%, meðan deyðatalið millum tey, ið fingu pokurnar vanliga var umleið 30%. Í Havn má deyðatalið millum tey, sum fingu pokurnar í 1709, kortini hava verið heilt uppi millum 80 og 90%.

Ein stór vanlukka kundi tí havt rakt føroyska samfelagið í oktober 1801, tá 76 ár vórðu liðin síðan pokurnar seinast høvdu gingið í Føroyum, kanska við somu drepandi megi sum í Havn í 1709. Meðan pokur í 18. øld vóru endemiskar í Danmark, t.e. at nógv fólk hóast stór árlig sveiggj doyðu av pokunum hvørt ár (av øllum deyðum í Keypmannahavn í 1749-1800 doyðu 8% av pokum), so kundi pokurnar nærum gerast epidemiskar í Føroyum eftir 76 ár uttan pokur, sum dømi í Havn í 1709 vísir, um so var, at smittan kom og breiddi seg.

Nøkur ár seinni varð ein stórur partur av føroyingum koppsettur móti pokum, m.a. við koppingarevni, sum Nólsoyar Páll var komin úr Keypmannahavn til Føroyar við í 1805, koppingarevni, sum í øllum førum enn varð brúkt í Føroyum at koppseta við í 1813. Pokurnar, sum WHO í 1980 staðfesti vóru fullkomiliga oyddar, hava sostatt ikki gjørt um seg í Føroyum, síðan tær í 1725 herjaðu í Leirvík, Fuglafirði og í Gøtubygdunum.

Elisabeth Mariane Hammershaimb var helst seinasti persónur í Føroyum, sum fekk pokurnar. Hon giftist 25. november 1802 við Petur Mohr, óðalsmanni og kongsbónda í Hoyvík, og doyði í 1833, einans 54 ára gomul.

Tey veiku liðini
Tá sum nú er veika liðið, sum kann føra smittu til Føroyar, sambandið við umheimin, sum er økt rættiliga nógv síðan 1801. Hin síðan av søguni er, at eisini bjargingin - koppingarevnið - kom og kemur helst eisini hesaferð fyri ein stóran part til Føroyar umvegis gransking uttan úr heimi. Okkara høvuðsleiklutur er og verður helst nú eins og tá at avbyrgja smittuna í Føroyum, soleiðis at hon ikki sleppur at breiða seg, og at gagnnýta og menna ta bestu vitan og tøkni, sum alheims granskingin á økinum kann geva okkum.

Og tað duga vit betur enn tey flestu.

Føroyska smittusøgan vísir eisini, at onkuntíð skal bert eitt veikt lið - ein persónur - til fyri at smittuketan verður virkin og smittan breiðir seg til stórt sæð allar føroyingar. Tað eydnaðist neyvan at avbyrgja tey veiku liðini í 1349, 1651 og í 1846, tá deyðilig smitta fór um alt landið, tað eydnaðist bert lutvíst í 1709 og í 1725, tá tann oyðileggjandi sóttin var avmarkað til ávís øki í landinum, men í 1801 eydnaðist tað at avbyrgja tey veiku liðini, og tí vóru fylgjurnar avmarkaðar til smittuberan.

Í dag byggja vit víðari á søguligar royndir við avbyrging av smittu, og tað hevur eydnast so væl at avbyrgja korona smittuna, at einans heilt fá verða smittað. Men tað krevur uppaftur meira nú enn fyrr av hvørjum einstøkum av okkum, sum eisini eftir korona noyðast at umleggja okkara lív til at liva í einum nýggjum heimi.

Ímeðan fáa vit hvørki smittu ella mótstøðuføri og noyðast, eins og í 1801, at bíða eftir koppingarevninum.

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður