Heimatíðindi

Havið meir atlit til sjúkrabilar

Gunnar Hjelm, varaleiðari hjá Sjúkraflutningstænastuni.

Gunnar Hjelm, varaleiðari hjá Sjúkraflutningstænastuni.

2020-07-20 07:53 Author image
Katrin Johannessen

Kann vera ein spurningur um lív og deyða
-Sum heild skikka fólk sær væl í ferðsluni og halda av fyri sjúkrabilinum. Men vit merkja, at nógv fólk bíða til evstu løtu at koyra inn til síðina. Eisini eru nógv sum ikki blunka. Tá er torført hjá sjúkrabilføraranum at vita, um førarin framman ætlar at halda av ella ikki, sigur Gunnar Hjelm, varastjóri hjá Sjúkraflutningstænastuni.

Hann greiðir frá, at bilførarir, bæði framman fyri sjúkrabilin og mótkoyrandi, skulu blunka og koyra til síðina beinaveg, tey varnast ein sjúkrabil, sum koyrir í neyðsending við lúðri og blunkljósum. Um fólk ikki gera tað, so kann tað hindra sjúkrabilinum at koma fram so skjótt sum annars hevði verið gjørligt. 

Hann vísir á, at fólk spyrja onkuntíð um tað veruliga mann vera neyðugt at koyra í neyðsending so ofta. Men hann leggur dent á, at sjúkrabilaførararnir eru øgiliga dugnaligir og halda seg til røttu leiðireglur fyri nær koyrt verður í neyðsending.

-Tá vit koyra í neyðsending, so er tað tí at tað er alneyðugt. Tað kann vera ein spurningur um lív og deyða, og tá er umráðandi at portørarnir koma fram skjótast gjørligt, sigur hann.

Leggja ov seint merkis til sjúkrabilin
Nógva staðni í Føroyum er ringt sýni og tað er ikki altíð so lætt at yvirhála. Sjúkrabilurin skal sjálvandi, sum allir aðrir bilar, syrgja fyri at trygdin er í lagið. Tá hjálpir tað nógv um bæði bilarnir framman og mótkoyrandi blunka.

-Vit vilja heita á fólk, um at blunka til síðina, so skjótt sum tey síggja sjúkrabilin og ikki í evstu løtu. Vit heita eisini á, at fólk kanna sær í bakspeglinum av og á, um ein sjúkrabilur er aftan. Annars kunnu fólk leggja merki til sjúkrabilin ov seint. Tað sær onkuntíð út til, at fólk ikki varnast, at vit eru aftanfyri tey, fyrr enn vit eru beint aftanfyri og tá gerast tey øgiliga kløkk og venda næstan av vegnum, sigur Gunnar Hjelm.

Hann sigur tó frá, at hansara starvsfólk gjarna vilja rósa lastbilførarum. Lastbilførarirnir hjálpa ofta at gera vart við at sjúkrabilurin er áveg. Tað gera teir við at tendra blinkljós. Soleiðis kunnu mótkoyrandi fáa at vita um ein sjúkrabilur eru nærhendis, tá tað kann vera ringt at síggja, aftan fyri teir stóru lastbilarnar. 

Fólk hava eisini kanska lagt til merkis at onkuntíð koyra sjúkrabilar í neyðsending ikki serliga skjótt. Tá er tað tí neyðugt er at koyra seinni, við atlit til viðgerð, sum verður givin í bilinum. Men tá skulu fólk framvegis halda av fyri sjúkrabilinum, ger varaleiðarin greitt. 

[object Object]

Manglandi húsanummur gera tað torført
Ein annar trupulleiki, sum portørar hava í teirra arbeiði er vantandi húsanummur. Tað ger tað øgiliga trupult at finna húsini, har persónurin, sum tørvar hjálp, er staddur. Tá neyðugt er at renna frá hús til hús fyri at finna tey røttu, so kann tað jú eyðsæð hava seinkingar við sær. 

Hann heldur at fólk og kommunur skuldu gjørt tað nemmari hjá portørum at finna røttu húsini, við at syrgja fyri at dagførd húsanummur eru á øllum bygningum.

-Húsanummurini skulu vera stór og løtt at síggja. Tað nyttar ikki bert at hava tey standandi á postkassum, sigur Gunnar Hjelm.

Meir kunning um trupulleikan
Fólk kunnu heilt víst gerast betri til at blunka og koyra til síðina fyri akførum, sum koyra í neyðsending. Tað veri seg sjúkrabilar, sløkkilisbilar, politibilar, heldur Gunnar Hjelm.

Hann vísir eisini á, at gott hevði verið við meir kunning um evni fyri fólk, ið koyra bil.

-Tað kundi verið eitt hugskot hjá Ráðnum fyri Ferðslutrygd at gjørt okkurt átak um trupulleikan. Tað kundi til dømis verið eitt stutt kunningarbrot, sum var víst í KVF beint áðrenn Dag og Viku. 

-Eisini koyrilærar og løgreglan kundu havt serligt atlit til, um bilførarir duga nóg væl at blunka og halda av fyri akførum í neyðsending, heldur Gunnar Hjelm.

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður