1.4 milliónir krónur í neyðhjálp til Suðursudan

2017-02-27 14:49 Author image
Sigmund Vang

Uttanríkis- og vinnumálaráðið fer at lata 1.4 míó. kr. (200,000 dollarar) í neyðhjálp til Suðursudan. Tað upplýsir ráðið á heimasíðu síni.

Suðursudan er rakt av herviligari hungursneyð, og hjálpin verður latin átøkunum hjá World Food Programme, ið er stovnur hjá ST. World Food Programme er størsti hjálparfelagsskapur í heiminum.

Í síðstu viku lýstu stjórnin í Suðursudan og ST hungursneyð í Unity landslutinum, har norðuri í landinum. Umleið 5 milliónir fólk hava í løtuni bráðfeingistørv á mati. Tað svarar til eina slaka helvt av fólkatalinum í landinum – 11 milliónir. Borgarakríggj og turkur eru høvuðsatvoldirnar til álvarsomu støðuna, sum er støðugt versnað seinastu árini. Sambært myndugleikum í landinum og altjóða stovnum er vandi fyri, at hungursneyðin fer at spjaða seg til restina av Suðursudan, ið er millum fátækastu lond í heiminum.

- Hungursneyðin í Suðursudan er hin ringasta í heiminum seinastu árini. ST hevur heit á heimsins lond um at hjálpa, og sum partur av altjóða samfelagnum hava vit føroyingar skyldu at lata okkara íkast, sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður.

- Føroyar eiga at taka á seg ein virknari leiklut úti í heimi. Vit hava hækkað játtanina til neyðhjálp, og landsstýrið ætlar í størri mun at taka upp sjálvstøðug samstørv við altjóða hjálparfelagsskapir. Hjálparveitingin til Suðursudan er størsta einstaka upphædd landsstýrið hevur latið í neyðhjálp higartil.

 

 

 

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Author image Kartin L. Hansen
At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen

Meira langlesnaður