Gávaði ítróttarmaðurin Sverri Jacobsen er farin  

2016-05-24 10:22 Author image
Dimma

Sverri Jacobsen hevur um nakar myndað føroyskan hond- og fótbólt gjøgnum ein mansaldur. 

Sverri var sum spælari ein undangongumaður í fótbólti og hondbólti. Hann skaraði framúr á HB-liðnum, sum spældi so væl í 60- og 70-árunum, og í Kyndli spældi hann á besta liðnum langt upp í 80-árini. Í báðum ítróttargreinum hevur hann vunnið eina rúgvu av meistaraheitum, men serliga er tað hansara háttur at spæla bæði fótbólt og hondbólt, sum ger, at fólk enn minnast hann við gleði.
Hann var bæði gløggur og frekur, og tað var ofta hann, sum gjørdi spælið vakrari og stuttligari at líta at.

Sverri spældi á landsliðum í báðum ítróttargreinum, og við tað at hann var so gávaður, kundi hann røkja fleiri ymsar leiklutir. Tá ið hondbólturin fór at royna seg í altjóða kappingum, var Sverri við, og hann dugdi sum fáur at finta og spæla aðrar fríar, tá ið tørvur var á tí.

Sverri Jacobsen var ein sera avgerandi partur av liðum í HB og Kyndli, sum munnu vera millum tey mest eyðsýndu yvirhøvur í føroysku ítróttarsøguni. Seinni gjørdist Sverri ein væl dámdur og dugnaligur venjari, hjá ungum og vaksnum um landið, og tað hava nógv føroysk feløg fingið ágóðan av.

Sverri Jacobsen verður ikki gloymdur fyri síni avrik á føroysku vøllunum og í hallunum.

   

  

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Author image Kartin L. Hansen
At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen

Meira langlesnaður