Summarfestivalurin endaði við einum skoli

2016-08-07 14:22 Author image
Sigmund Vang

Tað var nærum soleiðis, at fólk vóru byrjað at fáa abstinenser í Klaksvík, tí ikki ein dropi var komin niður frá tí, at festivalurin byrjaði hósdagin. Men so kom regnið. Leygardagurin bleiv regndagurin, men tað bilti einki. Teir báðir fyrstu dagarnir vóru fantastiskir, tá hugsað verður um veður, og tónleikurin var eisini á heilt góðari leið. Leygardagurin var tann føroyski dagurin, kunnu vit siga. Har var okkurt útlendskt á skrá, sum fór framvið undirritaða, so tað fær onga umrøðu her. Hinvegin, so upplivdi eg tríggjar fantastiskar føroyskar framførslur, og ein bita av teirri fjórðu. Signar í Homrum, sum skuldi enda festivalin, slapp at byrja leygardagin, og tað megnaði hann sera væl. Vónandi fara fyriskipararnir at seta líknandi konsertir á skrá fyrr upp á dagin í framtíðini.

Kristina Bærendsen slapp at framføra eini fýra løg á stóra palli, men mátti so tíverri gevast, tí tað bleiv for vátt. Tað, sum vit náddu at hoyra, var tó fyrstaflokks. Kristina er ein entertainari av Guds náði.

Síðani gekk leiðin í tjaldið, har fyrst Marius trøllabant fjøldina enn einaferð, og seinni spjaddi Hjarnar rokkandi afturhvarv. Báðar konsertirnar rukku rættiliga langt út yvir pallkantin, og tá nú regnið oysti niður uttanfyri, var eingin orsøk til ikki at yvirgeva seg fullkomiliga. Og tað gjørdu tey flestu. Tað bleiv sungið við og trallað.

Føroyski leygardagurin við ljóði og vætu setti eitt fínt punktum fyri einum festligum festivali, sum, tá samanumkemur, var sum teir plaga.

 

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Author image Kartin L. Hansen
At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen

Meira langlesnaður