TAKS fann 161 milliónir

TAKS fann 161 milliónir

2017-12-20 09:41 Author image
Tíðindaskriv

Í skattskyldugari inntøku vórðu rættingar gjørdar fyri 49,5 milliónir krónur. Í mvg var talan um 28 milliónir, og í kapitalvinningsskatti 83 milliónir. Harumframt koma rættingar í rentustuðli, ferðastuðli og øðrum, skrivar TAKS á síni heimasíðu.

Eftir at TAKS hevur fingið skeivar og manglandi uppgerðir upp á pláss, vísir úrslitið, at landskassin fekk góðar 68 milliónir krónur afturat í 2017.

- Rættingar fyri 161 milliónir krónur ljóðar av nógvum og er nakað oman fyri miðal. Í 2016 var talið 145 milliónir krónur, sigur Eyðun Mørkøre, stjóri á TAKS, á heimasíðuni hjá stovninum.

- Vit síggja tó eisini, at vinnulívið í Føroyum er blivið meira samansett og kompliserað. Vit koma nú oftari fram á stór mál, sum krevja rættingar fyri fleiri milliónir. Hetta vísir, hvussu umráðandi tað er, at TAKS hevur eitt nøktandi eftirlit, sum fylgir við tíðini. Hesi hagtøl vísa eisini, at grundarlag er fyri at styrkja eftirlitið hjá TAKS fyri at tryggja landskassanum røttu inntøkurnar, sigur Eyðun Mørkøre.

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Author image Kartin L. Hansen
At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen

Meira langlesnaður