Heimatíðindi

Tað eru pengar í skarninum

Tað eru pengar í skarninum

Regin Jacobsen (Mynd: Sverri Egholm)

2018-06-20 17:17 Author image
Ingi Samuelsen

Tað eru pengar í skarninum. Tað hevur Bakkafrost nú ásannað, og um hálvtannað ár verður roknað við, at eitt spildurnýtt biogassvirki á Skarðshjalla uttan fyri Havnina er farið í gongd, sum kemur at framleiða hita, streym og tøð til landbúnaðin.

Verkætlanin varð løgd fram á tíðindafundi í dag, har eisini varð skrivað undir avtalu við Fjarhitafelagið, Sev og Bóndafelagið.

Tað er Bakkafrost, sum tekur sær av at byggja og reka verkið. Til tess er eitt partafelag stovnað, sum Bakkafrost eigur 100 prosent, og sum fær navnið Pf. Føroysk Náttúruorka, stytt FNO.


(Mynd: Sverri Egholm)

"Sunt virksemi"
Orsøkin til at Bakkafrost fer undir slíkt virksemi skal síggjast í nýggju grønu linjuni, ið varð lagt fram fyrr í ár í frágreiðingini ”Sunt Lív – frágreiðing um burðardygd”.

Les eisini: Bakkafrost og landbúnaðurin samstarva um biogassverk 

Á tíðindafundinum í dag greiddi Regin Jacobsen, stjóri, frá, at tað er í sambandi við byggingina av stóru smoltstøðini í Ánunum, at tankarnir um eitt gassanlegg veruliga tóku dyk á seg.

- Vit ynskja at hava eina grøna framleiðslu. Við at savna alla smoltframleiðsluna á einum stað og at hava smoltini gangandi í longri tíð, kundu vit innsíggja, at tað ikki ber til longur at bara leiða avfallið út í fjørðin.

- Í nýggju frágreiðingini er eisini ein partur um ”sunt virksemi” og við hesum vilja vit fortelja, at vit veruliga ynskja at gera nakað við umhvørvið eisini. So málið hjá okkum er nú at tað onki útlát skal vera frá okkara smoltframleiðslu.

Í staðin er ætlanin, at skarnið og burturkast frá framleiðsluni skal førast til eitt biogassverk, sum eisini tekur ímóti mykju frá bóndunum – og í framtíðini kanska eisini lívrunnið húsarhaldsburturkast, um gongd kemur á skiljingina av burturkastinum.


Siggert Patursson, formaður í Bóndafelagnum (Mynd: Sverri Egholm)

Hiti, ravmagn og tøð
Úr einum slíkum biogassanleggi kann framleiðast bæði hiti og ravmagn, og til at avtaka hetta, er avtala gjørd við Sev og við Fjarhitafelagið, sum Tórshavnar kommuna og Sev eiga, og sum í løtuni letur hita til áleið 1.500 húsarhald og við nýggja verkinum kann nýta eini 400 húsarhald afturat í hitanetið.

Restframleiðslan er avgassað tøð, sum verða latin aftur til bóndurnar sum tøð, ið er nógv gagnligari fyri bøin enn mykjan, sum teir lata inn.

Siggert Patursson, bóndi á Vatnaskørðum og formaður í Bóndafelagnum fegnaðist stórliga um avtaluna, hann í dag skrivaði undir við Bakkafrost sum tann fyrsti veitarin av mykju til gassorkuverkið.

Serliga tí at tøðini verða nógv betri av fiskaskarninum, sum kemur afturat frá alingini, og sum gevur fosfat, ið er gott fyri jørðina, og sum ikki er í mykjuni. Harvið fáa bøndurnir nógv meira aftur, enn teir lata til verkið.


Biogassverkið verður bygt innast á Skarðskjalla við Kaldbaksfjørð (Mynd: Google)

Ongin luktur
- Einasta keðiliga við hesi avtaluni er, at vit missan henda góða angan sum kemur frá bóndagørðunum um várarnar, tá mykja verður sprænd, legði hann skemtandi afturat – helst var tað ein heilsan til grannar sínar og hjá øðrum bóndum, sum hava ilskast inn á luktin, tá mykja verður sprænd á bøin.

Regin Jacobsen vissaði um, at tað kemur ongin luktur frá nýggja virkinum, tá tað kemur ígongd.

- Okkara ráðgevar hava sannført okkum um, at tað ikki er nakar trupulleiki at gera virkið soleiðis, at ongin luktur sleppur út, segði Regin Jacobsen.

Enn er ikki greitt, hvat kostnaðurin av einum gassorkuverkið verður, men Regin Jacobsen segði á tíðindafundinum, at hann helst kemur at liggja millum 50 og 80 milliónir krónur.

- Vit skulu rokna við reyðum tølum á botnlinjuni nógv tey fyrstu árini, tí tað tekur helst drúgva tíð, áðrenn framleiðslan fer at kasta pengar av sær. Hinvegin fer tað at síggja rættiliga gott út á okkara grøna roknskapi, og tað er góð tøl á grøna roknskapinum, sum Bakkafrost fer eftir í hesum projektinum.


John Zachariassen, nevndarformaður í Sev, skrivar undir avtalu (Mynd: Sverri Egholm)


Hans Christian Dam, stjóri, og Sune Jacobsen, nevndarformaður, skriva undir vegna Fjarhitafelagið (Mynd: Sverri Egholm)

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Tjúguni í Føroyum

Tjúguni í Føroyum

Í 2017 yvirhálaðu føroyingar í tjúgunum teir í tretivunum við 19 menniskjum í fólkatali

Meira langlesnaður