Kommunal grundstykkir í Kollafirði verða seld fyri 250.000

2017-02-28 07:30 Author image
Sigmund Vang

Samlaða útstykkjaða økið á Hamrabø í Kollafirði er á leið 12.000 fermetrar til støddar. Her verða 22 grundstykki, sum í meðal eru 544 fermetrar í næstum sett til sølu.

- Stykkini liggja sera væl fyri við góðum og vøkrum útsýni, sigur Tórshavnar kommuna.
Verður áhugin sum frálíður stórur, so ber til at leingja útstykkingina út móti Kjalnesi. HMP-Consult hava verið ráðgevar og hava gjørt høvuðsprosjektið. Felagið Við Sjógv Sp/f. átti lægsta tilboð at gera økið byggibúgvið.
Byggibúningin verður liðug um á leið eitt ár og ætlanin er nú at bjóða stykkini út. Tey, ið standa á bíðilista, verða fyrst avgreidd, áðrenn stykkini verða seld í fríari sølu. Ein meiriluti í fíggjarnevndini hevur mælt til at selja stykkini fyri á leið 250 túsund hvørt.
Annika Olsen, borgarstjóri, upplýsir, at hetta er fyrsti liður í at skapa eitt fjølbroyttari bústaðamynstur. Hon fegnast um, at møguleikar nú aftur eru hjá fólki at útvega sær grundøki í Kollafirði. 
Málið kemur fyri á býráðsfundinum 2. mars.


Kelda: torshavn.fo

  

  

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Author image Kartin L. Hansen
At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen

Meira langlesnaður