Heimatíðindi

Talan var um gamla bírættingarkalikin hjá fuglafjarðarpresti

2018-09-17 06:50 Author image
Ingi Samuelsen

Tað er nú uppklárað, hvat tað var fyri ein kalikur, sum kavarar hjá Faroe Dive funnu á havsins botni fríggjakvøldið.

Orsøkin til at kirkjuráðið í Fuglafirði ikki kendi til kalikin tá tey sóu mynd av honum er, at hann ikki hevur verið brúktur í kirkjuni.

Les eisini: Kavaranæmingur fann silvurkalik á havsins botni

Anne Mette Greve Klemensen, sóknarprestur í Fuglafirði, hevur verið stødd uttanlands hesar seinastu dagarnar, og kom aftur til Føroyar í gjárkvøldið.

So skjótt sum hon sá kalikin í dag, kendi hon hann aftur.

Alt bírættingarsettið er burtur
Talan er um kalikin, ið hoyrir til gamla bírættingarsettið hjá fuglafjarðarpresti.

- Henda kalikin havi eg brúkt nógvar ferðir fram til mai mánaða 2016, greiðir Anne Mette Greve Klemensen frá.

Hon hevur í kvøld verið í kirkjuni og leita eftir gamla bírættingarsettinum, og kann staðfesta, at tað er burtur. Helst er tað stolið uttan at nakar hevur varnast tað, tí tað ikki varð brúkt longur. Umframt kalikin var eisini eina dós til altarbreyð og ein diskur at hava breyðini á í samband við bírætting. Gripirnir vóru í einari gamlari illa slitnari svartari eskju við plúss innan og við einum slitnum handtaki – alt í sterlingsilvuri.

Eitt bírættingarsett er eitt ferðasett til altargang, sum prestur hevur liggjandi heima í prestagarðinum klárt at taka við sær, tá prestur skal á heimavitjan í samband við sjúku ella onkran, ið liggur fyri deyðanum.

Anne Mette Greve Klemensen sigur, at hon eisini hevur brúkt hetta settið í sambandi við altargongd á røktarheimum og í Funningsfirði.

Gamla settið er frá 1957, og kom til Fuglafjarðar, tá Torkil Beder kom til bygdina at vera prestur har.


Anne Mette Greve Klemensen á prædikustólinum í Havnar kirkju í sambandi við Ólavsøkugudstænastuna 2017 (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Ikki brúkt síðan 2016
Anne Mette Greve Klemensen greiðir soleiðis frá:

- 1. mai 2016 fór eg í barsilsfarloyvi og Marjun Bæk tók við sum avloysari. Eg legði bírættingarsettið í kirkjuna, men av tí, at kirkjuráðið longu tá hevði bílagt eitt nýtt sett, gjørdi Marjun ongantíð brúk av tí gamla – kendi einki til tað.

- Tað er orsøkin til, at ongin hevur varnast, at gamla bírættingarsettið er burtur. Tað var ikki fyrr enn vit ruddaðu kirkjuna nú í farna mánaði upp undir mentanarvikuna, at kirkjuráðsforkvinnan kom í tankar um, at hon hevði funnið eskjuna, har vit høvdu bikørini í, tóma í tekøkinum. Tað var ikki pláss fyri bikørum í gamla bíleggingarsettinum, sum vit tí høvdu í einari eskju, greiðir Anne Mette Greve Klemensen frá.

Tá hon so í kvøld fór í kirkjuna at leita eftir bírættingarsettinum, kundi hon staðfesta, at alt var burtur. Kalikur, oblatdós, diskur og eskjan tað var í.

Sostatt kann prestur eisini staðfesta, at stuldurin er farin fram einaferð millum 1. mai 2016 og august mánaða í ár.

- Kunnu koma til mín við lutunum
Stuldurin var ongantíð meldaður til løgregluna. Prestur leggur dent á, at talan er um stuldur meðan kirkjan hevur staðið opin. Tað hevur ikki verið brotið inn í kirkjuna hetta tíðarskeiðið.

Nú grunar prestur og fólkini kring kirkjuna yvir, hvat man vera hent við silvurlutunum.

- Silvurgripirnir hava eitt ávíst virði. Tað kann hugsast at bikørini, dósin og diskurin eru seld á svarta marknaðinum við góðum vinningi, tí hetta hevur stórt virði. Orsøkin til at kalikurin ikki er avsettur er helst, at ’Fuglefjord Præstegæld’ stendur graverað í botnin og 'Fuglafjarðar Prestagjald 1957' oman á fótinum.

- Kalikurin er eitt sindur bognaður. Tað kundi týtt upp á, at onkur hevur roynt at skilja ovara partin frá fótinum, sigur Anne Mette Greve Klemensen.

Fuglafjarðarprestur er óvuliga áhugaður í at fáa fatur á lutunum aftur. Og hevur hesa áheitan til rætta viðkomandi:

- Um tað er onkur, sum liggur inni við tingunum, so kunnu tey venda sær til mín, og eg fari at takka fyri uttan at gera meira við málið. Vit hava ongan áhuga at draga løgregluna inn í hetta, sigur Anne Mette Greve Klemensen.

(Rættað 17.september kl. 12.45 - í upprunatekstinum skrivaðu vit, at 25 drekkibikør eisini vóru saknað. Tað vísir seg nú, at bikørini ikki eru burtur)

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður