Býráðið í Sunda kommunu hevur á fundi 25.september 2017 samtykt, at bjóða busskoyring til næmingar í Sunda kommunu, sum ganga í Skúlanum við Streymin, sum búgva longri burtur enn 1 km frá skúlanum. Tað upplýsir kommunan á heimasíðu síni.
Ferðatælanin kemur í gildi í dag, mánadagin 16. oktober. Skúlabussurin koyrir, sum vanligt úr Hósvík og úr Tjørnuvík kl. 7.30 um morgunin, men sum nakað nýtt fer skúlabussur eisini frá Norðskála (norðast) kl. 7.35 og av Oyri kl. 7.45.