Tann æviga plágan

Tann æviga plágan

Føroyar hava verið plágaðar av rottum í hálvt tveyhundrað ár, og enn er stríðið drúgt at týna hana

(Mynd: Frøði)

2018-12-13 12:00 Author image
Turið Justinussen

Føroyar hava verið plágaðar av rottum í hálvt tveyhundrað ár, og enn er stríðið drúgt at týna hana

[object Object]

[object Object]

Í Nýggjastu útgávuni av Frøði, hevur Eyðfinn Magnussen, lektari í lívfrøði á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum, eina grein við heitinum “Tá rottan varð slept í Kunoynna”, ið greiðir nærri frá søguni um, hvussu rottan í 1768 kom til Føroya. Eisini greiðir hann frá um týningartiltakið í Kunoy í 1952, sum miseydnaðist. 

Sambært Umhvørvisstovuni, er rotta enn ein stórur trupulleiki í Føroyum, bæði tá tað kemur til heilsu, materiel virðir og umhvørvið. Hon kann elva til nógva ymiska smittu hjá fólki, oyðileggja virðir fyri stórar upphæddir og útruddað fuglastovnar. 

Havstovan leggur serliga dent á, at rotta er ringasta skaðadjórið fyri sjófugl og hevur eitt nú avoytt drunnhvíta, skráp og meginpartin av lundanum í teimum oyggjum, hon er komnar í. 

Les eisini: Basa rottuna heldur enn at avmarka fuglaveiðuna 

Tað hevur tí ovurstóran týdning serliga at verja tær oyggjar, sum enn ikki hava fingið rottu, og tann 16. november 2017 varð nýggj kunngerð sett í gildið um fyribyrging og týning av rottu. Nýggja kunngerðin fevnir millum annað um skyldur hjá borgarum, kommunum, heilsølum, flutningsfeløgum, og tunnilsfeløgum.

Við nýggju kunngerðini, fekk Umhvørvisstovan ábyrgd av hesum fakøkið og skal sostatt hava eftirlit við, at kunngerðin verður fylgd. 

Tó er hetta trupult í løtuni, sambært Vivie Kirke Davidsen frá Umhvørvisstovuni, sum sigur soleiðis við Dimmalætting:

- Vit vita, at rottutýningararbeiðið er í gongd, og skráseting er í fleiri kommunum. Men í løtuni er tað trupult at hava eftirlit við hesum, tí hóast skrásetingin í summum kommunum er talgild, er tað ikki tann sama talgilda skipan hesar kommunur brúka. 

Ætlanin hjá Umhvørvisstovuni er at gera og bjóða kommununum kring landið sína egnu taldilgu skipan, ið skal miðsavna alllar upplýsingar.

[object Object]

Runavíkin sterk í stríðnum
Runavíkar kommuna hevur í nógv ár skipað fyri týningarátøkum. Í apríl mánaði í fjør varð byrjað at skráseta rottufellur og rottufráboðanir í eini talgildari skipan og fleiri fólk eru sett, sum hava til uppgávu at skráseta, eftirkanna og leggja rottueitur í fellurnar.

[object Object]Hetta miðvísa arbeiðið hevur gjørt munagott úrslit, og Sigrid J. Dalsgaard, ið starvast á teknisku deild hjá Runavíkar Kommunu, sigur soleiðis við Dimmalætting:  

- At byrja við vóru fráboðanir um sethús, ið vóru plágaði av rottu, men seinast eg kannaði, var eingin fráboðan, og sum heild eru nógv færri fráboðanir. So tað hevur heilt sikkurt gjørt mun. 

[object Object]

  • Rotta er í 7 av teimum 18 oyggjunum í Føroyum, sum svarar til 84 prosent av víddini av Føroyum. 
  • Rottan, sum í livir í Føroyum er brúna rottan. 
  • Brúna rottan sást fyrst í Suðuroynni í 1768, men kom skjótt eisini í Streymoynna, Vágar og Eysturoynna. Ikki fyrr enn góð hundrað ár seinni spjaddist hon til Viðoynna, Borðoynna og Kunoynna.
  • Meira enn hundrað ár eru liðin, síðani rottan er komin fyri seg á nýggjari oyggj, hóast hon er sædd bæði á Sandi, í Nólsoynni og á Kalsoynni.
  • Rotta gerst longu kynsbúgvin eftir triðmum mánaðum.
  • Hon gongur kviðin í 22 dagar og leggur so 6-12 ungar, sum hvør vigar áleið 5 gramm. 
  • Rottan leggur 3-5 ferðir um árið. Ein einstøk rotta kann sostatt gerast til einar 860 rottur eftir bert einum ári. 
  • Skal eitt týningartiltak eydnast til fulnar, skal eisini tann síðsta rottan avlívast. Er bara eitt rottupar ella ein kviðin rotta eftir, kann hon skjótt nørast víðari.

Hevur tú eina fráboðan um rottu ella tekin um rottu, ber til at boða kommununum frá við at ringja ella umvegis heimasíðunar.[object Object]

Á egnum kjøli

Á egnum kjøli

Málið um føroyskt skipafelag varð á fyrsta sinni borið fram á fólkafundi á Doktaragrund í Havn á ólavsøku 1916...

Meira langlesnaður