Heimatíðindi

Tað floymir inn við ólógligum vápnum til løgregluna

2016-06-30 15:25 Author image
Dimma

- Ótrúliga nógv fólk hava verið í dag og í gjár og latið vápn inn. Fólk standa næstan í kø.

Soleiðis verður sagt á politistøðini, har tey hava havt úr at gera í dag, tí 30. juni er evstamark fyri at lata ólóglig vápn inn.

Nýggj vápnalóg kom í gildi frá ársbyrjan. Lógin tilskilar, at persónar ið liggja inni við ólógligum skotvápnum kunnu lata tey inn til Føroya landfúta uttan revsitiltøk. Hetta kann tó bara gerast til 30. juni, tí eftir hetta verður tað revsivert. Talan er um rifflur, revolvarar og pistólar, sum fólk ikki hava fingið loyvi til at hava. Høglbyrsur eru undantiknar.

Tá ið dimma.fo tosaði við politistøðina seinnapartin í dag, hevði løgreglan ikki fingið yvirlit yvir, hvussu nógv ólóglig skotvápn vóru komin inn. Eitt yvirlit verður gjørt í morgin, verður sagt av politistøðini.

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður