Heimatíðindi

Sunda Kommuna: Nógv fólk til borgarafundirnir

2018-03-12 15:30 Author image
Innsent

Tvær tær seinastu vikurnar hevur kommunan verið runt um í bygdunum og haft borgarafundir um uppskotið til ferðavinnupoltikk.

Nógv fólk møttu á fundi og viðmerkingarnar eru allar skrivaðar niður. Eisini eru fleiri, sum hava valt at senda inn skrivligar viðmerkingar til kommununa. 

Málið hjá kommununi er, at skapa best møguligu fortreytir fyri, at borgarar og fyritøkur í hesum øki hava hug og dirvi til at bjóða seg fram í hesi skjótt vaksandi vinnu, so hon fer at kasta pening av sær til økið.

Kommunan hevur áhugað í, at fáa viðmerkingar inn. Uppskotið liggur frammi til hoyring inn til fríggjadagin 30. mars 2018 kl. 12.00.

Uppskotið til ferðavinnupolitikk kann lesast her.

Myndir frá borgarafundunum síggjast HER

 

 

 

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður