Uttanlands

Sýria: Alsamt fleiri sivil lata lív

Sýria: Alsamt fleiri sivil lata lív

Mynd: EPA/MOHAMMED BADRA

2018-02-20 12:34 Author image
Elisa Vang

Minst 100 sivil fólk, harímillum 20 børn, vórðu dripin í bumbuálopum, ið sýriska stjórnin framdi í uppreistrartikna Eystur-Ghouta umráðnum uttanfyri Damskus í gjár, tað skrivar BBC News á heimasíðu sína.  

Við hesum, gjørdist mánadagurin drápmiklasti dagurin í landspartinum, síðan hann varð kringsettur í 2013.

Sýriska sivilverjan, Hvíthjálmarnar, søgdu, at bumburnar hildu fram at falla í dag, týsdag.

Eystur-Ghouta er síðsta innlendisuppreistrarøkið nærindis høvuðstaðin og er fullkomiliga umgirt av stjórnaðarligum ræðisøkjum.

Uppreistrarkervið, The Local Co-ordination Committee, hevur boðað frá, at sivil fólk vórðu dripin og særd av luftálopum í Douma, Misraba og al-Nashabiya. Bjargingarliðið, Hvíthjálmarnar, boðaðu frá, at trý fólk vórðu dripin í Misraba og fýra vórðu dripin í al-Marj í dag.

Bæði enski mannarættindafelagsskapurin, The Syrian Observatory for Human Rights (SOHR), og Hvíthjálmarnar hava boðað frá, at yvir 100 fólk lótu lív í bumbuálopunum í gjár.

Ein ST-umboðsmaður eggjar til at steðga við álopunum, tí støðan versnar alsamt, skrivar BBC News.

 

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður