TAKS: 145 milliónir krónur afturat í kassan

2017-03-30 11:48 Author image
Sigmund Vang

TAKS hevur nú gjørt upp, hvussu eftirlitið hilnaðist í 2016. Tølini vísa, at komið varð fram á 145 mió. kr., sum ikki vóru rætt uppgivnar til skattingar.

Tað upplýsir TAKS á heimasíðu síni.

Í inntøkuskatti vórðu rættingar gjørdar fyri 105 mió. kr. – harav 90 hjá vinnuni og 15 hjá privatumpersónum. Í mvg og tolli var talan um 11,5 mió., og í kapitalvinningsskatti 13 mió. Harumframt koma rættingar í rentustuðli, ferðastuðli og øðrum.

Eftir at TAKS hevur fingið skeivar og manglandi uppgerðir upp á pláss, vísir úrslitið, at landskassin fekk góðar 40 mió. kr. afturat í 2016.

- Rættingar fyri 145 mió. kr. ljóðar av nógvum og er nakað oman fyri miðal. Vit síggja tó eisini, at vinnulívið í Føroyum er blivið meira samansett og kompliserað. Vit koma nú oftari fram á stór mál, sum krevja rættingar fyri fleiri milliónir. Hetta vísir, hvussu umráðandi tað er, at TAKS hevur eitt nøktandi eftirlit, sum fylgir við tíðini, sigur Eyðun Mørkøre, stjóri á TAKS.

Hvørt ár verður ætlan løgd fyri eftirlitsarbeiðið hjá TAKS. Torført er at meta um, hvat eftirlitið gevur, tí tað er skiftandi frá ári til ár, hvat komið verður framá.

  

  

 

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Author image Kartin L. Hansen
At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen

Meira langlesnaður