Heimatíðindi

Tað kostar onki at boða frá, tá tú koyrir á ein seyð

Sigert Patursson er bæði bóndi og formaður í Bóndafelag Føroyar. (Mynd: Hergeir Staksberg)

Sigert Patursson er bæði bóndi og formaður í Bóndafelag Føroyar. (Mynd: Hergeir Staksberg)

2019-04-24 14:20 Author image
Hergeir Staksberg

Vit hava hitt Sigert Patursson til eitt prát um ferðslutrygd, trupulleikar og loysnir í samband við seyð og yvirkoyrdan seyð

Tað er serliga undir lembingini, at lomb og seyður verða yvirkoyrd. Í hesum sambandinum greiðir Sigert frá, at vit eiga at varpa ljós á mannagongdina, tá ein seyður verður yvirkoyrdur. Tað er nevniliga ein misskiljing, at bilførarar missa pening, um teir boða frá, tá teir hava yvirkoyrt ein seyð.

- Hetta er týdningarmikið at vita. Tað kostar onki at boða frá. Tað vil siga, at tað er ikki tann, sum koyrir á seyðin, sum betalir fyri seyðin. Tað er ábyrgdartryggingin hjá bilinum, sum betalir fyri seyðin. Tað hevur onga ávirkan á, hvørki tann sum koyrir á ella nakað bonus, sigur Sigert.

[object Object]

(Eitt smálamb sólar sær í einum bildekki. Mynd: Dimmalætting)

Sambært Sigert er hetta tað sama sum ger seg galdandi, tá tú bakkar á eina súkklu, garðin hjá grannanum ella ein parkeraðan bil. Tað kallast at gera skaða á annan mans ogn. Ábyrgdartryggingin er tann tryggingin, sum er lógarkravd fyri, at bilurin yvirhøvur kann koyra á vegnum, tí annars fært tú ongar nummarplátur.

- Hetta er týdningarmikið at fáa fram, tí flestu fólk vita ikki av hesum, men kemur tað skaði á bilin, so er tað tín egna trygging, sum dekkar tann partin. So eg vil bara heita á fólk um at boða frá, tá tey yvirkoyra ein seyð, greiðir Sigert frá.

Sambært Sigert er besta loysnin fyri allar partar, at fólk boða frá, tá ein seyður verður yvirkoyrdur.

Les meir um evnið í Dimmalætting komandi vikuskifti.

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður