Heimatíðindi

Tað loysir seg best at vera landsapotekari og varastjóri á Landssjúkrahúsinum

Tað loysir seg best at vera landsapotekari og varastjóri á Landssjúkrahúsinum

Mynd: Visualhunt

2018-04-21 16:51 Author image
Georg L. Petersen

Tað loysir seg best at vera í starvi sum leiðari ella stjóri innan heilsuverkið. Men lønirnar eru so ymiskt settar saman, at til dømis á sjúkrahúsverkinum fær læknaligi varastjórin munandi meira í løn enn stjórin – og aðalstjórin í uttanríkis- og vinnumálaráðnum fær meira enn løgmansstjórin

Almennu partafeløgini hava verið løgd undir luppin seinasta árið við ovurstóru lønunum til millum annað stjóran á Atlantsflogi, Vága Floghavn, Posta og Føroya Tele – hetta eru framvegis tey best løntu almennu størvini. Men tað er ikki bara í partafelagssamanhangi, at almennu stjóralønirnar eru høgar – almennir stovnar, umsiting og skúlar fylgja væl við.


Heilsa er gull

98.209 krónur um mánaðin, íroknað eftirløn.

At vera læknastjóri og samstundis varastjóri á Landssjúkrahúsinum gevur samanlagt nógv í kassan, men samstundis er tað eitt starv, sum hevur verið ómetaliga ringt at fáa fólk at støðast í og at søkja, tá tað hevur verið lýst leyst.

Í 2013 mundi táverandi landsstýrismaður, Karstin Hansen, fáa grá hár í høvdið, tí hann mátti lýsa fleiri ferðir, áðrenn ein umsøkjari, sum ein setanarbólkur metti vera skikkaður at seta, søkti starvið. Hesin var tó heilt stutt, í tvey ár, áðrenn søkjast mátti av nýggjum, og Johan Jansson var settur í starvið.

Vit vita ikki, hvussu undanfarnu læknastjórarnir, ið samstundis virka sum varastjórar, hava verið løntir, men tann seinasti hevur verið best lønti almenni stjórin í landinum síðan starvssetanina í november 2015. Hann liggur ovast á listanum yvir almennar stjórar, sum Dimmalætting hevur gjørt eftir innlitsumbønir hjá øllum aðalráðum í landinum.

Johan Jansson liggur greitt á 1. plássi við eini mánaðarløn upp á 98.209 við eftirløn, og tað er enntá 21.777 krónur meira enn forstjórin í føroyska sjúkrahúsverkinum, Jóanis Erik Køtlum, sum fær 76.432 krónur um mánaðin við eftirløn.

Lesið meira og síggj yvirlitið yvir stjóralønirnar HER

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður