Heimatíðindi

Tað sigur uppskotið til hjálparpakka

2020-05-28 17:35 Author image
Sveinur Tróndarson

Tað hevur gingið sera stiltið at fáa fram eitt uppskot um hjálparpakka til ferðavinnuna, sum er tann vinna, sum uttan samanbering er harðast rakt.

Nú vilja fólk altíð vera ymisk á máli, tá tað snýr seg um hjálparpakkar, tí nøkur eru fyri at veita stuðul og onnur eru ímóti. Tað vil altíð vera so, men tað, sum verður róð framundir í hesum førinum er, at henda støðan er so serlig, at hon krevur serligar loysnir.

Um tað so er tað, sum nú liggur á borðinum, má vera upp til hvønn einstakan at meta um. Men tað, sum liggur á borðinum nú, sigur, at tey, sum fáa hjálp úr hesum hjálparpakkanum, eru fyritøkur eins og í hjálparpakka 2. Avmarkingin í hesum høpi er, at talan bara er um fyritøkur, sum reka vinnuliga ferðavinnu.

Tíðarskeiðið, sum fyritøkurnar fáa hjálp í, er frá 1. apríl til 30. juni í ár, og mótroknað verður í stuðli, sum fyritøkurnar møguliga hava fingið í hjálparpakka 2.

Fimm milliónir

Tað áhugaverda í samband við henda hjálparpakkan er, at upphæddin er økt rættiliga munandi. Tað er hon, tí avskrivingarnar eru tiknar við, og tað vil siga, at tær stóru fyritøkurnar, nú kunnu fáa upp í fimm milliónir krónur, annars er talan um somu útreiðslur, sum søkjast kann fyri.

Aftur hesaferð, setur myndugleikin sum krav, at feløgini skulu halda seg frá vinningsbýti í 2020 og í 2021, og framhaldandi er tað eitt krav, at leiðslurnar í feløgunum ikki kunnu fáa meira enn 600.000 krónur í løn.

Samlað verður mett, at hetta uppskotið kemur at kosta landskassanum 15-20 milliónir krónur, stendur at lesa í uppskotinum, sum má roknast sum ein skitsa til tað, sum kemur antin í hesi ella næstu viku.

Útihýsa AirBnB og nýggjum fyritøkum

Ein onnur avmarking, sum er í hjálparpakka 3 er, at nýggjar fyritøkur onga hjálp fáa.

Í uppskotinum stendur beinleiðis, at hesar fyritøkur eru dekkaðar av hjálparpakka 2 og hava annars lítlan grundrakstur og kunnu tí niðurleggja virksemið og byrja av nýggjum til komandi ár.

Um hetta er galdandi fyri øll tey nýggju er tó ivasamt, tí tað er als ikki óhugsandi, at nýggjar fyritøkur, sum ikki eru komnar í gongd, hava gjørt íløgur í vinnutól, sum nú ikki fáa stuðul, tí talan er um nýggjar fyritøkur.

AirBnB er heldur ikki umfatað av hesum hjálparpakkanum, á sama hátt, sum privat útleigan, summarhús og annað. Hesi kunnu leggja um til vanliga útleigan, stendur nevnt í uppskotinum, og tað kann tað so vera nakað um.

Tað kann tó undra eitt sindur, at alt virksemið, sum hevur við AirBnB at gera, verður skorið yvir ein kamb, tí tað kann saktans vera munur á virksemi. Og tí kann man eisini spyrja, hví bara AirBnB er nevnt. Hvat vit teimum, sum brúka aðrar bókingarskipanir, so sum Booking.com?
Spurningurin er, um tað er AirBnB-tænastan sjálv sum eigur at vera avgerandi, ella um tað er virksemið hjá fyritøkuni, sum eigur at vera grundarlagið.

Framtak skal uppí

Ætlanin hjá landsstýrinum við hjálparpakki 3 er at fáa Framtak uppí.

Landið skal eftirgeva 30 milliónir krónur, sum Framtak hevur lænt frá landinum og afturfyri skal Framtak binda seg til at brúka 30 milliónir krónur í ár og næsta ár til fyritøkur í ferðavinnuni.

Hetta skal gerast við at veita lán og eginpening eftir treytunum hjá grunninum. Á henda hátt kann vinnan fáa atgongd til 240 milliónir krónur, sigur landsstýrið, sum tó leggur til grund, at bankin kemur við 75 prosentum av pengunum, eigarin sjálvur við 12,5 prosentum og Framtak við 12,5 prosentum, tá Framtak skal inn við ábyrgdar- ella eginpeningi í samband  við lánifígging.

Hesin parturin kemur at kosta landskassanum 30 milliónir krónur, og tí má samlaði kostnaðurin av hesum hjálparpakkanum roknast til at vera millum 45 og 50 milliónir krónur. Og tað er langt frá tí talinum, sum ferðavinnan vónaði fór at koma.

[object Object]

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður