Heimatíðindi

TAKS: Hava ikki heimild at krevja MVG

2020-07-14 12:56 Author image
Katrin Johannessen

Javnaðarflokkurin á fólkatingið hevur gjørt eina kanning, har mett er, hvussu nógv føroyingar rinda av órøttum í MVG fyri nettænastur so sum Netflix, Viaplay og Spotify. 

Í kanningini verður mett at 13,5 mió í merivirðisgjald, sum kundi komið í føroyska landskassan, fara av landinum. Tað er tí at fyritøkurnar, sum nú er, ikki eru MVG skrásettar í Føroyum. 

-Sum nú er, skulu bert vanligar sjónvarpskanalir MVG skrásetast í Føroyum, men hetta er ikki galdandi fyri fyritøkur, sum veita stroyming umvegis netið, sigur Eyðun Mørkøre, stjóri í TAKS.

Eyðun Mørkøre vil tó ikki svara uppá, um tað er sannlíkt, at tað snýr seg um 13,5 mió, ið fara av landinum og ger greitt at tey í TAKS ikki sjálvi hava gjørt nakra tílíka kanning yvir upphæddini.

Javnaðarflokkurin á fólkatingið grundar sína meting á eina kanning við 500 luttakarum, ið eru spurdir, um nýtsluna av útlendskum nettænastum í húskinum og hvussu nógvur peningur verður brúktur uppá spøl og appir. Tey skriva eisini, at tað bendir á, at nógv av meirvirðisgjaldinum endar í Danmark.

- Føroyar eru ikki partur av danska skattaøkinum, og tí eigur danskur momsur ikki at verða kravdur inn frá føroyskum brúkarum, sigur Morten Bødskov, danskur skattamálaráðharri, ið skrivligum uppritið um málið.

Aksel V. Johannesen ger vart við í viðmerking í skrivligum fyrispurningi, settur Jørgen Niclasen, landsstýrismanni í fíggjarmálum, at TAKS longu gjørdi vart við hetta í 2015.

-  Vit gjørdu vart við hetta tá í einum uppriti til fíggjarmálaráðið. Síðan vit gjørdu vart við hetta, er ikki hent tað stóra, sigur Eyðun Mørkøre. 

-Har eru skipanir í ES, sum Føroyar ikki eru partur av. Sumt kunnu vit sum nú er gera meir við at skráseta, men viðvíkjandi einum meginparti hava vit ikki heimild, at gera meir enn nú og tí liggur tað hjá fíggjarmálaráðnum, sigur Eyðun Mørkøre. 

 

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður