Heimatíðindi

Stroyma vígsluna á Facebook

Dina Bech og maður hennara, Evald Norðberg (egin mynd)

Dina Bech og maður hennara, Evald Norðberg (egin mynd)

2020-03-22 17:49 Author image
Rebekka Manuela Behrens

Tað er mánadagur, og 24 ára gamla Dina Jensdóttir Bech av Skála hevur lagt seinastu hond á brúdleypsfyrireikingarnar. Nú eru tað tríggjar vikur til hon skal giftast. Tað kemur væl við, at brúdleypsfyrireikingarnar eru lidnar, tí so kann hon slappa av áðrenn vígsluna. 

Men brúdleypsresið og skundurin var ikki neyðugur, hóast alt. Tríggjar dagar eftir at Dina er liðug at fyreika brúdleypið hevur Føroya Landsstýrið fyrsta tíðindafundin, har tey boða frá at landið í ein ávísan mun verður lagt lamið. 

Ein vígsla er annað enn kjóli og glansur
Fyri nógvar komandi brúðrar kann hetta tykjast sum ein marrudreymur. Tó hevur Koronasmittan, og fylgjurnar av henni, fingið Dinu at hugsa, hvat veruliga hevur týdning.

- Vit kvinnur kenna til sendingar “Say Yes to the Dress” og aðrar, sum seta sjóneykuna á kjólan, veitsluna og tað, sum glitrar. Hesar dagar hava vit fingið møguleikan at seta sjóneyku á kjarnina í brúdleypinum. Nevniliga, lyftið, sum hjúnini geva hvørjum øðrum fyri lívið. Hetta eru nakrir tankar, sum eru góðir at hugsa um, nú dagurin nærkast. Vit, sum bestu vinir og par, gleða okkum at sleppa at geva hvørjum øðrum okkara ja -fyri Gudi og menniskjum.

Vígslan varð lýst at verða í Nerija á Skála 4.apríl kl.13.30, eftir hetta skuldi vetisla verða fyri innbodnum um kvøldið

 –  Ja, hetta var ætlanin, men sum øll vita, er alt óvist og eingin veit á morgni at siga, hvar hann á kvøldið gistir. Orðatakið hevur ongantíð verið so satt sum í dag. Vit bæði kunnu bara gera sum øll onnur; taka ein dag í senn.

Vígslan verður stroymd á netinum
Brúdleypið, sum eftir ætlan skal vera 4. Apríl, er ógvuliga óvist í løtuni. Fleiri komandi hjún hava avlýst brúdleypið, men tað gera Dina Bech og maðurin, Evald Norðberg, ikki. Tey hava valt at stroyma vígsluna á Facebook. 

- Fyri okkum er tað, at ganga í hjúnaband, ein stór avgerð, sum vit hava glett okkum ómetaliga nógv til. Fyri okkum, so siga vit ja til at vera bestu vinir og hjún fyri lívið; í viðgongd og mótgongd.

Tó er tað enn óvist, hvussu veitslan verður. Fleiri av gestunum hava longu givið avboð orsaka av umstøðunum, og haraftuat viðmæla myndugleikarnar ikki at samlast fleiri enn 10 fólk. Um viðmælini ikki broytast, fara konandi hjúnini at flyta veitsluna til seinni í ár. 

- Um dagurin verður feiraður við veitslu 4.apríl ella seinni um nakrar mánaðir, so tekur hetta einki frá degnum. Eitt hjúnaband er, jú, altíð nakað at feira, tá tað er til deyðin tykkum skilir.

Eru mæld til at hava vígsluna kortini
Eingin hevur frámælt Dinu og Evald at hava brúdleyp. Tvørturímóti hava vinfólk og familja verið stuðlandi og mælt teimum til at hava vígsluna. Eisini hava tey hesar dagarnar fingið nógv stuðlandi boð frá vinum og familju. Tó er ein slík støða harmilig, ásannar Dina. 

- Sjálvandi verður man keddur, tá man hevur glett seg, og dagurin ikki verður, sum man hevur ímyndað sær. Eg má líta í bakspeglið við einum smíli. Tað, eg stressaði um fyri nøkrum vikum síðan, er ikki at stressa um í dag. Í dag hevði ynskt mær at havt okkurt at stressa um.

“Er Gud yvirhøvur góður?”
Tó hava Dina og Evald tað eftir umstøðunum gott. Evald er til sjós, og Dina er heima á Skála, har hon ger komandi íbúð teirra til reiðar. Eisini hevur Dina gjørt nógv burtur úr til bloggin Vakurleiki.fo, har hon boðar frá kristnum boðskapinum. 

- Eg havi roynt at nýta sosialu miðlarnar at troysta og stuðla í hesum døgum. Millum annað  havi eg lagt bíbliuvers og ein podcast út á netið í vikuni. Í podcastinum tosi eg um spurningin “Er Gud yvirhøvur góður? Og hvar er Gud í trongum tíðum, sum tá Korona leikar á.”

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður