Børn og ung á stovni fíggjarligan stuðul

2016-09-02 12:05 Author image
Sigmund Vang

Áður hevur tað verið soleiðis, at fíggjarligan stuðul til børn og ung á vardum bústaði ella á stovni varð latin sambært forsorgarlógini. Eisini var tað so, at munur var á upphæddini, um viðkomandi var undir ella yvir 18 ár. Men tað er nú broytt við kunngerð, sum júst er komin í gildi. Við kunngerðini fáa børn og ung, ið eru í somu fyriskipan ta somu upphæddina í stuðli, uttan mun til um hesi eru undir ella yvir 18 ár, boðar Almannamálaráðið í dag frá.

Stuðulin til børn og ung í almennari fyriskipan verður veittur sum stuðul til persónligan tørv, og sum stuðul til tær útreiðslur, ið standast av uppihaldinum.

Fólk, sum sita í varðhaldi, kunnu eisini fáa fíggjaligan stuðul sambært nýggju kunngerðini. Við kunngerðini kunnu fólk, ið eru frælsisskerd við dómi fáa fíggjarligan stuðul, um hesi annars ikki hava ogn, ið kann nýtast til uppihalds.


Lesið meira HER

 

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Author image Kartin L. Hansen
At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen

Meira langlesnaður