Talv OL: Íslendingar vóru ov sterkir

2016-09-06 09:48 Author image
Sigmund Vang

Ísland vann 3 ½ - ½ á Føroyum í 4. umfari í Baku í gjár. Tað gjørdist júst so stríggið, sum fryktandi var fyri. Helgi Dam Ziska var á 1. borði tann einasti av føroyingunum, sum var mentur at standa sterku og væl útbornu íslendingunum kurl.

Á øllum hinum borðunum vórðu okkara menn trýstir aftur í verjustøðu. Teir royndu sum frægast at spjálka, men til fánýtis. Teir treiskaðust kortini væl og leingi, og ikki fyrr enn fimm tímar vóru farnir, løgdu Jóan Hendrik og Sjúrður kongin.

Á 1. borði stóð fast allanvegin millum Helga Dam Ziska og Hannes Stefansson. Teir telvaðu italsku byrjanina, men javnvágin varð ongantíð skakað. Væl sást, at báðir vóru varnir og høvdu virðing hvør fyri øðrum, tí hvørgin tók sær óráð fyri. Eftir 33 leikir samdust teir um javnt. Tá var lítið eftir í støðuni at spæla um.

John spældi slaviskt móti Hjørvari Grétarssyni. Við svarta fólkinum telvaði hann kanska í so afturhaldssamt – bispaleikurin inn í borðið aftur longu í sjeynda leiki er kanska dømi um tað. John telvaði kortini væl og varðveitti javnvágina, men verri var, at tíðin fór at ganga undan hjá honum. Í 25. leiki er hann óskettin við einum riddaraleiki, íslendingurin langar náðileyst til við einum lemjandi offri, sum fullkomiliga tekur okkara mann á bóli. Endin var, at John var settur skák og mát úti á borðinum!

Í fimta umfari í dag møta vit Algeria. Teir eru styrkismettir beint frammanfyri okkum. Her kann roknast við einum jøvnum og spennandi dysti. Í fyrsta umfari fingu teir 1½ stig móti Brasil. Tað er greið ábending um, at teir mugu takast í stórum álvara. Vit hava fyrr vunnið á Algeria, bæði í Bled í 2002 og í Moskva í 1994 vunnu vit 2½-1½. Men teir eru helst framfarnir síðani tá.

Føroyar eru í løtuni nummar 83 í røðini av teimum 180 liðunum í almennu kappingini. Tað er í góðum samsvari við styrkismetingina.


Lesið meira á Faroechess

 

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Author image Kartin L. Hansen
At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen

Meira langlesnaður