Royndarkoyra ókeypis bussleið í Sundalagnum

2016-09-07 13:10 Author image
Sigmund Vang

Trivnaðarnevndin í Sunda kommunu hevur samtykt at gera nakrar royndartúrar við kommunalu bussleiðini í mentanardøgunum. Býráðið hevur avgjørt, at í 2017 skal ein ókeypis bussleið koyra runt í kommununi, og soleiðis gera tað lættari hjá borgarum at ferðast millum bygdirnar.

Í mentanardøgunum verður bussleið í sambandi við tvey tiltøk. Fyrra tiltakið er setanin í Eydnuni á Oyrarbakka, sum verður hósdagin 8. september. Seinna tiltakið bussleiðin koyrir til er Brunsj í bygdahúsinum í Hósvík leygardagin 10. september.


8.september verður koyrt soleiðis:

Bussur úr Tjørnuvík
Úr Tjørnuvík kl.18.30
Úr Haldórsvík kl.18.40
Av Langasandi kl.18.45
Koma til Eyduna á Oyrarbakka kl.19.00

Bussur úr Hósvík
Úr Hósvík kl.8.30
Úr Hvalvík kl.8.40
Úr Streymnesi kl.8.45
Av Norðskála kl.8.55
Koma til Eydnuna á Oyrarbakka kl.19.00
Koyrt verður heim aftur aftaná tiltakið áleið kl.21.00 av Oyrarbakka.


10.september verður koyrt soleiðis:

Bussur úr Tjørnuvík
Úr Tjørnuvík kl. 09.00
Úr Haldórsvík kl. 09.10
Frá Langasandi kl. 09.15
Koma til bygdahúsið í Hósvík kl. 09.30

Bussur av Oyri
Av Oyri kl. 09.00
Ígjøgnum Norðskála kl. 09.10
Úr Streymnesi kl. 09.20 
Úr Hvalvík kl. 09.25
Koma til bygdahúsið í Hósvík kl. 09.30

Koyrt verður heima aftur aftaná tiltakið áleið kl. 12.00 úr Hósvík.

 

 

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Author image Kartin L. Hansen
At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen

Meira langlesnaður