Heimatíðindi

Summarfestivalurin í ár er avlýstur

2020-06-28 22:41 Author image
Sveinur Tróndarson

Tað upplýsa fyrieikararnir á Facebook í kvøld.

- Myndugleikarnir hava boðað frá, at eingin stór tiltøk skulu haldast fram til endan av august, og eingi útlit eru fyri, at hesi tilmæli verða broytt. Tí hevur Summar Festivalurin nú tikið endaliga støðu um, at festivalurin verður ikki hildin í ár. Vit harmast, at vit mugu avlýsa, men vit hava ikki annað val. Tilmælini um frástøðu og avmarkingar í at savna fólkamongdir gera, at vit kunnu ikki halda Summar Festivalin í ár, sigur Erik Biskopstø, sum er ein av fyriskiparunum.

Tey, sum hava keypt atgongumerki kunnu velja, um tey vilja hava peningin aftur ella brúka atgongumerkið til festivalin næsta ár. Tey, sum vilja hava pengarnar aftur skulu seta seg í samband við festivalfyrireikararnar í seinasta lagi 31. juli. Meira kann lesast um hetta á heimasíðuni hjá festivalinum.

Sum skilst verður roynt at flyta tónlreikararnar, sum skuldu spæla í ár til næsta ár. Meira kunning kemur um tað seinni, siga fyrireikararnir.

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður