Suni stjól sigurin í síðstu løtu

2016-08-15 08:00 Author image
Dimma

KÍ vann uppiborið á arvafíggindanum HB, og tók harvið enn eitt týdningarmikið fet móti fyrsta meistaraheitinum síðan 1999. Sunnudagin hittust mest vinnandi feløgini í Gundadali, og tað sást beinanvegin, hvat liðið var svangari.

KÍ legði út sum eitt óløgi og trýstið HB um allan vøllin. Tí var tað sum ein vátur vøttur, tá ið Rókur á Fløtum við einum turrum langskoti úr 20 metrum legði HB á odda longu í 5. minutti. Tað flutti líkasum trumfin yvir til havnamenn, men klaksvíkingar vildu ikki lata sær støðuna lynda og trýstu áhaldandi.

Tað skuldi kortini eitt brotsspark av teimum heilt bíligu til, áðrenn KÍ kundi javna. Dómarin Eiler Rasmussen helt seg síggja eitt lítið skump, tá lítil hálvur tími var leiktur, og so var hann skjótur at bríksla. Ársins klaksvíkhetjan, Jóannes Bjartalíð, setti brotssparkið trygt í netið, og so var javnt.

Seinni hálvleikur líktist fyrra, tó fekk HB betri tamarhald á spælið til tíðir. Í 62. minutti fekk so Ari Mohr Olsen, sum í ár veruliga hevur fingið sítt gjøgnumbrot, eitt gott mál, tá ið hann stríddi bóltin í málið.

KÍ hevði onkrar stórar møguleikar, sum vóru misnýttir, og HB hevði eisini tvær heilt góðar støður, sum kundu givið mál. Men tað var eitt sjálvmál frá HB-liðskiparanum, Johan Troest Davidsen, sum gav KÍ ta lívlínuna, sum teimum tørvaði.

Nú lá dysturin og dandaði á javnleikinum, men tá ið KÍ móti dystarenda fekk fríspark beint uttan fyri brotsteigin, vistu flestu áskoðararnir, hvat klokkan á Bakkanum hevði sligið. Tí Suni Olsen var komin inn hjá KÍ, og hann setti bóltin sera hegnisliga beinleiðis í netið.

KÍ vann samanlagt helst uppiborið, tó at HB hevði sigurin í posanum tvær ferðir. KÍ hevur eina nógv greiðari ætlan, teir eru kropsliga yvirlegnir, orka betur og eru sterkari, vinna nærdystir. KÍ hevur eina nógv einfaldari spælætlan enn HB, hvørs spælarar tykstu ógvuliga ótryggir um, hvussu teir skulu fara fram. Tað blívur ov nógv tvørturum og aftureftir, bóltar verða sjáldan spældur í tómrúm, meðan KÍ leggur eitt høgt trýst, og fer rættiliga beina leið eftir málinum, sum tað hóast alt snýr seg um.

Við sigrinum heldur KÍ Víking á øðrum plássi fýra stig aftan fyri seg, og tók tí eitt sera avgerandi stig rætta vegin, fyri at tað skal geva tostandi áskoðarafjøldini har norði, tað henni vantar. Og áskoðararnir hjá klaksvíkingum hava veruliga uppiborið tað, tí meiri eggjandi og syngjandi fjøld er ikki sæð í áratíggju.

Men allar súður eru ikki syftar enn.

 

HB - KÍ 2-3

1-0 Rókur av Fløtum Jespersen

1-1 Jóanes Bjartalíð (br.) 

2-1 Ari Mohr Olsen

2-2 Sjálvmál

2-3 Súni Olsen

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Author image Kartin L. Hansen
At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen

Meira langlesnaður