Uttanlands

Svøríki: Politisk ógreiða eftir valið í gjár

Svøríki: Politisk ógreiða eftir valið í gjár

Borgarligu floksformenninir. Frá vinstru Ebba Busch Thor, kristiligu, Ulf Kristerson, Moderaterna, Annie Lööf, Centerpartiet og Jan Björklund, Liberalerna (Mynd: EPA)

2018-09-10 01:10 Author image
Ingi Samuelsen

Politiska støðan er ógreið eftir ríksidagsvalið í Svøríki sunnudagin. Og enn er óvist hvussu stjórnin verður skipað.

Gomlu blokkarnir, tann reyði við sosialdemokratunum á odda og tann blái við Moderaterna á odda, liggja á jøvnum, uttan meiriluta, og einsamallir standa Sverigedemokraterna sum triðstørsti flokkur í Svøríki, men sum ongin framvegis vil samstarva við.

Møguleikarnar hjá Stefan Löfven at halda fram sum forsætisráðharri tykjast tó ótryggir.

Teir borgarligu flokkarnir, ið kalla seg bláa alliansan, halda fast um, at sosialdemokratiski floksleiðarin skal leggja frá sær. Allir fýra flokkarnir, Moderaterna, Centerpartiet, tey liberalu og kristdemoratarnir, heittu í gjárkvøldið á Stefan Löfven um at leggja frá sær beinan vegin, so tey kundu fáa stjórnarleiðsluna við Ulf Åkeson hjá konservativa flokkinum, Moderaterna, sum forsætisráðharra.


Stefan Löfven vildi ikki leggja frá sær á valdegnum, og kundi fegnast um, at afturgongdin gjørdist minni enn væntað. (Mynd: EPA)

Men Stefan Löfven vildi ikki leggja frá sær.

- Svøríki skal hava eina stjórn, og fyribils fari eg at arbeiða fyri, at vit kunnu halda fram, tí reyði vongurin er framvegis tann størsti, segði Löfven eftir at valúrslitið var greitt.

Men hann staðfesti eisini, at valúrslitið var endin á blokkpolitikkinum, og harvið letur hann eisini dyrnar upp til flokkarnar í miðjuni um at koma við í samstarv.

Men Stefan Löfven kann koma út fyri, at fáa eitt misálit ímóti sær tá Ríkisdagurin kemur saman, tí allir borgarligu flokkarnir siga, at tey fara at atkvøða ímóti at Löfven sleppur at halda fram sum forsætisráðharri. Og hjá Sverigedemokraterna hevur tað verið høvuðsevni í valstríðnum at fáa javnaðarstjórnina frá valdinum.

Úrslitið av valinum gjørdist hetta:
Socialdemokraterna 28,4% (-2,8) – 101
Moderaterna 19,8% (-3,5) – 70
Sverigedemokraterna 17,6% (+4,7) – 62
Centerpartiet 8,6% (+2,5) – 31
Vänsterpartiet 7,9% (+2,2) – 28
Kristdemokraterna 6,4% (+1,8) – 23
Liberalerna 5,5% (+0,1) – 19
Miljöpartiet 4,3& (-2,4) – 15

Reyður blokkur 40,6% og 144 limir í Ríkisdegnum
Bláur blokkur 40,3% og 143 limir í Ríkisdegnum
Sverigesdemokraterna 17,6% og 62 limir í Ríkisdegnum

Fínteljingin kan geva nakrar broytingar, men enn eru nakrar atkvøður eftir at telja – eitt nu atkvøðurnar hjá teimum svensku veljarunum, sum búgva uttanlands.

Stórur spenningur verður nú komandi 14 dagarnar innan Ríkisdagurin verður kallaður saman. Eygleiðarar halda, at einasti møguleiki hjá Löfven at halda fram er, um hann kann fáa ein frá borarliga veinginum at stuðla sær, og her verður serliga hugsað um Centerpartiet.

Eydnast tað ikki, er størst sannlíkindi fyri, at Ulf Kristersson, formaður fyri Moderaterna, gerst forstæisráðharri í eini veikari borgarligari minnilutastjórn við einum ella tveimum flokkum afturat sær.


Jimmie Åkesson og Sverigedemokraterne høvdu størstu framgongdina, men ikki so stóra, sum tey høvdu vónað (Mynd: EPA)

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Tjúguni í Føroyum

Tjúguni í Føroyum

Í 2017 yvirhálaðu føroyingar í tjúgunum teir í tretivunum við 19 menniskjum í fólkatali

Meira langlesnaður