Suðuroyggin dragnar

2016-05-16 18:30 Author image
Dimma

- Tað dragnar alt meira millum Suðuroynna og restina av landinum. Tað sigur Hagstovan, sum hevur almannakunngjørt seinastu uppgerðina yvir fólkatalið í landinum.

Fólkatalið veksur í øllum landinum samlað. Fólkavøksturin er 1,2 prosent seinastu 12 mánaðirnar, og samlaða fólkatalið var tann 1. apríl 49.331; tað eru 591 fólk fleiri enn eitt ár frammanundan. Men meðan fólkatalið veksur 1,2 prosent fyri alt landið, so er tað minkað við 1,8 prosentum í Suðuroy.

Nógv tann størsti vøksturin er í høvuðsstaðarøkinum, har fólkatalið er vaksið við 311. Lutfalsliga er størsti vøksturin í Streymoyar sýslu annars og í Vága sýslu við 1,8 prosent. Vøksturin er nakað minni í Norðoya sýslu, sum vaks við 1,1 prosentum.

Í kommununum er nógv størsti vøksturin í tali í Tórshavnar og Runavíkar kommunum við ávikavist 372 og 90 fólkum. Í Klaksvíkar kommunu vaks fólkatalið við 52, í báðum kommunum í Vága sýslu við tilsamans 56 og í Sunda kommunu við 32. 

Í tali er størsta minkingin í Tvøroyrar, Vágs, Hvalbiar og Fuglafjarðar kommunum. Lutfalsliga er størsta minkingin í Húsa kommunu.

Verður hugt eftir gongdini í einstøku oyggjunum, stendur fólkatalið sum heild í stað ella minkar nakað í útoyggjum – uttan í Svínoy og Nólsoy, har fólkatalið aftur veksur nakað. Í stóru oyggjunum er tað bara minkandi fólkatal í Suðuroy, meðan tað er vaksandi í Streymoy, Eysturoy, Borðoy, Vágoy og Viðoy.

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Author image Kartin L. Hansen
At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen

Meira langlesnaður