Fólkatingsmenn vónsviknir av donsku stjórnini

2016-05-21 11:33 Author image
Dimma

- Hetta snýr seg ikki um loysing.

- Har er eingin ætlan um at fara úr ríkisfelagsskapinum.

Hetta var greiði boðskapurin, sum ávikavist Magni Arge og Sjúrður Skaale, fólkatingsmenn, settu fram á Fólkatingi í gjár, tá ið aðalorðaskifti var um ríkisfelagsskapin.

Stjórnarskipanin, sum í hesum døgum kemur til viðgerðar í Føroyum, skal ætlandi til fólkaatkvøðu í Føroyum á heysti 2017, og tí var stórur spenningur um, hvat danska stjórnin fór at melda út. Danski forsætisráðharrin kunngjørdi ta gomlu støðuna hjá donsku stjórnini: Føroyingar mugu velja longu nú.

- Antin verður stjórnarskipanin gjørd fyri ein sjálvstøðugan stat í framtíðini. Ella er tað ein skipan, sum skal galda, meðan Føroyar og Grønland eru í rikisfelagsskapinum, segði Lars Løkke Rasmussen.

Velja føroyingar ríkisfelagsskapin, skal stjórnarskipanin passa inn í løgfrøðiligu karmarnar, sum danska grundlógin setir, segði Lars Løkke Rasmussen. Og tað er danska løgmálaráðið, Justitsministeriet, sum tulkar grundlógina, gjørdi hann púra greitt.


Óhóskandi uppíblanding
Fólkatingsmaðurin fyri Tjóðveldi, Magni Arge, vísti á, at stjórnarskipanin hevur sera stóran fólkaræðisligan týdning fyri Føroyar. Og tí er tað Føroya løgting og Føroya fólk, sum skulu taka avgerðina. Uttan uppíblanding úr Danmark.

- Eg skilji ikki misálitið hjá donsku stjórnini á evnini hjá tí føroyska fólkinum til at standa fyri arbeiðnum at orða, viðgera og avgera eina stjórnarskipan fyri okkara egna land, seðgi Magni Arge.

Magni Arge segði beinleiðis, at danska stjórnin einki fær burturúr at leggja fótonglar í vegin fyri fólkaræðisligu tilgongdini.

- Eg haldi, tað er óhóskandi uppíblanding, tá ið forsætisráðharrin ferð eftir ferð illgitir ætlanina og krevur ein skilnað millum eina stjórnarskipan innanfyri ella uttanfyri ríkisfelagsskapin. Hetta snýr seg ikki um loysing. Hetta snýr seg um at styrkja grundina undir føroysku tjóðini, og tað skal føroyska fólkið avgera. Um Føroya fólk einaferð seinni avger at loysa, so skal støða takast til tá, um tað krevur eina aðra stjórnarskipan, segði Magni Arge millum annað.


Vónsvikin av Løkke
Í somu løtu, sum Fólkatingið viðgjørdi ríkisfelagsskapin, sótu føroysku floksformenninir í Tinganesi og viðgjørdu, hvussu farast skal víðari við nýggju stjórnarskipanini.

- Har er eingin ætlan um at fara úr ríkisfelagsskapinum, gjørdi Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður fyri Javnaðarflokkin, púra greitt í Fólkatinginum.

Sjúrður Skaale vísti á, at ríkisfelagsskapurin er nógv rúmligari enn grundlógin er, og tí mælti hann til, at orðingar um grundlógina verða hildnar uttanfyri. Hann undraðist á, at danski forsætisráðharrin segði tað vera danska løgmálaráðið, sum ger av, hvat ber til og ikki.

- Eg bleiv vónsvikin, tá ið forsætisráðharrin í sínari frágreiðing setir javnatekn millum grundlógina og ríkisfelagsskapin. Eg bleiv eisini vónsvikin av, at hann sigur tað vera danska løgmálaráðið, ið skal tulka grundlógina, tí harvið sigur hann eisini, at tað eru embætisfólkini ið gera av, hvat vit kunnu og ikki kunnu politiskt, segði Sjúrður Skaale.

Grundlógin sigur ikki eitt orð um ríkisfelagsskapin. Kortini hevur embætisverkið hjá stjórnini øðrumegin roynt at gera grundlógina nógv størri, enn hon er, og hinumegin at krympa veruleikan, soleiðis at hann er minni, enn hann er, vísti Sjúrður Skaale á. Hann mælti tí til ta rúmligu tulkingina, sum hevur gjørt ríkisfelagsskapin til tað, hann er vorðin.

- Søgan vísir, at tað er tá politikararnir hava tikið málið í egnar hendur og sett betongtulkingarnar av grundlógini til síðis, at ríkisfelagsskapurin er vaksin, segði Sjúrður Skaale.

   

   

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Author image Kartin L. Hansen
At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen

Meira langlesnaður