Suðuroyar Sparikassi ávarar: Framgongdin rakar ójavnt

2016-08-26 15:47 Author image
Dimma

- Tað byrjar meira og meira at líkjast teimum stuttligu tíðunum í 2005-2008, tá ið alt gekk sera gott og skjótt. Hesa ferð er tað tó tað almenna, ið gongur á odda við risastórum íløgum. Ein kennir ein ávísan ófrið á sær, tá ið ein hugsar um framtíðina. Eru vit komin hartil, at tað byrjar at ganga ov skjótt? Hvussu leingi hava vit undanvind?, sigur og spyr Søren L. Bruhn, stjóri.

Suðuroyar Sparikassi hevði fyrsta hálvár 2016 eitt yvirskot á eina millión krónur áðrenn skatt. Suðuroyar Sparikassi hevur tað seinasta árið havt ein vøkstur í inn- og útlánum á ávikavist 5,5 % og 6,2 %. Solvensur hjá Suðuroyar Sparikassa er styrktur – úr 14,4% stigum til 14,6% stig.

Men tað er ikki sín egna roknskap, sum stjórin í Suðuroyar Sparikassa brúkar mest tíð uppá í tíðindaskrivinum, sum er sent út. Heldur ávarar hann um gongdina í Føroyum.

Vøksturin í Føroyum er ein samanseting av fleiri ymiskum viðurskiftum, vísir Suðuroyar Sparikassa, millum annað politikkinum hjá skiftandi landsstýrum við skattalættum, nógvari almennari bygging, halli á fíggjarlógum, lágum altjóða rentustøði, Evropiski Meginbankin oysir pening út á marknaðin eins og føroyski útflutningurin av laksi og uppisjóvarfiski gongur stak væl.

Men vøksturin í Føroyum er ikki javnt býttur, vísir Suðuroyar Sparikassi á.

-  Enn minkar fólkatalið í ávísum økjum. Tað merkir, at keypiorkan minkar, lítil príshækkan er á bústøðum, og hetta ger, at støðan í sunnasta parti av landinum versnar. Ein støða, sum landstýrið eigur at seta tiltøk í verk fyri at loysa, so Føroyar ikki verða býttar upp í eitt A- og eitt B-lið. Landið er snøgt sagt ov lítið til hetta.

Suðuroyar Sparikassi sigur seg við gongdini í huga vera farin at vera meira varin við alt ov stórum vøkstri í útlánum og ansar væl og virðiliga eftir at lúka øll krøv í Eftirlitsdiamantinum hjá Fíggjareftirlitinum, soleiðis at Suðuroyar Sparikassi hvílur á einum tryggum grundarlagi.

Fyri Suðuroyar sparikassa sær komandi hálva árið sær spennandi út – Flex Funding FO kemur á marknaðin, deildin í Havn hevur móttøku í nýggju hølunum á Staravegi 9, har Elektron heldur til, og fleiri nýggj tiltøk verða sett í verk.

Suðuroyar Sparikassi væntar eitt úrslit áðrenn skatt á 1,2 mió. kr. fyri 2016.

 

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Author image Kartin L. Hansen
At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen

Meira langlesnaður